Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 18 18 Fiskimálaráðið Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum. Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki: • Burðardyggur fiskiskapur • Royndarveiða og virðisøking av fiski • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini • Eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest • Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands. • At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum. Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfari útluta 7,2 mió. kr. komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir. Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Tel. 35 30 30 / fartel. 55 32 48 ella til jakupmo@fisk.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 4. desember 2017, kl. 12.00. Umsóknir skulu sendast til: Fiskimálaráðið Samskiparin í fiskivinnugransking P.O.Box 347 Yviri við Strond 15 FO-110 Tórshavn Meira fæst at vita: Programm, umsóknarbløð, vegleiðingar og annað kunnandi tilfar fæst á heimasíðu okkara www.fvg.fo FISKIVINNUROYNDIR 2018 Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins fíggjarlóg fyri 2018. Lýsing eftir umsóknum torshavn.fo Skjótt fer Tórshavnar býarsavn undir regluligar framsýningar, og tí vil kommunan á tal við borgarar, sum hava áhuga í at mynda og geva sítt íkast til okkara felags býarsavn. Hevur tú hugskot til, hvat innihaldið skal vera í einum framtíðar býarsavni? Hevur tú lutir, myndir ella annað, sum kunnu siga eina søgu um býin, og sum tú kundi umhugsað at latið ella lænt Tórshavnar býarsavni? Á evniskvøldi um Tórshavnar býarsavn verður høvi at kunna seg um ætlanir fyri savnið og at koma við hugskotum til, hvussu savnið skal myndast. Fundurin verður hildin í Auluni í Finsen mánakvøldið 20. november kl. 19. Øll eru vælkomin. SKRÁ - Gunvør Balle, forkvinna í mentamálanevndini og varaborgarstjóri, bjóðar vælkomin - Umboð frá mentamáladeildini greiða frá, hvussu savnið hjá Birgari Johannessen, verður tikið yvir og ætlanirnar við Tórshavnar býarsavni í framtíðini - Orðið frítt Alment tiltak um Tórshavnar býarsavn Víkarvegur 107 / FO-520 Leirvík / Tel 41 42 43 / irf@irf.fo / www.irf.fo K R E A Søkt verður við hesum eftir einum fólki til reinsitænastuna hjá IRF, at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar: • Tøming av rottangum í IRF-økinum • Annað fyrifallandi arbeiði hjá IRF Krøv til umsøkjaran: • Stóra koyrikortið, og royndir við at koyra lastbil • Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt Galdandi sáttmáli: Lønarsáttmáli fyri fastlønt millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Skrivlig umsókn verður at senda til irf@irf.fo og skal verða okkum í hendi innan mánadagin 27. november 2017. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til IRF, tlf. 41 42 43, Adelbert Ellingsgaard. FÓLK TIL REINSITÆNASTUNA HJÁ IRF Formula | Óðinshædd 2 | Postboks 1078 | FO-110 Tórshavn | Tel (+298) 344000 | www.formula.fo Roknskaparfólk til Formula Formula søkir eftir dugnaligum starvsfólki til roknskapartoymið á Formula. Talan er um eitt starv við møguleika fyri fleksiblum arbeiðstíðum í fremstu KT-fyritøkuni í Føroyum. Starvið fevnir í stóran mun um dagliga røkt av skuldarum (debitorum), herundir fakturering, bókingar og avstemmanir. Starvið fevnir eisini um alt annað vanligt bókhaldsarbeiði, herundir kreditorrøkt og fíggjar- bókhald. Vit vænta, at tú: • Hevur viðkomandi útbúgving • Hevur viðkomandi royndir • Hevur royndir við Navision roknskaparskipanini. • Hevur kunnleika og royndir við Excel. Vit ynskja, at tú kanst arbeiða sjálvstøðugt. Harumframt er nærlagni, arbeiðssemi og ábyrgdarkensla eginleikar, sum eru viðkomandi fyri at røkja starvið. Starvið verður at seta skjótast tilber, og lønin verður ásett sambært avtalu. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Árna Arge, fíggjarstjóra, á telefon 244011 ella umvegis teldupost til aa@formula.fo. Umsóknin, prógv og lívsrensl skulu sendast til aa@formula.fo. Freistin at søkja er 20. november 2017.