hósdagur 16. november 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
13
Fyrst í miðnámsskúlunum ella
handverkaraútbúgvingar.
-Hetta krevst í dag, tí arbeiðs
markanaðurin er so nógv broyttur.
So at siga á øllum økjum verða
krøv sett um, at tú hevur eina
útbúgving, sum er á rættuliga
høgum støði, sigur hann.
Í Føroyum ganga eini 2300 fólk
á miðnámi. Tað er meira enn talið
av trimum árgangum av ungum,
so útbúgvingin gongur við fullari
ferð. Umleið sama tal av ungum
lesa hægri lesna, men tað talið
skal so býtast við eitt sindur fleiri
árgangum.
-Tí er tað so avgerandi, at skúlar
nir birta uppundir og royna at
eggja til íverksetan. Vit vita, at
samfelagið broytist við rúkandi
ferð, so tað er neyðugt at vit broyta
okkum. Eg haldi heldur ikki, at tað
er nóg mikið, at vit bert hugsa
lokalt. Vit eiga eisini at hugsa, at
uttanfyri Føroyr er ein stórur
marknaður, sum bert bíðar eftir
rætta hugskotinum, sigur Ólavur
Ellefsen.
Javnstøða
Umframt at vera formaður í
stýrinum fyri Fróðskaparsetrinum,
so hevur íverksetin úr Havn ein
hatt afturat á høvdinum.
Hann er eisini formaður í Javn
støðunevndini.
-Júst á íverksetaraøkinum er
als ikki javnstøða. Okkum tørvar
at síggja nógv fleiri kvinnur sum
íverksetarar, men tær mangla í
stóran stíl, sigur hann.
Hann sigur seg ikki vita heilt
hví, kvinnur ikki í størri mun gera
seg galdandi sum íverksetarar, men
vísir til eina mentan, sum kanska
ikki eggjar kvinnum til hettar.
-Men tær eru alt ov fáar, sigur
hann.
Hann vísir annars á kanningar
í USA, sum vísa at eitt grundarlag
við millum 50.000 og 100.000
fólkum, er tað besta til at menna
talent av ymiskum slag.
Slík samfeløg eru nóg stór til at
talentini eru nóg nógv, men tey eru
heldur ikki so stór at tey hvørva,
sum tað ofta hendir í uppaftur
størri samfeløgum.
-Men vit mugu gera okkum heilt
greitt, at í einum samfelag sum
okkara hava vit als ikki ráð til, at
helvtin av okkum – kvinnurnar –
ikki eru partur av tí menning, sum
skal til og tað er eisini galdandi fyri
íverksetan, sigur hann.
-Eisini á hesum øki má ein hug
burðsbroyting til, heldur hann.
-Vit hava ikki ráð til, at ein
partur av okkum ikki tekur lut í
menningini.
Umhvørvið
Sum heild heldur Ólavur Ellefsen,
at føroyska umhvørvið er gott til
íverksetan.
Hann heldur ikki, at fyrisiting
og tað at byrja smærri feløg er so
torført í føroyska samfelagnum.
-Men fyri at venda aftur til
tað, sum fyrr er sagt: tað skal hart
arbeiðið til, sigur hann.
Hann sigur eisini, at tað er um
ráðandi, tá ið ein hevur eitt hug
skot, at ein ikki dylur tað, til ein
perfekt loysn er funnin. Hann
heldur, at tað ræður um at fara til
kundan og so virka víðari har frá
og gera produktið sum kundin vil
hava tað.
-Tað er ein tilgongd, sum ofta
má gerast saman við teimum, sum
hava brúk fyri tí, sum tú hevur
funnið uppá. Velir tú at arbeiða til
tú hevur tað perfekt, so er tú sum
oftast ov seint úti. Tá er kundin
oftast farin til onkran annan, sigur
Ólavur Ellefsen.
Eitt annað sum hann heldur er
avgerandi er, at tað ræður um at
blíva við at arbeiða. Tað er ongin
náttúrlóg, sum sigur, at tað eydnast
fyrstu ferð, og tí hevur tað týdning,
at vit loyva fólki at snáva og byrja
aftur.
-Oftari tú skjýtur, oftari
rakar tú plett. Soleiðis er eisini
við íverksetan. Oftari tú roynir,
størri eru sannlíkindini fyri, at tað
eydnast, sigur Ólavur Ellefsen.
Hann vísir eisini á, at eins og við
so nógvum øðrum, so eru “timing”
og hepni lyklaorð.
-Tað ræður um at vera á rætta
staðnum til røttu tíðina við tí rætta
hugskotinum, sigur hann,
Viðvíkjandi kørmunum fyri
íverksetan er tað avgerandi, at
teir ikki forða fyri tí frælsi, sum
íverksetarar hava brúk fyri.
Umhvørvið skal sum heild birta
uppundir og menna íverksetara
hugin.
-Sum íverksetari skal tú hugsa
um, at tað ræður um at skapa
virðisøking í okkara samfelag. Tað
kann gerast uppá nógvar mátar,
men fyri samfelagið er tað neyðugt.
Nógvu og góðu útbúgvinganar eiga
at brúkast til tað, sigur Ólavur
Ellefsen.
Ólavur Ellefsen er íverksetari. Hann seldi sína fyritøku til altjóða felag, men er aftur í gongd sum íverksetari av nýggjum
Ólavur Ellefsen heldur, at nóg mikið er til av íleggjarum.
Tað ræður um at koma fram við hugskotunum
Ólavur Ellefsen
47 ár
Cand.merc.dat
Stjóri í Tøkni
Nevndarformaður
í Klintra
Formaður í stýrinum fyri
Fróðskaparsetur Føroya
Formaður í
Javnstøðunevndini