Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-14, síða 55
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. november 2017síða 55

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 15. november 2017 Sosialurin Í framlopi (ymsar útgávur) Suni Merkistein Helgi Dam Ziska – leiðin til stórmeistaraheitið 12. september í 2016 fingu Føroyar fyrsta stórmeistaran í talvi.  Til fyri fáum árum síðani var tað ein fjarur tanki. Talan er um veruligt frambrot í føroyskari telving – og í øllum føroyskum framburðsstrevi fyri alt tað.  Helgi hevur ikki havt annan sterkan telvara ella venjara her á landi at styðja seg til, men er farin einsamallur eftir illgongdari gøtu fram at gylta málinum, ið hann stundaði á at røkka. Slíkt gerst ikki uttan stálsettan vilja, miðvísa langtíðarætlan og gávurnar at hugsavna seg um dýpdirnar í spælinum. Í bókini fáa vit søguna um Helga Dam Ziska og drúgvu stremban hansara at vinna upp á hægstu tindar á talvparnassinum. Vit fylgja unga havnardreinginum, sum støðugt setur sær nýggj mál, so hvørt sum hann útinnir stigvísa setningin. Hann helmar ikki í, tó at vónbrot og mótrák leggja honum meinbogar í vegin. Tólv ár eftir, at hann sum nýkosin unglingaføroyameistari avdúkaði, at hann ætlaði at gerast stórmeistari í talvi, gongur alt upp í eina hægri eind ein septemberdag yviri í Baku. --- Suni Merkistein hevur skrivað hugtakandi søguna um føroyska stórmeistaran. Helgi lýsir við egnum orðum fleiri av avgerandi løtunum á leiðini og hevur eisini sett viðmerkingar til fleiri av bestu og týdningarmestu talvunum á lívsleiðini.  348,- Arvur og umstøður (skaldsøga) Vigdis Hjorth At eingin tykkara nakrantíð hevur biðið meg sagt mína søgu hevur verið og er mær framvegis ein stór sorg … Tað er Bergljót, elsta dóttirin í familjuni, sum orðar seg soleiðis í teldubrævi til systrarnar, eftir eitt harðligt kjak um arvaforskot. Kjarnin í arvauppgerðini er, hvussu tvey summarhús á oynni Hvaler verða býtt teirra millum. Hesi bæði húsini hava verið týðandi partur í teirra uppvøkstri øll árini. Tvær døtur hava tikið sær av foreldrunum og summarhúsunum í mong ár. Tær skulu arva. Men tvey onnur børn eru, og tey hava kvett sambandið við familjuna.  Hví koma tey sær upp í arvamálið? Undir samrøðuni um arvin kemur ein onnur søga undan kavi, sum fær ógvisligar kenslur at rísna. Bergljót sannar, at dirvi krevst til at siga sína útgávu av søguni hjá familjuni. Men bara við at taka sínar egnu kenslur í álvara og at seta orð á tær ber til at koma víðari. 248,- Hagabókin fyri Uttan av Skarði (ymsar útgávur) Henda hagabókin er um seyðarøkt og fjallgongu á Skarði. Hugskotið at skriva hana eiga Karl Klettskarð (1903-1994) og Jákup Joensen (1899-1975). Sjálvir hava teir ikki hættað sær at skriva, tí skúlaskapurin var so lítil, tá ið teir vóru í skúlaaldri. Men teir mundu síggja, at ikki var so álítandi bara at siga frá. Teir varnaðust eisini, at ungdómurin ikki hevði so stóran áhuga í at lurta eftir teimum gomlu. Og so varð so mangt burtur.  Men byrjað varð at skráseta í 1919, og skrásetingarnar enda í 1991. Nógv er komið á blað, so nú sæst, hvussu tað hevur verið, bæði upp og niður, at havt hagan uppi, hvussu hevur gingist við rakstri, skurði og lambatali, og hvussu øll hesi mongu árini hava verið til veður og gróður. Aftast í bókini eru myndir, har staðarnøvn eru merkt á. 298,- Leikum fagurt (ymsar útgávur) Heðin Brú Leikum fagurt er ein satirisk lýsing av tí politiska lívinum í Føroyum í 30-árunum.  Hon er eisini kærleikssøgan millum tann veika læraraskúlanæmingin Tórmann og ta sterku seymikonuna Elsbu. Høvuðssøgugongdin er kortini um Íhaldsflokkin, sum er ein sambandsflokkur, og Framtaksflokkin, sum er ein sjálvstýrisflokkur, og hvussu hesir flokkar, næstan sum av gomlum vana, klandrast og leypa á hvønn annan í bløðunum Dagens Emne og Bergmál. Alt samalt rættiliga meinaleyst og stór orð. Tað vandamikla kemur ikki upp í politikkin, fyrr enn reiðarin og keypmaðurin Bakka-Hanus fær eina opinbering frá Gudi. Hann skal stovna ein átrúnaðarligan flokk, sum skal bjarga Føroyum og sjálvandi serstakliga handlinum hjá Bakka-Hanusi, sum er um at fara á heysin. 248,- Bør Børson Jr. (skaldsøga) Johan Falkberget Hetta er ein sjaldsama stuttlig fólkakomedia, ið Marius Johannesen gjørdi ódeyðiliga í Føroyum, tá ið hann týddi og las hana upp í Útvarpinum í 60 árunum.  Bør Børson ætlar sær at fáa nógv burtur úr lívinum.  Ætlar sær at ganga nýggjar leiðir, setur sær onnur mál enn tey flestu har í bygdarlagnum. Øll eru klár at læa eftir honum, skuldi hann beklað. Hann er góðvarin, roynir at fjeppast uppi í teimum fínu, men er eitt fitt fólk við øllum teimum skavankum, fólk hava. Hann fær sær handil, og tað gongst honum ikki bara sum smurt. Takið er tungt. Skuldin veksur. Hann verður noyddur at svika við peningi. Hann verður forsmáddur sum biðil, hevur kærleikskvøl, men kemur fyri seg aftur við hepni og tilvildum.  Hann blandar seg við betra slagið í Tróndheimi. Tey skoða lúkst ígjøgnum bygdarfrellið. Tá ið svartast sær út, verður hann snýttur eina náttina, hann er drukkin, av partabrævaspekulantum. Hann heldur seg vera farnan av knóranum, lívsverkið forkomið, men hann gerst av einum stavifeili margmillióningur. Sleppur sær heim aftur á Olderstað, múgvandi, og verður trúlovaður síni fyrstu og størstu flammu. 248,- Sær - ein fuglabók av gloymsku (skaldsøga) Carl Jóhan Jensen Aðrastaðni ella ikki aðrastaðni?  Tað er spurningurin í hesi bók. Uppvaksin í Brekkugötu í Havn um miðja farnu öld í einum húsetri av andligum og kensluligum mótsetningum setur ein ung kvinna sær fyri at finna seg aðrastaðni.  Avgjörd í at verða frí og leys av sínum uppruna fer hon úr Föroyum seint í hálvtrýssunum og so við og við um tvey meginlond heilt suður í tað myrka hjartað í Afrika, Kongo.  Tíggju ár seinni í august 1968, í skugganum av sovjetsku innrásini í Kekkoslovakia,  er kvinnan aftur stödd í Havn í örindum fyri eitt danskt blað. Hon skal skriva um ein mann úr síni fortíð, sum, hóast myndugleikarnir siga annað, kanska er myrdur umborð á einum línubáti.  Havnin liggur blindmyrk í mjörka, og í andvekri eina langa nátt á einum hotelli við Kongabrúnna ger kvinnan upp við tað farna og tað farandi, og tað fær avleiðingar fyri framtíðina.  Sær/ein fuglabók av gloymsku er ein skaldsöga, sum leitar órógvandi djúpt aftur um viðtiknar hugmyndir av föroyskum samleika. 298,- Sprotin