Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 17. november 2017 sosialurin 134 11 politikara-pensjónir tjenar mánaðin Eirikur Lindenskov Um fólksins pensjónsnýskipan, ið politikarar okkara ætla sær at smíða í hesum døgum, varð gjørd eftir sama leisti, sum teir hava gjørt sína egnu pensjónsskipan, so kunnu før­oy­ingar vænta sær heimsins bestu pen­sjóns­skip­ an. Men tíverri fer tað ikki at bera. Tí tað kostar alt í verðini for nógvar pengar. So nógvar pengar kann tað almenna ikki brúka til pensjónir – utt­an til politikararnar sjálvar. Sum vit hava víst á í blaðnum í mán­ a­dagin og síðsta vikuskifti, so hava løg­ tings­fólk og fyrrverandi lands­stýr­is­fólk eina sera gylta og dýra pen­sjóns­skipan. Tey fáa pensjón sum tæn­astu­menn. Tað vil siga, at tey rinda ikki inn í eina pensjónsskipan, sum flestu onn­ur fólk gera. Teirra pensjón verð­ur held­ur ikki forskattað við 40 pros­ent­um – ein skattur, sum løgtingið hev­ur lagt á allar aðrar borgarar, enn pol­it­ikarar og tænastumenn landsins. Politikarar rinda einki fyri pen­sjón­ina. Hon verður goldin av lands­kassanum, tá tey koma til pen­sjóns­ald­ur. Ein vanligur tænastumaður skal starvast í 37 ár fyri at røkka fullan pen­ sjónsaldur og fáa pensjón, sum svar­ar til 60 prosent av lønini í tí løn­ar­bólki, hann var løntur eftir. Eitt løgtingsfólk skal bara ar­beiða í 16 ár fyri at røkka fullan pen­sjóns­aldur. Men kortini fáa tey fult pen­sjóns­út­gjald, sum er 60 prosent av løn­ini, sum tingfók fáa. Eitt landsstýrisfólk skuldi bara sita í 8 ár fyri at fáa fullan starvsaldur. Tað vil siga, at øll landsstýrisfólk, sum eru pen­ sjó­ner­að síðani ár 2000, fáa fult útgjald á 31.753 krónur um mánaðin, um tey kunnu vísa á 8 ára stavstíð í landsstýrinum og í løgtinginum tilsamans. Løgmaður og løgtingsformenn skulu somuleiðis bara hava sitið í 8 ár í starvinum, fyri at røkka fullan pen­ sjóns­aldur. Men tað er betur enn so. Tí løg­maður nýtist ikki at hava sitið í 8 ár sum løgmaður. Hann skal bara hava ver­ið løgmaður og/ella lands­stýr­is­maður í til­ samans í átta ár, fyri at fáa hesa pensjón. Og enn betur: Um honum mangl­ar t. d. 2 ár í at røkka hesi 8 árini í lands­stýr­ i­num, so kann hann konvertera 4 ár av starvs­aldri í løgtinginum til 2 ár sum starvs­aldur í landsstýrinum. Og lands­ stýrisfólk hava oftan sitið nógv ár á tingi áðrenn tey fara í landsstýrið ella aftan á at tey hava ver­ið í landsstýrinum. Tí hava so nógv landsstýrisfólk og fyrrverandi lands­stýr­is­fólk rætt til fulla eftirløn sum lands­stýrisfólk. Pensjónsskipanin hjá lands­stýr­is­fólki var broytt í seinasta valskeiði, tá Kaj Leo Holm Johannesen legði upp­skot fyri tingið um hesa broyting. Í høvuðsheitum gongur broyt­ing­in út uppá, at tey ikki