Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 16 TEMA: Íverksetan Íverksetan VILMUND JACOBSEN   T að eru stívliga fýra ár síðan, at Eyðbjørn Han­ sen av Toftum fekk hugskotið til ein verk­ ætlan, sum íverksetarafelagið hjá hon­um og trimum øðrum - Sea Farm Innovation - nú fær pantent upp á. Teir settu málið høgt og vildu geva sítt íkast til at hjálpa ali­vinn­ uni at beina burtur lúsina, sum er ein stór plága – ikki bara í Føroyum, men allastaðni, har sjógvaling fer fram. Menninir aftan fyri verk­ætl­ anina eru Eyðbjørn Hansen av Toftum og Andy Knudsen av Glyvrum, sum báðir eru mask­in­ meistarar og hava kenst frá ung­um árum av. Aftrat teimum er son­ur Eyðbjørn, 18 ára gamli, Ari Eyð­ bjørns­son Hansen og bróðurin, Gunn­ar Johildarson – allir við ymisk­um førleikum, sum hava við­virkað til, at teir nú eru komnir und­ir land við reinsiskipanini. - Andy Knudsen er sera dugna­ lig­ur maskinmeistari, og eg eri eis­ini útbúgvin bilmekanikari og maskinmeistari. Sonur mín, sum gongur á HTX í Danmark, er ófør­ur at tekna í 3D, og Gunnar Johild­arson hevur útbúgvingar og drúgvar royndir innan teldu og sam­skifti. Við teimum førleikum, sum vit hava hvør sær, hava vit deilt ymisku uppgávurnar ímillum okkum, sigur Eyðbjørn Hansen. Seinastu árini hevur Eyðbjørn Hansen arbeitt á boripalli, og Andy Knudsen siglur við norskum nóta­ skipi. - Eg eri tvær vikur á bori­pall­ in­um, og síðan eri eg heima í fýra vik­ur. Tískil havi eg havt rímiliga góðar stundir at arbeitt við verk­ ætlanini, sigur hann.   Ein hjálpandi hond Eingin av teimum fýra hevur nakr­ antíð havt nakað við aling at gera, men hetta heldur Eyðbjørn Hansen saktans kann vera líka so nógv ein fyrimunur sum ein bági. - Í miðlunum hoyrdi eg javnan um pláguna, sum lúsin er í aling­ ini, og eg hefti meg við tær veld­ugu avbjóðingar, sum hetta hev­ur við sær, bæði fíggjarliga og um­hvørvis­ liga. Hetta leiddi meg inn á tankan, at tá tú kanst sita á jørðini og stýra ein­um bili, sum koyrir á Mars, so eig­ur tað eisini at lata seg gera at fáa lýsn­ar av laksi, sum tú hevur við hond­ina. Eyðbjørn Hansen vísir á, at tá hann hevði hugsað um tingini í eina tíð, helt hann seg vita, hvørj­ um hann skuldi fara eftir. Hann var sannførdur um, at her skuldi einki eitur brúkast og einki, sum krev­ ur nakra serliga orku, hvørki heitt ella feskt vatn, men bara sjógvur, tí sjógv­ur vantar ikki, tá tú arbeiðir á sjón­um. Hetta skuldi vera ein skip­an, sum er einføld og náttúrlig - Eg hugsaði, at tá tú kanst sita á jørðini og stýra einum bili, sum koyrir á Mars, so eigur tað eisini at lata seg gera at fáa lýsnar av laksi, sum tú hevur við hondina, sigur Eyðbjørn Hansen, sum saman við trimum øðrum hevur ment eina kollveltandi reinsiskipan sum reinsar lýs av laksi við sera góðum úrsliti KOLLVELTANDI REINSISKIPAN BERJIR NIÐUR LÚSAPLÁGUNA - Eg helt, at tað eigur at bera til at reinsa lýsnar av laksinum uttan at brúka eitur ella orkukrevjandi viðgerðarhættir, og hetta er framvegis ein grundleggjandi partur av konseptinum aftan fyri skipanina hjá okkum, sigur Eyðbjørn Hansen