Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 12 TEMA: Íverksetan ÁRNI GREGERSEN H ann er ein av teimum, sum av álvara hevur gjørt dreymin til veru­ leika. Vit tosa um Ólav Ellefsen. 47 ára gamli havnamaðurin, sum byrjaði egna fyritøku, seldi hana og er aftur í gongd sum íverksetari. Hann hevur og ger seg galdandi á altjóða marknaðinum við KT og er við í stóru menningini at gera ein føroyskan samleika í sambandi við Talgildu Føroyar. -Viðurskiftini at byrja sum íverk­ setari í Føroyum eru rættuliga góð, men eg haldi tað hevði verið ein stórur fyrimunur um skúlin meira hevði birt uppundir íverksetan, sigur hann hetta kvøldið vit báðir hittast. Ólavur Ellefsen hevur gjørt sær rættuliga nógvar tankar um íverk­setan og hvussu vit í Føroyum skulu menna okkum. -Íverksetan kann vera so nógv. Tað vísir seg eisini, at vit hava ein hóp av hugskotum. Tað sum skal til síðani er ein hugur og vilji til at arbeiða hart, heldur hann. Íverksetan er vorðið eitt slag av ganda­orði. Vit hoyra vanliga um íverk­setan og um at hjálpa íverk­ setarum uppá ymiskar mátar. -Tað er sjálvandi ómetaliga gott, at vit hava tildømis Íverk­setara­ húsið og Hugskotið, sum kunnu hjálpa til. Tað er eisini gott, at íverksetan er á politiska bredda­ num, men íverksetan sprettur ikki úr slíkum. Hinvegin er tað gott, at karmarnir gerast betri, so leingi teir ikki eisini leggja forðingar inn, sigur Ólavur Ellefsen. Hann sigur eisini, at skipanir sum verða settar í verk at hjálpa íverksetarum, ikki eiga at gerast stýrandi og tær mugu ongantíð gera íverksetan til “klient” hjá skipan­ini. Høg mál Sum íverkseti er tað neyðugt at seta sær høg mál. Tað er ikki altíð ein røkkur teimum, men eru málini sett høgt, so rakar man eisini hægri enn um ein bara setir sær heilt realistisk mál. Tað er ikki altíð rætt bert at hugsa um lokala marknaðin. Ein eigur eisini at hyggja at møgu­leikunum uttanlands, so tað, sum ein ger sum íverkseti kann flytast til onnur lond og aðrar marknaðir eisini. Hugskotini eru nógv og tað er ikki so ringt at finna íleggjarar bæði í Føroyum og á altjóða mark­ naðinum. - Men sjálvandi krevst, at ein renn­ur skjótt og arbeiðir hart. Tað ræður um at fortelja so nógv um sítt hugskot sum møguligt og so renna eitt sindur skjótari enn hini, so ber til at koma fram, sigur Ólavur Ellefsen. Hann hevur sjálvur arbeitt við KT og hann hevur selt sína egnu fyri­tøka á altjóða marknaðinum. Tað kravdi tíð og nógv hart arbeiðið. -Tað er tó ikki dreymurin um vinn­ing, sum drívur verkið. Tað er eitt “drive” sum skal til og hugurin at gera okkurt nýtt, heldur hann. Ólavur Ellefsen heldur, at vit eisini eiga at duga at síggja íverk­ setan og íverksetarar í breiðari merking. Íverksetarar eru fólk, sum duga at fáa ting at henda. Tey finnast manga staðni og eru partar av felagsskapum, skipa fyri til­tøkum og øðrum. -Tað er eisini íverksetan, tá ið onkur letur ein handil upp ella eitt verkstað. Tað er íverksetan og eitt hugskot liggur aftanfyri, sigur hann. Samfelagið broytt Umframt at arbeiða í KT-vinnuni er Ólavur Ellefsen eisini formaður í stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya. Hann veit hvat gongur fyri seg millum ung fólk í dag. Í staðin fyri bara at kasta seg út á arbeiðs­ marknaðin, so velja tey flestu at fáa sær útbúgving. SKÚLIN SKAL EGGJA OG BIRTA UPPUNDIR ÍVERKSETANINA Viðurskiftini hjá íverksetarum í Føroyum eru góð – broyting í hugburðinum skal tó til ÚItbúgvingarmynstrið er broytt ómetaliga nógv. Tað gevur eisini grundarlag fyri fleiri íverksetarum í Føroyum Íverksetan