hósdagur 16. november 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
6
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
Í
smá seks ár hevur 25 ára
gamla Andrea Joensen úr
Havn búð í Keypmannahavn,
har hon hevur verið virkin í
danska dansi-umhvørvinum. Hon
var bert 19 ára gomul, tá hon eftir
at hava lokið miðnámsskúlaprógv,
flutti til Danmarkar, tí hon vildi
sleppa at dansa.
Hon byrjaði á dansibreytini á
navnframa ítróttarhá- og eftir
skúlanum Oure Højskole, og hetta
var fyrstu ferð, Andera royndi seg
innan dansin, hóast hon hevði íðka
fimleik í fleiri ár frammanundan.
— Tað er stórur munur á dansi
og fimleiki. Hóast eg hevði summar
førleikar sum fimleikari, so hevði
eg eisini fleiri avbjóðingar. Eg var
sterk og liðilig, men eg dugdi ikki
so væl at hugsa kreativt, sigur hon.
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn
Andrea vandi seg við at vera sín
egni persónur – og ikki royna at
líkjast øðrum á liðnum, sum í fim
leikinum. Hon greiðir frá, at tað
haltaði í fyrstuni, tí hon var von við
at halda seg til ávísar reglur, tá hon
vandi og framførdi. Modernaður
dansur hevur ikki somu føstu
karmarnar, og knappliga slapp hon
sjálv at gera av, hvat hon gjørdi.
— Tað var eitt stuttligt ár á há
skúlanum, og har varð eg forelskað
í dansinum. Men støðið var ikki so
høgt, tí tað sosiala taldi eisini nógv,
sigur hon um fyrsta árið við dans
inum í Danmark.
Roynir fleiri skúlar
Síðani søkti hon um at sleppa
á Copenhagen Contemporary
Dance School í Keypmannahavn.
Hon slapp til upptøkuroyndina,
og hóast hon tá bert hevði dansað
í eitt gott ár, so slapp hon inn.
— Eg slapp inn, tí tey sóu pot
entiali í mær, hóast eg var óroynd
í mun til hini á skúlanum. Tað var
eitt strævið, intenst og gevandi ár
við nógvari venjing hvønn dag,
sigur Andrea Joensen.
Tann skúlin legði upp til, at
næmingarnir fóru víðari innan
dansin, og byrjaðu uppá eina
bachelor útbúgving innan dans,
tá árið var av.
— Eg var í iva, men søkti kortini
í Týsklandi, og eg hevði møguleika
at fara, men eg valdi ikki at taka
av. Ístaðin tók eg enn eitt ár á ein
um donskum dansiskúla. Hesa
ferð varð tað skúlin Steps í Keyp
mannahavn, sum Vígdis Hentze
var leiðari á tá. Tann skúlin var
øðrvísi, tí har var alt slag av dansi,
og tað var sera gevandi at royna
millum annað Hip Hop, hóast tað
er tann modernaði dansurin, sum
mær dámar best, sigur hon.
Hon greiðir frá, at tað er sera
gevandi at royna ymisku sløgini,
men ein av orsøkunum til, at tað
ferð eftir ferð er tann modernaði
dansurin, ið vinnur frama hjá
henni er, at í tí modernaða fær hon
skapað sína egnu søgur uttan føstu
karmarnar, ið onnur dansisløg
hava.
— Í modernaða dansinum er alt
loyv, staðfestir hon.
Eftir árið á Steps byrjaði hon
eina bachelor útbúgving í dansi í
Barcelona. Har var hon í tríggjar
mánaðir, áðrenn hon gavst, tí hon
ikki fekk lestrarstuðul. Hon greiðir
frá, at støðið var ómetaliga nógv
hægri, enn hon var von við, tí har
vóru dansarar úr øllum heiminum,
og á tann hátt varð hon pressað.
— Eg haldi tó eisini nú, at tað
“EITT DYPI AV
DÝRARI TÍД
ÍBLÁSTUR TIL
MODERNAÐAN
DANS
—Tá vit høvdu lisið yrkingina fleiri ferðir, tosaðu vit saman um,
hvat vit fingu burturúr henni, og hvussu vit koma ígjøgnum
avbjóðingarnar í lívinum. Modernaður dansur er abstraktur,
og okkara hugsan var at brúka hvørja aðra til at vísa, hvussu
vit koma ígjøgnum avbjóðingarnar, sigur Andrea Joensen, sum
arbeiðir við at seta eina stóra listarliga dansisýning á føtur
PERSÓNSØGA