hósdagur 16. november 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017
SOSIALURIN 134
21
JÓLAGÁVUR
4
Prent við blekk
blettum
Eitt vakurt, einkult prent, sum er lætt hjá
teimum minstu at gera.
Tilfar:
•
Pappír
•
Smáir penslar, um ein hevur hug. Tað er tó ikki
neyðugt.
•
Litað pappír at líma myndina á
•
Máling
•
Rammu
Mannagongd:
Legg pappírið varliga saman, men ansa eftir, at tú ikki
trýstir ov fast niður á, so linjan ikki verður ov sjónlig.
Dryppa nokk av máling á aðra síðuna á pappírinum, ella
mála eitthvørt við penslinum. Minst bert til at brúka
nóg mikið av máling. Legg pappírið saman og kroyst
hina síðuna av pappírinum ímóti ta malaðu síðuni.
Lat síðani pappírið upp aftur, og lat tað torna. Líma
myndina á litaða pappírið, sum er eitt sindur størri enn
málaða myndin. Koyr í eina vakra rammu.
5
Smákøku blanding
Legg turra tilfarið, sum skal brúkast í
uppskrift til smákøkur, omaná hvørt annað
í eitt vakurt glas ella plastikk ílat. Prýð ílatið
við einum vøkrum bandi, eini tekning ella einum lítlum
brævi frá barninum. Til ber at skriva uppskriftina til
smákøkurnar á ílatið ella á ein lepa, sum er við.
Tilfar:
•
Klistur, ið klistrar á báðum síðunum ella lím
•
Tunnan segldúk ella vakurt pappír
•
Saks
•
Tussjir til tekstil ella filtpennar
•
Turt tilfar til smákøkur (sí prei)
Mannagongd:
Klipp seglukin ella pappírið í ein fýrakant í røttu stødd.
Skriva eina heilsan á merkiseðilin. Klistra ella líma
merkiseðilin á ílatið. Tað ber eisini til at hanga hann á
bandið, sum prýður ílatið
6
Vøkur skál úr
smeltaðum perlum
Ein vøkur skál, ið er løtt at gera – eisini hjá
teimum lítlu børnunum. Brúkar tú blandaðar
perlur verður skálin litføgur og festlig, men velur tú
til dømis bert svart, hvítt, ella grátt so kemur hon til
sjóndar á ein heilt annan hátt.
Tilfar:
•
Perlur
•
Eina eldfasta skál í á leið ta støddini, sum
perluskálin skal verða.
•
Olju at smyrja í eldfasta ílatið
Mannagongd:
Hita ovnin á 175°C
Smyr eldfasta ílatið/skálina við olju
Koyr perlurnar í eldfasta ílatið/skálina í einum lagi,
so tær ikki liggja á hvørjari aðrari.
Set ílatið/skálina í ovnin og baka perlurnar í eini 15
minuttir
Tá tað er kølnað, so tekur tú varliga perluskálina úr
eldfasta ílatinum/skálini
Prei:
Uppskrift til 24 smákøkur:
Tilfar:
•
420 ml av mjøli
•
3/4 tsk. natron
•
3/4 tsk. salt
•
120 ml sukur
•
180 ml putursukur
•
250 gram av hakkaðari myrkari
sjokolátu
Hetta tilfarið passar í eitt ílat, sum tekur
ein litur
Mannagongd:
Hita ovnin á 190°C
Smelta 170 gram av smøri ella margarini
og koyr tað í ein bolla. Koyr 1 egg og eina
teskeið av vanilju essensi í. Blanda turra
tilfarið úr ílatinum væl saman við hesum.
Brúka eina súpuskeið til at meta
um mongdina av deiggi, tá tú gert
smákøkurnar. Legg tær á eina plátu við
bakipappíri á. Baka í 9-11 minuttir (ella
inntil tær verða ljósabrúnar). Vælgagnist!