Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 8 møgu­leikarnar aftur har, sum eg fór, leggur hon afturat. Muddle Through Í farnu viku framførdi Andrea sam­an við donsku Helenu Høier til tiltakið “Take The Stage” í Danse­kapellet í Keypmannahavn. Helenu Høier er danskur dansari, sum Andrea hevur møtt í dansi- umhvørvinum í Keypmannahavn. Koreografiin hjá teimum kallast “Muddle Through” og snýr seg um lívsins avbjóðingar, og hvussu vit stríða okkum ígjøgnum hesar avbjóðingarnar. Hetta hugskotið fingu tær úr yrkingini “Eitt dýpi av dýrari tíð“ hjá Jens Paula Heinesen. Hesa framførsluna fingu tær nógv rós og flott ummæli fyri. — Eg og Helena søktu um at sleppa við til tiltakið, og vit fingu játtandi svar. Eg havi framført á Danse­kapellet fyrr, og eg hevði stór­ar vónir um, at vit fóru at sleppa við, sigur hon. Tær báðar tosaðu saman um yrk­ingina og lósu hana óteljandi ferð­ir, áðrenn tær bygdu sjey min­ utt­ir langa dansin útfrá yrkingini. — Tá vit høvdu lisið yrkingina fleiri ferðir, tosaðu vit saman um, hvat vit fingu burturúr henni, og hvussu vit koma ígjøgnum av­bjóðingarnar í lívinum. Mod­ ern­aður dansur er abstraktur, og okkara hugsan var at brúka hvørja aðra til at vísa, hvussu vit koma ígjøgnum avbjóðingarnar, sigur hon. Slíkar avbjóðingar kunnu verða alt frá at kenna seg strongda, fáa hug at geva skarvin yvir ella saknur og missur. — Vit kenna øll kensluna av at vera tung í huga. Dansurin snýr seg um ta kensluna, tær hendingarnar, sum hava bygt kensluna upp, og hvussu man kemur forbí tað og livur víðari, staðfestir hon. Vil útbyggja dansin Andrea droymur um, at fáa stuð­ ul til at arbeiða víðari við hes­um stykkinum, og síðani at fram­ føra tað sum eitt sjálvstøðugt dansi­stykki bæði í Føroyum og í Danmark. Tað krevur tó nógv pappírs­arbeiði og ráðlegging, men hon arbeiðir fram í móti at gera dreymin til veruleika. Hon greiðir frá, at tað krevur meir enn hon upprunaliga væntaði at vaksa dansin frá sjey til 40 min­ uttir. — Hugskotið handan dansin verður tað sama, men alt verður størri. Eg ímyndi mær, at eg fái tørv á sjónleikara og tónleikara at hjálpa við at gera pallmyndina størri og sterkari. Hetta verður ein sjón­leikasýning við rørslum, sigur hon. Næstu tíðina fer Andrea at søkja stuðul úr ymiskum listagrunnum í Føroyum og í Danmark, og hon vón­ar, at hon eftir at alt pappírs­ ar­beiði er avgreitt og umsóknirnar eru skrivaðar, fær nokk av peningi til at rinda fyri, at hesin dreymurin verður veruleiki. Hon greiðir frá, at tað eru nógv fólk við til at fáa eitt slíkt verk upp at standa, og hóast summi arbeiða sjálv­boðin, so er tað ikki øll, sum kunnu ella vilja tað. —Hetta er ein risa stór verk­ætl­ an, sum eg vænti, at eg fari at gera næsta ár, tí vit fingu so nógv rós og eggjan, eftir sýningina í Danse­ kapellet, sigur Andrea Joensen. Fyri Andreu er tað umráðandi, at verkið verður framført í Før­oy­ um eisini, tí verkið er bygt á eina før­oyska yrking. Hon heldur eisini, at tað er tørvur á at vísa meir dans í Før­oyum, tá tað er avmarkað við slík­um sýningum her heima. Enn veit hon ikki, hvussu og hvar sýn­ingin verður framførd. Hon held­ur, at hóast Norðurlandahúsið