Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 20 HEIMAGJØRDAR Ein heimagjørd gáva er serstøk og persónlig fyri tann, ið evnar hana og fyri tann, ið fær hana. Tað er eisini stuttligt at royna seg og fáa ymiskt til vega saman við børnunum, so at tey kunnu gleða onkran við eini gávu, sum tey sjálvi hava gjørt. Vit hava savnað saman nøkur hugskot til heimagjørdu gávuna, sum børnini kunnu evna sjálvi ella saman við foreldrunum. 1 Dreymafangari Tað eru nógvir ymsk sløg av dreyma­fangarum, og teir eru lut­falssliga lættir at gera, og til ber at gera teir persónligar við ym­isk­um litum og uppíhangi so sum fjøðr­um, perlum og øðrum. Hesin dreymafangarin er gjørd­ur við at vevja bummuls­tógv rund­an um ein metallring. Bummuls­ tógvið verður eisini nýtt til at veva inni í ringinum og til snórarnar við perl­um og fjøðrum. Tilfar: Ein metall- ella plastikkring á um­leið 15 sentimetar í diametur (ella so stóran, sum tú ynskir, at dreyma­ fangarin verður) Bummulstógv, silki- ella toyband í tí liti, sum tú ynskir, at dreymafangarin skal verða • Træperlur • Fjaðrar • Lím Mannagongd: Vev tógvið allan vegin runt um metallringin, og bind síðani ein fastan knút, tá endarnir møtast. Bind átta knútar á ringin við tógvinum við líka stórum millumrúmi ímillum allar. Bind tógvið fast í ein av snórunum, og síðani verður vovið frá einum snóri til tann næsta við at vevja tógvið um snórin. Halt á fram við av vevja í móti miðjuni við at snara tógvið undir snórin og síðani upp aftur. Minst til at stramma tógvið hvørja ferð. Til ber at pynta við perlum, um ein hevur hug til tað, ímeðan vovið veður. Í miðjuni verður tógvið hálað upp, síðani verður ein knútur bundin og endin kliptur av. Tað er eitt gott hugskot, at sletta ein dropa av lími á knútin, so hann heldur betur. Heingiprýði til dreyma­fangaran: Klipp tríggjar endar av tónum, og bind teir fastar ímillum tveir knútar á ringinum. Hála eina perlu á hvønn endan og bind nakrar knútar, so perlan verður føst. Líma síðani fjaðrar niðast á endarnar. Líma eisini fjaðrar á perlurnar. Klipp eitt petti av tógvinum og bind tað ovast í ringin, og hála eina perlu á. Hetta er til at heingja upp við. 2 Lita og laminera dekkserviettar úr toy Hvítt toy (eitt gamalt lak, ella okkrt annað, sum tú møguliga eigur inni kann gott brúkast). Eru børnini lítil, so er tað eitt gott hugskot at tekna motivini á, áðrenn børnini lita tey. Hetta kann til dømis verða djór, familjan, húsini ella okkurt annað. Eru tað størri børn, sum gera projektið, so er ikki neyðugt við so nógvari hjálp. Toyið verður teknað og síðani klipt til ein dekkserviett, áðrenn tað verður laminerað. Tilfar: • Hvítt toy • Tussjir til tekstil • Lamineringslummar • Lamineringsmaskinu Mannagongd: Tekna myndirnar á toyið, sum skulu á dekkserviettin. Tað ber væl til, at fleiri børn gera hetta í senn. Klipp toyið eitt sindur minni enn ein A3 lamineringslummi Legg toyið inn í lamineringslummam, og laminera tað. 3 Armbond úr perlum Hetta er lætt hjá teimum smáu børnunum at gera, og kann gerast persónligt og meir ella minni barnsligt alt eftir, hvønn gávan er til. Tilfar: • Plastikk perlur við stórum holi • Møguligt annað prýði við holi • Litríkt elastikk Mannagongd: Klipp elastikkið so stórt, sum tú vilt hava tað. Vel litir og snið, og legg perlur og prýði klárt. Drag síðani elastikkið gjøgnum perlurnar og prýðið. Bind nakrar fastar knútar á til endans. ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO