hósdagur 16. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
4
Heystið er farið at halla og vit koma inn í
sjálvan veturin.
Hetta verður ofta nevnt sum tann
hugnaliga árstíðin, tá ið vit hugna okkum
innanveggja.
Men hetta er eisini tíðin, tá ið tað gerst
meira trupult at ferðast á landsvegnum
millum bygdir. Tað er myrkt, nógv regn
og so kemur kavin.
Tíbetur eru viðurskiftini munandi
betri nú á vegunum enn fyri nøkrum
árum síðani, men ferðslan er eisini økt
ómetaliga nógv. Í meginøkinum eru
halarnir av bilum óendaliga langar
morgun og kvøld.
Tað er stuttligt at leggja til merkis,
hvussu hettar ávirkar okkara atferð í
ferðsluni. Meðani tað fyrr var vanligt at
síggja skilaleysar yvirhálingar, tá ið koyrt
var millum bygdir, er hetta bert hendinga
sjón i dag.
Tá ið tað hendir, so er tað sum oftast
tí ein “bilist med blød hat” hevur lagt seg
fremst og heldur eina ferð, sum er væl
undir ferðmarkið uppá 80 kilometrar um
tíman.
Nøkur hava heldur tungt høgrabein
og koyra ov skjótt. Tað er sjálvandi rætt,
at løgreglan roynir at formana okkum og
geva bøtur fyri og ov høga ferð, men tað
rætta hevði sjálvandi verið eisini at revsa
tey, sum halda ferðini undir hámarkinum
og elva til vandamiklar støður í ferðsluni.
Sum nevnt eru vit inni í myrku tíðini
við hálum vegum.
Hesar umstøðurnar krevja av okkum
sum koyra, at vit tryggja okkum at
ljósini á bilinum eru sum tey skulu vera.
At perurnar lýsa og at høvuðsljósini eru
rætt stillað.
Tað er eisini okkara ábyrgd, at bilurin
er rætt skøddur, tá ið vit koyra í hálku.
Í dag er tað ikki so vanligt at brúka
píkadekk, sum tað var fyrr. Nú eru
vetrardekk og lameldekk so góð, at tey
kunnu brúkast í øllum vanligum førum.
Landsverk passar vegirnar væl og
er vandi fyri, at hált verður, so verða
saltvognarnir sendir út um landið at forða
fyri, at hálkan darvar ferðsluni.
Eitt annað, sum eisini er broytt, er, at
vit nú nógvastaðni sleppa undan at fara
niðan í fjøllini. Vit hava fingið tunnlar,
sum lætta so ómetaliga nógv um, um
veturin.
Veit væl, at enn fáa ikki øll gagn av
hesum, men vónandi kemur tað við tíðini.
Haldi sjálvur, at størsta bragdið av
hesum slag er Kaldbakstunnilin. At hugsa
sær, at øll ferðslan í dag skuldi fari eftir
oyggj.
Ein næstan ómøguligur tanki.
Sjálvt um vindurin kann vera nógv
ur framvið Kaldbaksfirði, so er tað tað
reina spæl í mun til veðurlíkindini á
Oyggjarvegnum.
Støðan var, at har var vindur, regn, ísur,
kav ella mjrøki - jai,ofta møttu vit øllum
hesum á ferðini úr Havn í Kollfjarðardal.
Jú, myrka tíðin kann vera huganlig
við góðum mati, drekka og
kortspæli ella dansi, men vit
mugu alla tíðina hugsa um,
at nøkur noyðast hvønn
dag út á landavegirnar
fyri at passa gerandis
dagin.
Við skilagóðum
atburði í ferðsluni –
serliga tá ið líkindini
eru vánalig – so eru vit
við til at gera veturin
eitt sindur hugnaligari –
eisini hjá teimum.
Ája!
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Tað er bara 38 dagar til jólaaftan og
ánið ikki hvat eg skal keypa mær í jólagávu.
Javnaðarflokkurin
er farin í tvíningar í
fiskivinnumálinum. Óvist
er framvegis, hvørja
lagnu samgongan fær.
Verkfallið hjá
sjúkrarøktar
frøðingunum varð
hert hesa vikuna,
men hósdagin settist
partarnar aftur við
samráðingarborðið.
Bogi Andreasen,
býráðslimur vísir á, at
fleiri stórar fyritøku, sum
reka ferðamannaskip,
velja Føroyar frá orsaka
av grindadrápi.
Ein maðurin varð
dømdur 60 dagar
treytaða fongsuls
revsing í Føroya rætti
fyri at hava verið
harðligur við damuna.
Miðnámsskúla næmingar
hava fingið fleiri hundrað
krónur í eykarokning fyri
at nýta tilfar frá Fjølrit.
Nýskipan
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
familjur mugu fáa ískoyti
fyri at fáa endarnar
at røkka saman
300
Enn einaferð verður nógv tosað um
nýskipanir í føroyska samfelagnum. Tað
verið seg bæði fiskivinnunýskipan og
pensjónsnýskipan, sum hava verði til
umrøður í vikuni.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri
og útnyrðingi, 13 til 18 m/s. Um
náttina lækkar hann í ein útnyrðing
og øtlar vindin nakað, í støðum upp
í 20 m/s. Yvirhøvur skýggjað og
nógv æl, møguliga vátaslettingur
ella kavi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Gul til stívt andøvsgul av norðri,
5 til 10 m/s, sum lækkar í ein
landnyrðing og makar nakað.
Sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin
millum 2 og 5 stig, um náttina
í støðum niður í frostmarkið.
Hann makar vindin í stívt andøvsgul
upp í hvassan vind av útnyrðingi
og norðri, 10 til 15 m/s, um
náttina makar hann vindin í
gul til stívt andøvsgul, 5 til 10
m/s. Samdrigið og ælaveður,
møguliga vátaslettingur ella
kavi. Hitin millum 1 og 6 stig.
13-18 m/s
5-10 m/s
10-15 m/s
Um orðið sigur Sprotin
Nýskipan
e-t ið er el. verður skipað av nýggjum, skipan av
nýggjum, nýskipan av skúlanum
Visti tú?
- at 10 nýggir filmar
nú fáa stuðul?
Tað næsta verður, at Aksel
ikki kann taka undir við
Javnaðarflokkinum
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!