hósdagur 16. november 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 17. november 2017
sosialurin 134
10
politikara-pensjónir
Eirikur Lindenskov
– 219.928 krónur um mánaðin.
Tað er virðið á lønini hjá
løgtingsformanninum, sum
soleiðis er hægst lønti av
okkara kosnu monnum og
kvinnum á tingi og í lands
stýri.
Orsøkin til hesa met
høgu løn er, at politikarar
hava eina serliga fyrimun
argóða eftirløn, sum gevur
teimum 60 prosent av løn
ini í tí lønarflokki, teir eru
løntir í, sum eftirløn restina
av lívinum.
Men av tí, at teir kunnu
spara upp til fullan starvs
aldur upp á bara 8 ár, og av
tí at teir í ávísum førum
kunnu fara frá, tá teir
eru 60 ára gamlir, verður
pensjónin serliga stór eftir
stuttari tíð – og tíðarskeiðið,
teir fáa pensjón, verður
munandi longri enn hjá
øðrum pensjónistum. Og
harvið verður tað til eina
sera stóra útreiðslu fyri
landskassan at gjalda pol
itikarapensjónina í kanska
20-30 ár.
Vit hava spurt okkum
fyri hjá eftirlønarfelagnum
»Lív« fyri at vita, hvussu
nógv ein vanligur føroy
ingur skal gjalda inn í eina
pensjónsskipan fyri at fáa
37.283 krónur í pensjón um
mánaðin, tá hann er 60 ára
gamal – og við at gjalda inn
í skipanina í bara 8 ár.
Og tað kostar. Ja tað
kostar
ræðuliga
nógvar
pengar.
Fyritreytin hjá trygging
arfelagnum er, at ein per
sónur livir vanliga í 20 ár
eftir pensjónsaldur. Og um
ein persónur fær pensjón
sum 60 ára gamal, so verður
roknað við í miðal, at hann
livir í 27 ár eftir pensjóns
aldur.
Tann upphæddin, sum
ein eftirløntur løgtingsfor
maður ella løgmaður kostar
í dagsvirði í dag er slakar 13
milliónir krónur. Og so fær
eftirsitandi hjúnarfelagi hjá
politikarum 74% av eftir
lønini í mun til 60% hjá van
ligum tænastumonnum.
Soleiðis kemur trygg
ingarfelagið Lív til ta nið
urstøðu, at um vanlig fólk
vilja hava somu pensjón
sum
løgtingsformaðurin,
so skulu tey gjalda 135.000
krónur inn í skipanina um
mánaðin. Ja um mánaðin!
Um árið skal ein vanligur
borgari soleiðis gjalda 1,62
milliónir krónur inn í eina
slíka pensjónsskipan.
Stóri spurningurin er so,
hvørji »vanlig fólk« hava ráð
til tað.
Rokna vit tí virðið á løn
ini hjá løgtingsformanni
num, so er hon 79.275 krón
ur + 135.000 krónur sum
verður góðar 214.000 krón
ur.
Afturat hesum, so fáa
løgtingsfólk 2.000 krónur
skattafrítt til ymsar út
reiðslur, tey hava av løg
tingsstarvinum, umframt
eitt skattafrítt kostnað
arendurgjald,
sum
hjá
løgtingsformanninum
er
upp á 3.750 krónur at ferð
ast millum heimbygdina
Sand og Løgtingið.
Soleiðis er samlaða virði
á lønini hjá løgtingsfor
manninum góðar 220.000
krónur um mánaðin ella
2.640.000 krónur um árið.
Gunnvør Dam Jensen,
tryggingarserfrøðingur hjá
Lív sigur, at tølini í hesum
dømum eru heldur lágt sett.
Roknað er við 0,5 prosent í
rentu, og einki er sett av til
umsiting.
Ein vanligur borgari í Føroyum skal gjalda 135.000 krónur í pensjóns
gjaldi um mánaðin – ja um mánaðin – fyri at fáa somu eftirløn sum
løgtingsformaðurin Páll á Reynatúgvu og fyrrverandi løgmenn fáa
Tingformaður
220.000 kr um
Lóggeva ikki
við afturvirk
andi kraft –
fyri politikarar
Tá Løgtingið í 2000 samtykti
lógina sum ásetti løn og eftirløn
løgtings- og landsstýrismanna
varð gjørt av, lógin bara skuldi
galda fyri tey, sum eru vald á
ting á valinum í 1998 og seinni.
Tá løgtingið í 2014 broytti
lógina hjá landsstýrisfólki, varð
hon bara galdandi fyri tey, sum
komu í landsstýrið eftir valið í
2015.
Tí hava øll sum hava sitið
í landsstýrinum millum 2000
og 2015 rætt til risastóru pen
sjónina.
Tá tað snýr seg um rættindi
hjá politikarum vilja tey ikki
lóggeva við afturvirkandi kraft.
Men tá tað snýr seg um allar
hinar vanligu pensjónistarnar í
Føroyum, so er einki problem
hjá somu politikarum at lóggeva
við afturvirkandi kraft, sum t. d.
at hækka pensjónsaldurin.
1.000 kr eyka
til pensjónstar
Sambært forkvinnuni hjá Javn
aðarflokkinum á tingi, so lovaði
Javnaðarflokkurin í valstríð
num, at pensjónistar skuldu
fáa 500 krónur afturat at liva
fyri um mánaðin.
Sambært pensjónsnýskip
anini hjá samgonguni, so skulu
fólkapensjónistar fara frá um
10.000 krónur um mánaðin til
11.000 krónum um mánaðin.
Pensjónin skal hækka 1.000
krónur um mánaðin.
Hetta kann vera gott, men
hetta er lítið í mun til tað, sum
politikarar sjálvir fáa.
Um ein fólkapensjónsitur
skuldi teknað sær somu pen
sjón sum løgtingsformaðurin
fær fyri einki, so skuldi hann
rindað mánaðarligu pensjónina
14 ferðir fyri goldið eftirlønar
gjaldið.
Skal ein vanlig
ur føroyingur
tekna sær eina
pensjón, sum
gevur tað sama
í útgjaldi, sum
løgmenn og løg
tingsformenn
fáa, so skal
hann gjalda inn
135.000 kr UM
MÁNAÐIN!!!
Løn/mánaðin
Pensj/mánaðin
virði/mán 60* virði/mán 67*
Løgmaður
79.275 kr
37.283 kr
134.896 kr
110.477 kr
Løgtingsformaður
79.275 kr
37.283 kr
134.896 kr
110.477 kr
Landsstýrisfólk
67.079 kr
31.753 kr
114.887 kr
94.091 kr
Løgtingsfólk
37.866 kr
22.720 kr
41.102 kr
33.662 kr
*Tá aldur á politikara og 2 x starvsaldur er 95 ella meira, kunnu teir fara frá við fullari pensjón sum 60 ára gamlir
Tað hvílir ein risastór útreiðsla á landskassanum fyri pensjónirnar hjá løgtings- og landsstýrisfólkum. Tilsamans
kosta sitandi politikarar landskassanum 227 milliónir krónur í útreiðslum, tá tey verða pensjónistar