Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 17 SOSIALURIN 119 og sum lítið og einki viðlíkahald krevur. - Eg helt, at tað á ein ella ann­ an hátt eigur at bera til at reinsa lýsn­ar av laksinum uttan at brúka eitur ella orkukrevjandi við­gerð­ ar­hættir, og hetta er framvegis ein grundleggjandi partur av kon­ sept­inum aftan fyri skipanina, sigur hann.   Langur vegur fram Teir settu sær nú fyri at gera eina prototypu, sum teir bygdu í einum bilhúsi. - Ari teknaði alt upp í 3D. Vit fingu alt skorið við lasara og settu síðan skipanina saman. Eyðbjørn Hansen sigur, at hetta var byrjanin, og enn í dag byggir reinsi­skipanin á sama hugskot sum í byrjanini, men her eru nógv­ ar ymiskar tillagingar gjørdar. - Tað kostar pengar at vera upp­ finn­ari og íverkseti, og tað er ikki altíð so lætt at fáa onnur at trúgva upp á tað, tú fæst við. Hinvegin hava vit heilt frá byrjan merkt, at fólk eru ógvuliga spent og áhugað eftir at vita, hvussu hetta nú fór at rigga. Men, vegurin fram er bæði langur og drúgvur. Tað hevur tó hildið mótinum uppi, at vit eru fýra um verkætlanina. Tá onkur kanska var minni tendraður í eina tíð, birtist hugurin av nýggjum í onkr­um øðrum, og so koyrdi alt aftur, og vit arbeiddu fram eftir mál­inum. Eyðbjørn Hansen sigur, at teir hava fingið stuðul til verkætlanina úr eitt nú Vinnuframagrunninum, og sjálvsagt er allur stuðul kær­ kom­in. - Vit hava eisini brúkt hópin av peningi úr egnum lumma, tí vit hava alla tíðina trúð upp á, at hetta kann gerast nakað stórt, um vit funnu røttu loysnina. Eg kann siga tað soleiðis, at vit nú eru lidnir við at sannføra hvønn annan um, at vit hava fatur í rætta endanum, og at vit eru komnir ógvuliga langt. Nú eru tað bert smávegis til­lagingar, sum skulu fáast upp á pláss, áðrenn farast kann undir veru­liga framleiðslu av skipanini.   Fyrstu royndirnar Eyðbjørn Hansen vísir á, at fyrstu praktisku royndirnar við at avlúsa laks vórðu gjørdar á sumri í 2016. - Vit fingu eina ávísa nøgd av deyðum laksi, sum var fongdur við lús, at royna í reinsiskipanini. Tá royndin varð gjørd, fingu vit eisini høvi at gera ymiskar tillagingar. Hann ásannar, at tað er ikki bara sum at siga tað at fáa eina heila vinnu at trúgva upp á, at verk­ætl­ an­in, sum teir hava ment, kann verða við til at loysa lúsapláguna. - Í heyst hava vit so gjørt enn eina roynd í samstarvi við eina ali­ fyri­tøku, og hesaferð var tað við liv­andi fiski, sum var fongdur við lús. Vit læntu flaka, fiskapumpu og fisk frá alifelagnum at brúka í roynd­ini. Eyðbjørn Hansen sigur, at tíðin frá tí, at fiskurin kemur upp úr aliring­inum, til hann er reinsaður fyri lús og er aftur á sjónum, tekur minni enn 10 sekund, og sjálv reinsi­viðgerðin av fiskinum tekur bert ein fjórðing av einum sekundi. - Upp á eitt fjórðingssekund fær fisk­urin fleiri viðgerðir, leggur hann aftr­at.   