Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 14 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO G oyma gomul føroysk neyst upp á eitt ríki­ dømi, ið vit enn ikki hava gagnnýtt? Kanska enntá eitt, ið vit als ikki hava givið ans? Tað metir íverksetin og arkitekturin Elin Maria Nolsøe Joen­sen, ið sær ónýttar møguleikar í goml­um neystum kring landið. Í løtuni arbeiðir hon við eini verkætlan, ið hevur til endamáls at bæði varðveita og gagnnýta gomul føroysk neyst, sum í løtuni falla í órøkt. Við einum nýggjum tjaldi, ið hon hevur sniðgivið, og sum skal heingjast upp í neystum kring landið, er dreymurin at kunna bjóða ferðafólkum og føroyingum møgu­leikan at gista í hesum bygn­ ing­um, ið sambært Elin Mariu Nolsøe Joensen hoyra til føroyska arki­tekt­urarvin. Íverksetarafelagið Neysting, ið Elin Maria Nolsøe Joensen hev­ ur sett á stovn saman við Sissal Christinu Fossaa, hevur fingið fígging til vega til fyrstu pro­ typuna, og um alt gongur sum ætlan verður verkætlanin roynd­ ar­koyrd í summar. Byrjaði sum skúlaverkætlan Søgan handan íverksetarafelagið Neysting og verkætlanini at end­ urnýggja gomlu føroysku neyst­ ini byrjaði fyri nøkrum árum síð­an í Danmark. Í samband við kandidatritgerðini hjá Elin Mariu Nolsøe Joensen á arkitekta­skúl­an­ um, valdi hon at granska í før­oysk­ um neystum. - Eg vildi finna virðið í teim­um, og hvussu tað best kundi varð­ veitast. Skuldi tað setast í stand, umbroytast ella skuldi okkurt møguliga byggjast aftrat? Men tað sum bergtók meg við neystunum, út yvir hvussu sjamerandi tey vóru, var at man sá sporini frá fortíðini, greiðir Elin Maria Nolsøe Joensen frá, og greiðir víð­ari frá hvussu hugskotið birtist í hug­anum. - Tað ynskti eg varðveita, og tí bleiv avbjóðingin hvussu man kundi vera inni í neystunum uttan at røra við tey. Tí var neyðugt at skapa eitt øki í neystinum, har tað er gott og deiligt at vera, og so kann rest­in vera órørt og óspilt. Úrslitið bleiv ein upphongd konstruktión, har fólk kunna liggja nátt, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen. Roynast í verki Tá Elin Maria Nolsøe Joensen var liðug á arkitektaskúlanum mátti hon taka eina avgerð. Hevði hon her eitt uppskot, ið var vert at satsa uppá? Í fyrstu atløgu vendi hon heim aftur til Føroyar, har hon fór undir at kanna, um hetta var nakað, ið var vert at arbeiða víðari við. Hon setti seg í samband við øll møgulig fólk innan ferðavinnuna, lærdi brúkaran at kenna og kann­ aði um nakar marknaður var fyri ein­um slíkum tilboði. Tað vísti seg skjótt, at tað heilt avgjørt var ein markn­aður, men hon visti kortini ikki heilt hvør leið var røtt at taka. ÓNÝTTIR MØGULEIKAR Í GOMLUM NEYSTUM - Eg kundi valt at lati tað liggja, tí har var eingin fyritøka, ið eg kundi gerast partur av, og í staðin søkt eitt vanligt starv sum arkitektur. Men møguleiki var ov góður at sleppa. So eg avgjørdi, at eg mátti blíva tann vinnurekandi parturin, ið manglaði fyri at verkætlanin kundi gerast veruleiki, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen. - Tað eru øgiliga nógv úthús, sum falla í órøkt. Tey verða ikki brúkt longur, men standa og forfarast. Men eg meini tey hava eitt arkitektoniskt og mentanarligt virði. - Møguleikin er har at fara víðari við hesum. Tað hevði verið ordiliga feitt, um man var ein fyritøka, ið bjóðaði ein slíkan møguleika úti í heimi. TEMA: Íverksetan Íverksetan