hósdagur 16. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
7
var tann rætta avgerðin at koma
aftur til Danmarkar. Eg búði saman
við sjeikinum í Keypmannhavn, og
tað var ringt at skula flyta, sigur
hon um avgerðina.
Tá hon kom heim aftur til Dan
markar, byrjaði hon at arbeiða
sum lívbjargari í eini svimjihøll,
umframt at hon tók dansitímar og
royndi at skapa kontaktir í dansi-
umhvørvinum í Keypmannahavn.
— Eg vildi kenna fólk í dansi-
umhvørvinum. Áðrenn eg fór til
Barcelona, hevði eg bara gingið í
skúla, og tá hevði eg ikki møguleika
til veruliga at dýva í umhvørvið,
sigur dansarin.
Fyri góðum tveimum árum
síðani fór Andrea undir lestur á
universitetinum, tá hon í 2015 byrj
aði at lesa fólkaheilufrøði.
— Tað var ikki tí, at eg vildi
droppa dansin. Tað var meir ein
tryggleiki í at hava eina útbúgving,
so eg havi okkurt at fella aftur á,
sigur hon, og greiðir frá, at ímeð
an hon hevur verið undir lestri,
hava aðrar dyr latið seg upp innan
dansin. Hon hevur luttikið í kapp
ingum og framført egnar koreo
grafiir.
Í lesnaðinum á universitetinum
hevur Andrea funnið eitt øki, sum
henni dámar væl, hóast tað óivað
ikki kann samantvinnast við dans
in.
— Fólkaheilsufrøði er spenn
andi, tí vit læra nógv um fyribyrg
ing. Men tað er serliga granskingin,
ið hugtekur meg, sigur hon um út
búgvingina.
Hon greiðir frá, at hóast út
búgvingin ikki beinleiðis hann
samantvinnast við stóru passión
ina, so er heilsa eitt øki, ið hon hev
ur áhuga í. Hon hevur altíð íðka
nógv við fimleikinum, og rørir
seg enn nógv við dansinum, hóast
hann gevur henni møguleikan at
verða skapandi. Hon hevur enn
eina tíð eftir, áðrenn hon verður
liðug við útbúgvingina, og greiðir
frá, at hon ikki er vís í, júst hvussu
hon fer at brúka hana, tá hon verð
ur liðug.
Torført at liva av at dansa
Dansi-umhvørvið í Keypmanna
havn er lítið, og har eru lutfalsliga
fáir dansarar. Serliga innan mod
ernaðan dans, tí teir flestu dans
ararnir dansa annaðhvørt komer
siellan ella kommersiellan og
modernaðan dans.
— Tað eru fleiri tilboð og meir
arbeiði til tey, ið danska komm
ersielt. Tann modernaði dansur
in, sum eg dansi, fer meir yvir í
leiklist, og tí er tað hini, sum fáa
arbeiði, hóast tað av og á eru upp
tøkuroyndir til dansrarar, ið dansa
modernaðan dans. Tilboðini eru fá,
sigur hon avgjørd.
Andrea greiðir frá, at fyri at liva
av dansi skal ein fyrst og fremst
vera ein dugnaligur dansari, men
eisini er neyðugt, at ein er fúsur at
taka tað arbeiði, sum er og at søkja
um stuðul úr ymiskum grunnum.
— Fyri summi er tað møguliga
nokk arbeiði, men so skulu tey
duga eitt sindur av hvørjum og
eisini taka kommersiellar upp
gávur á seg. Eisini má ein søkja
grunnar um stuðul til verkætlanir,
og tað er ikki altíð, at tað eydnast
so væl, sigur hon, og leggur afturat,
at hóast tað verður trupult at liva
bert av dansinum, so hevur hon
ikki ætlanir um at flyta úr Keyp
mannahavn, tí hon nú hevur bygt
eitt grundarlag og skapað netverk
í umhvørvinum har.
— Eg hevði kunnað roynt at
farið til upptøkuroynd aðra staðni,
men nú havi eg fingið fleiri møgu
leikar í Keypmannahavn, og flutti
eg, so hevði eg skulað skapt hesar
“Tað var eitt
stuttligt ár á
háskúlanum,
og har varð
eg forelskað í
dansinum”