Sera góð úrslit Royndirnar í heyst vístu, at við­ gerð­in er rættiliga effektiv, sam­ stundis sum hon fer væl við fisk­ in­um. - Eingin fiskur doyði og eingin fekk skaða sambært teimum ser­ kønu, sum gjørdu royndirnar sam­ an við okkum. Úrslitini vístu, at lús á øll­um stigum fekst av laksinum, og at nærum øll lúsin fór av. Men, alt kann gerast betri, og vit ætla ikki at helma í, fyrr enn hvør ein­ asta lús verður spulað burtur av laks­inum í okkara skipan. Spurdur, um hann er ovfarin av, at reinsiskipanin longu er so effektiv og fer so væl við fiskinum, sig­ur Eyðbjørn Hansen, at hann hevði væntað eitt líknandi úrslit sum hetta. - Vit høvdu ikki brúkt so nógva tíð, orku og pening upp á hetta, um vit ikki høvdu væntað, at tað fór at rigga. Onkrar smávegis broytingar skulu gerast, men vit eru væl á veg. Vit hugsa okkum, at øll skipanin kann standa umborð á einari tví­ kilju, soleiðis at hon verður løtt at arbeiða við. Hetta er ein einføld skipan, og her eru eingir leidningar, og her er eingin el-tøkni. Eyðbjørn Hansen vísir á, at ein slík reinsiskipan eisini kann vera ein møguleiki hjá eitt nú einum minni norskum alifelag, sum ikki hevur fíggjarliga orku til stór skip, sum kunnu reinsa fiskin við fesk­ um vatni. - Eg sigi ikki, at okkara skipan fer at gerast øll loysnin upp á lúsa­ pláguna, men eg vænti avgjørt, at skipanin virkuliga fer at gera mun, sigur hann.   Patentið er ávegis At søkja um patent upp á eina upp­ finning er ikki bara sum at siga tað, og tað kann saktans taka nøkur ár, áðrenn alt er komið endaliga upp á pláss. - Vit hava fingið at vita, at okk­ ara íverksetarafelag - Sea Farm Inno­vation - fær patent upp á hesa skipan. Allar kanningar eru gjørdar í hesum sambandi, og patentið er ávegis. Tað er ein donsk fyri­tøka, sum hevur skrivað um­ sókn­ina fyri okkum, og hetta er heldur ikki bara sum at siga tað, tí hetta skal gerast rættiliga ítøkiligt og skjalfast, samstundis sum slíkt arbeiði kostar rættiliga nógvan pening. Men, hvat hava toftamaðurin og hansara felagar so lært av hesum? - Tað virkar, sum føroyingar síggja rættiliga nógv upp til norð­ menn, tá ræður um aling, og ivi kann stinga seg upp um, hvørt før­oyingar eru nóg góðir. Men, vit skulu ikki gloyma, at vit eiga heims­ins bestu alivinnu, og Før­ oy­ar eru kendar fyri at eiga góðar og dugnaligar maskin­menn. So, hví skulu vit ikki kunna megna tað sama – eisini á uppfinnarasíðuni – sum aðrir? Eg veit væl, at vit, sum hava gjørt hesa reinsiskipan, ikki eru alarar, men vit eru har­aft­ur­ ímóti maskinmeistarar. Onkur skal vera fyrstur. Tá vit sum ikki-alarar fóru í gongd, vóru vit púrasta opnir fyri øllum møguleikum, og her hava vit úrslitið, sigur Eyðbjørn Han­sen brosandi. Sosialurin kann leggja aftrat, at nú tað so smátt er farið at frætt­ ast út um landoddarnar, at henda nýggja reinsiskipanin er upp­ funnin og fingin at virka, byrjar eisini áhugi fyri skipanini at vísa seg uttanlands.  Her verður skipanin royndarkoyrt. Tíðin frá tí, at fiskurin kemur upp úr aliringinum, til hann er reinsaður fyri lús og er aftur á sjónum, tekur minni enn 10 sekund – og sjálv reinsiviðgerðin av fiskinum tekur bert ein fjórðing av einum sekundi - Í miðlunum hoyrdi eg javnan um pláguna, sum lúsin er í alingini, og eg hefti meg við tær veldugu avbjóðingar, sum hetta hevur við sær, bæði fíggjarliga og umhvørvisliga, sigur uppfinnarin