longur fáa tæn­astu­ manna­pensjón, men at tey fáa eitt pen­ sjónsinngjald upp á 15 prosent av lønini. Tað vil siga, at nýggj lands­stýr­is­fólk, sum ikki hava sitið í lands­stýri­num áðrenn 15. september í 2015, eru ikki ein útreiðsla fyri lands­kass­an, tá tey eru farin úr starvi. Tað eru tey gomlu í ólukkumát, tí tey kosta lands­kass­a­num upp í nógvar milliónir hvør. Vit skulu gjalda sitandi politikarum 227 milliónir Eingin hevur dugað so væl sum politikarar at gera sær sjálvum eina heilt fantastiska eftirlønarskipan, sum skattgjaldarin skal rinda fleiri hundrað milliónir fyri Pensjón hjá løgtings- og landsstýrisfólki Talvan vísir í fyrra teigi, hvussu nógv hvør pol­it­ ikari fær í pensjón. Seinni teigur vísir, hvussu stórt roknaða virði er á pensjónini hjá hvørjum ein­ støkum politikara – um talan var um eina pen­sjón­ skipan, sum politikararnir sjávlir rindaðu kr um virði Politikari mánaðin mió kr 1 Edmund Joensen 37.283 13 mio kr 2 Kaj Leo Holm Johannesen 37.283 13 mio kr 3 Páll á Reynatúgvu 37.283 13 mio kr 4 Jógvan á Lakjuni 37.283 13 mio kr 5 Jacob Vestergaard 31.753 11 mio kr 6 Annika Olsen 31.753 11 mio kr 7 Jørgen Niclasen 31.753 11 mio kr 8 Bjørn Kalsø 31.753 11 mio kr 9 Helena Dam á Neystabø 31.753 11 mio kr 10 Kári P. Højgaard 31.753 11 mio kr 11 Høgni Hoydal 31.753 11 mio kr 12 Annita á Fríðriksmørk 31.753 11 mio kr 13 Bill Justinussen 31.753 11 mio kr 14 Bárður Nielsen 31.753 11 mio kr 16 Poul Michelsen 22.720 7,9 mio kr 17 Jenis av Rana 22.720 7,9 mio kr 18 Henrik Old 22.720 7,9 mio kr 15 Jákup Mikkelsen 21.584 7,5 mio kr 19 Bjørt Samuelsen 14.768 5,1 mio kr 20 Kristina Háfoss 13.632 4,7 mio kr 21 Heðin Mortensen 10.224 1,8 mio kr 22 Kristin Michelsen 10.224 1,8 mio kr 23 Eyðgunn Samuelsen 10.224 1,8 mio kr 24 Elsebeth M. Gunnleygsd. 10.224 1,8 mio kr 25 Sirið Stenberg 10.224 1,8 mio kr 26 Rigmor Dam 10.224 1,8 mio kr 27 Aksel V. Johannesen 10.224 1,8 mio kr 28 Joen Magnus Rasmussen 8.520 1,5 mio kr 29 Magni Arge 3.408 0,6 mio kr 30 Magnus Rasmussen 3.408 0,6 mio kr 31 Ingolf S. Olsen 3.408 0,6 mio kr 32 Óluva Klettskarð 3.408 0,6 mio kr 33 Ruth Vang 3.408 0,6 mio kr 34 Katrin Kallsberg 3.408 0,6 mio kr 35 Kristianna W. Poulsen 3.408 0,6 mio kr 36 Magni Laksáfoss 3.408 0,6 mio kr 37 Djóni Nolsøe Joensen 3.408 0,6 mio kr 38 Hanna Jensen 3.408 0,6 mio kr 39 Bjarni Hammer 3.408 0,6 mio kr 40 Pauli T. Petersen 3.408 0,6 mio kr 41 Sonja Jógvansdóttir 3.408 0,6 mio kr 42 Jónleif Johannesen 3.408 0,6 mio kr 43 Jógvan Skorheim 3.408 0,6 mio kr Virði tilsamans 227 mió kr FAKTA: Gylta pensjónin hjá politikarum varð samtykt undir fullveldislandsstýrinum frá 1998. Men øll tingfólk í samgongu og andstøðu atkvøddu fyri at løn og eftirløn teirra við eitt lop varð tvífaldað