hevði verið upplagt við øllum teim­ um hentleikum, ið eru í húsinum, so hevur hon eisini hugsað um at hava sýningina á einum óvænt­að­ um staði. Tann tankan spæla tær enn við, men tær hava ikki tikið nakra avgerð enn. Andrea dansar nógv, og tað ætlar hon at halda áfram við. Hon brúkar dansin á ymiskan hátt við at gera egnar sýningar og skipa fyri undirvísing, mill­um annað í Føroyum við Dansi­eksper­i­ment­ in­um, sum hon saman við øðrum í summar skipaði fyri annað árið á rað. — Endamálið við Dansi­eksperi­ ment­inum er at savna tey, sum hava áhuga í dansi í Føroyum, fáa øll við og spjaða dansimentanina í Før­oyum, sigur hon. Onki dansi-umhvørvi í Føroyum enn Tá Andrea hevur skeið í dansi í Føroyum, er tað øgiliga ymiskt, hvussu nógv tekna seg, so torført er at meta um, hvussu nógv hava áhuga í dansi. — Tað tekur tíð at byggja eitt umhvørvi upp, sigur hon. Hon greiðir frá, at tað eru nakrar eldsálir í Føroyum, ið hava roynt at menna dansin, men áhugin hevur ikki ordiliga verið har enn. — Tað er torført at nágreina, hví tað er so. Skal umhvørvið vaksa, so mugu fleiri vísa áhuga. Í Føroyum er fimleikur væl umtóktur og hevur verið tað í longri tíð. Dansur er nýggjari, sigur hon, og leggur afturat, at tað í summum førum er sami málbólkur, og tey, sum ganga til fimleik hava ikki tíð til so nógv annað, tí hann krevur nógv. — Tað eru tó fleiri dansarar, ið ongantíð hava gjørt fimleik, legg­ ur hon afturat, og greiðir frá, at tað møguliga er torført at byrja at ganga til dans, og tí skulu summi skump­ast avstað. Virðismeta dansin Andrea heldur, at hóast tað eru fá sum dansa í Føroyum, so duga før­ oy­ingar at virðismeta dansin. — Vit hava ótrúliga nógv dugna­ lig listafolk, men dansurin hevur ikki fingið stórt pláss. Eg havi prøvað roynt at søkt stuðul, og tá hevur tað gingið gott at fingið um­ sókn­ina játtaða, tí tað kom undir til at menna dansimentanina í Før­ oyum. Um eg nú søki til eitt listar­ verk, so veit eg tó ikki, hvussu tað verð­ur raðfest í mun til aðra list, sig­ur hon. “Hugskotið handan dansin verður tað sama, men alt verður størri. Eg ímyndi mær, at eg fái tørv á sjónleikara og tónleikara at hjálpa við at gera pallmyndina størri og sterkari. Hetta verður ein sjónleikasýning við rørslum” Eitt dypi av dýrari tíð Jens Pauli Heinesen So verður sagt av monnum at lívið er markleys neyð eitt dýpi av gráum døgum og børn, ið biða um breyð Kanska er lívið sorgarlag kanska er lívið gott og kanska eg ein skínandi dag beri kenslu av myrkari nátt Í nátt er luftin so rein og klár bládjúp og ísandi køld foldin hvílir í hvítari tøgn og norðlýsið reisir sær tjøld Og vit mítt er fult av tonkum á ferð út á víðan veg at finna á miðleysu náttargongd tann vísdóm, ið uggar meg Men ongan vísdóm eg finni ið sigur tey sonnu orð Sum bløðandi fuglar falla tey aftur at hvítari for Tó eg veit at dýrgripir finnast og fjalast við gráan eim tá gentur og dreingir spenna sum folar í dans og gleim Tá barmur mín spentur av undran av eydnu, av tungari trá av iva og sorgarløgum Eisini, eisini tá veit eg at lívið er gáva eitt dýpi av dýrari tíð sum øll skulu valla ígjøgnum rekast og villast inní PERSÓNSØGA