Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 15 M - Eg royndi at sleppa innum hjá onkrari fyritøku, kommunu, Visti Faroe Islands ella øðrum, ið høvdu við ferðavinnuna at gera. Eg vón­ aði, at onkur kundi stuðla mær, með­an eg menti verkætlanina, men eg fann skjótt út av, at eingin slíkur felags­skapur var til. Vit hava ikki eina menningardeild fyri føroysku ferða­vinnuna, ið gongur á odda og slóð­ar fyri nýggjum hugskotum, greið­ir Elin Maria Nolsøe Joensen frá. Alt talaði tó fyri, at verkætlanin var verd at fara víðari við. Markn­ að­urin var til staðar, talið av ferða­ fólkum vaks alsamt meira, fólk vóru áhugaði og nýútbúni arkitekt­ urin var sjálv millum útbúgving og arbeiði. - Eg kundi valt at lati tað liggja, tí har var eingin fyritøka, ið eg kundi gerast partur av, og í staðin søkt eitt vanligt starv sum arkitektur. Men møguleiki var ov góður at sleppa. So eg avgjørdi, at eg mátti blíva tann vinnurekandi parturin, ið manglaði fyri at verkætlanin kundi gerast veruleiki, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen. ÍVF Neysting hevur tó fingið hjálp frá grunninum Vinnuframi, ið hevur játtað verkætlanini pening, og verður ein prototypa í løtuni framleidd, ið verður royndarkoyrd í summar. Vinnuframi hevur eis­ ini játtað pening til at tryggja upp­havsrættin til hugskotið, og harumframt hevur Elin Maria Nolsøe Joensen fingið játtað 40 sokallaðar coach-tímar frá Vinnu­ frama, ið inniber, at hon kann sparra við ein persón um við­ komandi evnir. Ríkir møguleikar At varðveita arkitekturarv er eitt mál, ið liggur nær at hjarta hjá Elin Mariu Nolsøe Joensen, og er tað or­ søkin til, at hon av fyrstan valdi at hyggja eftir teimum mongu, gomlu neystunum kring landið. - Tað eru øgiliga nógv úthús, sum falla í órøkt. Tey verða ikki brúkt longur, men standa og for­ far­ast. Men eg meini tey hava eitt arkitekt­oniskt og mentanarligt virði. So havi eg arbeitt við at finna eina loysn um hvussu tey kunna varð­veitast, og tí eri eg komin fram til hetta tjaldið, ið kann hongjast upp inni í slíkum húsum. Við tí verða úthúsini umbroytt til bóli fyri ferðafólk, sigur Elin Maria Nol­s­øe Joensen. Tjaldið er ment til at hava eina sissandi ávirkan á fólk, og er tað gjørt úr føroyskari ull. Tað hevur fleiri fyrimunir sambært Elin Mariu Nolsøe Joensen. - Inniluftin verður betri, tí ull andar betri enn annað tilfar. Har­ um­framt er tað eisini heitari og vakr­ari. Munurin við vanligum tjøld­um er eisini, at man er inni í ein­um neysti, so á tann hátt er man betri vardur móti regni, vindi, kulda og øðrum veðurviðurskiftum, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen. Føroyingar og ferðafólk Ikki bara metir Elin Maria Nolsøe Joen­sen, at nýggju tjøldini kunna veita nýtt lív til ein gamlan før­ oyskan mentanararv, men at nýggja tilboðið kann veita ferða­ fólk­um eina øðrvísi uppliving. - Tey fáa eina fantastiska nátt­ úru­uppliving, tí húsini standa mangan við útjaðaran og neyst­ini við sjóvarmálan. So tey fáa bæði hetta náttúruupplivilsi og upp­ livilsi av at vera í einum arkitekt­ on­iskum mentanararvi. Tey kunna gista í einum neysti, har tey síggja gomlu sporini og tað ektaða í tí, greiðir Elin Maria Nolsøe Joensen frá. Tað er tó ikki bara útlendsk ferða­fólk, ið Elin Maria Nolsøe Joen­sen metir verkætlanin vendir sær til, men vísir á, at í okkara ný­ mót­ans samfelagi kann hetta vera ein upplagdur møguleiki hjá før­oy­ ing­um at sleppa undan strongda ger­andisdegnum. - Man sær ein tendens í dagsins samfelag, ið er ein avleiðing av samtíðini vit liva í, har øll fólk alla tíðina eru on. Øll skifta millum túsund tól og kanalir, og tað, meti eg, er við at stressa fólk. Hetta er eitt mótsvar til tað. Eitt høvi at un­plugga, koma út í náttúruna og koma í kontakt við seg sjálvan aft­ ur, sigur Elin Maria Nolsøe Joen­ sen. Møguleikar í útlondum Verkætlanin verður royndarkoyrd í Føroyum í summar, og um alt gongur sum ætlað, so kann væl vera, at tað ikki gongur long tíð áðr­enn ÍVF Neysting bjóðar sínar tæn­astur í øðrum londum. Elin Maria Nolsøe Joensen er varin at tosa um útlendskar marknaðir, men viðgongur, at talan er um eina vøra, ið væl kann seljast aðrastaðni. - Eitt slíkt tjald kann hanga í grót­húsum, seyðahúsum og øðrum hús­um í fjøllunum. Eg veit at í Norra líkist byggimentanin okkara, og har eru ríkiligt av neystum og onnur úthús, ið kunna brúkast til slíkt. Sama ger seg galdandi í Svøríki og Íslandi. Onnur heimsins lond hava eisini eina líknandi søgu, har tey hava liva av landbúnað. Tískil hava tey eisini líknandi mentanararvalig hús, sigur Elin Maria Nolsøe Joensen, og leggur afturat. - Møguleikin er har at fara víð­ari við hesum. Tað hevði verið ordi­liga feitt, um man var ein fyritøka, ið bjóðaði ein slíkan møguleika úti í heimi. So kundu fólk, ið kenna okkara vøru, fara inn á heima­síð­ una og leita eftir okkum til­boð­um kring allan heim. Tað er dreymurin, og hann er møguligur, men fyrst skal tað virka í Føroyum. -Tað sum bergtók meg við neystunum, út yvir hvussu sjamerandi tey vóru, var at man sá sporini frá fortíðini