Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 22 TÍÐARGREIN S o var tíðin aftur komin til ta eftirhondini árligu og afturvendandi løtuna har heilsuverkið er í brenni­ dep­il­inum. Hesuferð fyrst við bidd­aragongu og innanhýsis stríð, og nú seinast við verkfalli hjá sjúkra­røktarfrøðingum. Alt er eitt symp­tom upp á eitt sjúkt og dys­ funk­tionelt sjúkrahúsverk. Søgan endurtekur seg og tykist versna frá ár til ár. Órógv valdar og ábendingar eru um, at sjúkrahúsverkið er mest­ sum við at rakna innan­í­frá. Felags­ nevnarin eru starvs­fólka­bólkar sum eru misnøgdir og ikki føla seg virðismettir og eitt kroniskt og áhaldandi undirfíggjað heilsuverk. Eyðmýkjandi og møðandi hjá sjúklingum og borgarum at vera vitni til og ørkymlandi hjá fakfólkið, sum saman við sjúklingum ferð eftir ferð skulu vera noydd at fara ígjøgnum og vera partar av hesum afturvendandi glantrileikum. Men hetta er alt væntandi og væl skilligt. Lága ambitiónsstøði Heilsuverkið er útarmað sum tað er, og tað er óvirðuligt at enda í tílík­ari støðu, men tað vísur bert, at her er spart inn á bein og nakað væl afturat. At fíggja og reka eitt nútímans og tíðarhóskandi heilsuverk, ið fylgir við tí støðugu menningini kostar nógv og verður dýrari í framtíðini. Framvegis tykjast føroyskir pol­ itikarar ikki at skilja hetta. Fíggjarligu raðfestingarnar bera týðiliga boð um hetta. Viðferðin og raðfestingin av heilsu­verkinum sær ikki sín líka í hin­um Norðurlondunum. Tað fæst eingin veruligur fram­ burður, um alt allatíðina snýr seg um spariátøk. Framsøkni og vi­ siónir hava ikki nakað virðið um tey ikki verða umsett frá stórum orð­um og ritgerðum. Meðan Føroyar velur lægsta bluss fyri heilsuverkið flyt­ur heilsu­verkið í hinum Norð­ur­lond­ un­um seg støðugt fram á leið, og tó at tað sjálvandi eisini er við av­bjóð­ingum tykjast politikarar í granna­londunum í størri mun at virðis­meta heilsuverkið og rað­ festa tað hareftir. Hetta hava borg­ arar bæði ynski um og krav uppá. Nógv størsti parturin av fólkinum í sam­felagnum fara upp á eitt ella annað tíðspunkt í lívinum at koma í samband við og hava tørv á tæn­ ast­um í heilsuverkinum. Ynski og kravið er sjálvandi tá, at tað er nú­tíðarhóskandi og kann veita hjálp, ið kann sammetast við støði í granna­londunum. Hálvgjørt mestsum ógjørt Har vóru glottar at hóma við einari menn­ingarætlan, men hon hevur lítið virði og fer ikki at muna stórvegis, um tað einasta ætlanin at fylgja er, at hava eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini. Har restar framvegis nógv eftir at umseta í praksis og hetta gongur alt ov striltið og hevur framvegis lyndi til at drukna í køvandi lokalpolitikki ella vantandi raðfesting. Tað er fram­vegis alt ov lítið sum er ført út í verkið. Tað er ikki nøktandi at til­mælini skulu setast í verk yvir eitt áramál. Sum dømi kann nevnast at inn­føra eina felags visitering og ein sam­skipaðan bíðilista fyri alt landið. Onnur dømi eru, at dag­ skurð­viðgerðir og rehabilit­ering í størri mun gerast í Klaksvík og í Suð­uroy, meðan størri skurðvið­ gerð­ir og akutt álvarsliga sjúk eiga at fara beinleiðis á LS, sum um­ framt tað tvørfakliga toymið sum krevst eisini hevur tær stuðuls­ funk­tiónir sum eiga at vera til taks tá, so sum intensiv deild, blóð­banka, rannsóknardeild og rønt­gendeild við m.a CT og MR skann­arum. Eisini áttu starvsfólk í størri mun at kunna arbeitt runt á teim­ um trimum sjúkra­húsunum. Hetta hevði gagnnýtt tilfeingi betur og verið við til at betra um sam­skifti um vitan og royndir, um somu tíð sum tað hevði kunna bøtt um sam­ starvi millum tey trý sjúkra­húsini. Tað átti ikki at verið neyðugt við einum áramáli at framt hetta. Tað er sannlíkt, at tey trý sjúkrahúsini koma framvegis at hava úr at gera hvør sær, hóast ein um­skipar hvat hvørt sjúkrahús skal gera og fylgir tilmælunum í menn­ingarætlanini. Tað tykist sum stígur er komin í at seta menningarætlanina út í verkið. Nú valdar tøgn og nógv lat­ast halda at nú er vend komin í og alt er blivið so nógv betur. Sann­leikin er tó í nógvum førum ein annar. Einki er broytt við grunnleggj­ andi trupulleikan, sum er at játt­ anin framvegis er ov lág í mun til tørvin. Ábyrgdarfráskriving Tá politiska skipanin nú lastar leiðslu og starvsfólk fyri vánaliga fíggj­ar­stýring ber tað brá av fullkomiliga ábyrgdarfráskriving. Rópt hevur verið varskó nú í fleiri ár um at raðfesta og samskipa heilsuverkið á ein betri hátt. Men tað er politiska skipanin sum hevur evstu ábyrgd av, at tað bæði hevur tikið alt ov langa tíð, og at tað framvegis ikki er framt á nøkt­andi hátt, hóast tað nú finst ein menn­ingarætlan. Politiska skip­anin má taka ábyrgdina av, at hetta er so mikið illa frágingið orsakað av, at hon ongantíð áður og fram­vegis ikki er før fyri at draga somu línu tá tað kemur til før­oyska sjúkrahúsverkið. Beinleiðis ódámligt, átaluvert og ábyrgdarleyst at tað nú verður lagt eftir starvsfólkum. Tað verið seg leiðslu sum starvsfólk á gólvinum. Um nakar ivast um tað veru­liga er spart inn á bein á LS, so er at spyrja starvsfólk sum síggja støð­ una handan teir fýra vegg­ir­nar. Fakta handan leiktjaldið Sambært Nordisk statistikk hev­ ur Føroyar játtað minst til heilsu­ verkið í prosent av BTÚ sammett við hini Norðurlondini heilt aftur til 2010. Alt tað sum nú sæst hevur verið væntandi og er ein nátúrlig av­leið­ ing av raðfesting tey seinastu árini og tað átti tískil ikki at komið óvart á nakran, men ábyrgdin av tí hava politikararnir. Undrunarvert at henda pjøssing upp á heilsuverkið við nøkrum smáum eykajáttanum fær fólk at ress­ast, tá trupulleikin snýr seg um kron­iskt ov lítla játtan til heilsu­ verkið gjøgnum fleiri ár. Tað er eyðsæð at fíggjarkarmar og játtan skulu haldast, men tað er líka sjálvsagt at hetta er meir trupult, tá játtanin kanska í veru­ leikanum hevur verið ov lág gjøgn­ um fleiri ár samstundis sum kravt verður áhaldandi um meir effekt­ ivis­ering og rasjonalisering. Virk­ Heilsuverkið, ein søga um misnøgd, armóð og biddaragongu EIVIND WARBERG SKURÐLÆKNI Tað er sannlíkt, at tey trý sjúkrahúsini koma framvegis at hava úr at gera hvør sær, hóast ein um­skipar hvat hvørt sjúkrahús skal gera og fylgir tilmælunum í menn­ingar­ ætlanini Beinleiðis ódámligt, átaluvert og ábyrgdarleyst at tað nú verður lagt eftir starvsfólkum