Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 23 semi er á øllum økjum hækkað mun­andi tey seinastu árini. Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 verður staðfest, at á LS er á skurðdeildini alt frá inn­legg­ ingum, ambulantum við­gerð­um, skurð­viðgerðum og dag skurð­við­ gerð­ir økt hvørt einasta ár seinastu árini. Í 2011 vóru 3222 innleggingar og 3668 í 2016. Øking upp á 14%. Ambul­antar viðgerðir hevur støð­ ugt økt ár um ár frá 20.561 til 29.837 í 2016, tvs. hækking upp á heili 45%. Skurðviðgerðir frá 2049 í 2011 til 2414 í 2016, økt við 18%. Dag skurð­ viðgerðir er somuleiðis økt frá 559 í 2011 til 617 í 2016., hækking upp á 10%. Sama gongdin hevur verið á med­isinska deplinum har tað vóru 4436 innleggingar í 2011 og 5431 í 2016, tvs. hækking upp á 22%. Ambul­antar viðtalur hava eisini økt ár um ár frá 23.469 í 2011 til 28.565 í 2016, tvs. hækkað við 22%. Á psykiatriska deplinum eru inn­leggingar farnar frá 279 í 2011 til 288 í 2016, økt 3%, meðan ambulantar viðtalur eru farnar frá 8471 í 2011 til 12.610 í 2016, hækking upp á 48%. Á bráðdeildini eru skaða­stovu­ við­gerðir øktar frá 2535 í 2011 til 7706 í 2016, tvs. øking upp á yvir 200%! Diagnostiski depilin sum um­ fat­ar røntgendeild, patologi og rann­sóknarstovu hava eis­ini økt virksemi munandi við 27.210 rann­ sókn­um í 2011 til 34.372 í 2016, økt 26%. Rannsókn­ar­stovu­kann­ing­ar hava økt frá 524.268 í 2011 til 663.189 í 2016, tvs. øking við 26%. Tað kann hugsast at gongdin hevur verið tann sama á KS og SS, tó at tølini væntandi eru minni. Tað er somuleiðis væntandi at øll tølini framvegis fara at hækkað í árini sum koma. Hetta er júst sama gongdin sum sæst í granna­ lond­unum. Sambært Hagstovuni vóru í alt 296 seingjarpláss á teimum trimum sjúkrahúsunum í 2000 og 205 í 2016, tvs. minkað við 31%. Samanlagt vóru 10.319 innleggingar í 2000 og 11.681 innleggingar í 2016 á teimum trim­um sjúkrahúsunum, t.e øking upp á 13 %. Framvegis á aftasta plássi Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 var nettoútreiðslujáttanin til Landssjúkrahúsið 586 mio í 2015 og 612 mio í 2016. Tað verður mælt til at hækkað nettoútreiðslujáttanina til LS úr 623 mio. í 2017 til 633 mio. fyri 2018, 636 mio fyri 2019 og 639 mio fyri 2020. Her skal viðmerkjast at løguætlan ikki er tikin við, sum eitt nú nýggi bygningurin á LS. Fyri Klaksvíkar sjúkrahús verður mælt til at nettoútreiðslujáttan verður verandi tann sama næstu árini uppá uml. 68 mio. Fyri Suðuroyar sjúkrahús verður eisini mælt til nettoútreiðslujáttan verður verandi tann sama næstu árini upp á uml. 62 mio. Hækkaða játtanin seinastu árini stendur tó als ikki í tráð við tørvin. Ein má eisini hyggja eftir hvussu nógv hetta er sammett við grannalondini og hvussu nógv svarar tað til bæði í mun til prosent av BTÚ og í mun til hvønn íbúgva. Tí gevur tað ikki eina nøktandi og fulla mynd bert at tosa um at játtanin er hækkað við nøkrum milliónum. Í Føroyum er hetta munandi minni sammett við grannalondini. At ein lutfalsliga stórur partur av samlaðu játtanini fer til sjúkra­ húsverkið er ma. til viðgerðir uttan­ lands og konsulentskipanir vegna vantandi serlæknar í Føroyum. Føroyar er sostatt framvegis tað Norðurlandið sum liggur aftast og sum játtar minst til heilsuverkið í prosent av BTÚ og í mun til hvønn íbúgva. Yvirlit frá Nordisk statistik vísur, at sambært seinastu tølini í 2014 fyri Føroyar var tað 7,4 % í mun til Ísland sum kom næst við 8,9 %, meðan Svøríki lá ovast við 11,2 %. Til samanberingar kann eisini nevnast at sambært OECD brúkti Norra tað sum svarar til uml. 43.000 dkk pr. íbúgva í 2015, Danmark uml. 35.000 dkk pr. íbúgva og Svøríki tað sum svarar til uml. 36.000 dkk pr. íbúgva í 2015, meðan Føroyar í 2015 brúkti uml. 20.000 dkk pr. íbúgva. Norska statistisk sentralbyrå hevur almannakunngjørt, at Norra brúkti 326 millardir upp á heilsu í 2016 ella 62.000 nok (51.000 dkk) pr. íbúgva. Tølini tala sítt klára mál og avleiðingarnar verða hareftir. Um nakar helt at tað skuldi verið bíligt at reka nútímans heilsu­verk, so hevur viðkomandi tørv á eini veruleika leiðbeining. At játtanin er hækkað sigur ikki nóg nógv og kann ikki kall­ ast annað enn pjøssing. So leingi hetta er hugsunarhátturin verð­ ur væntandi at støðan fer at end­ urtaka seg. Hesuferð sigst tað vera ljósmøðrastríðið sum var orsøkin, næstu ferð verður tað okkurt annað meir ella minni óvæntað, sum ber við sær biddaragonguna. Sjúkueyðkenni Alt ljósmøðrastríðið og nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eru tekin um eitt sjúkrahúsverk, ið ikki hevur tað gott og mistrívist. Innanhýsis stríð, vantrivnaður, ónøgd og strongdin sæst aftur hjá øllum starvsfólkabólkum. Øll skip­ an­in er sperd. Seinasta nýggja er, at sjúkr­a­røkt­ arfrøðingarnir hava lýst verkfall. Tey føla seg ikki virðismett og fáa ikki nøktandi sømdir. Hetta er enn eitt symptom upp á, at skipanin er sjúk og eitt væl skilligt kravboð frá einum týdningarmiklum starvs­ fólkabólki, sum er avgerandi fyri at hava eitt vælvirkandi heilsuverk. Felags er at heilsustarvsfólk í størri mun gera vart við at støðan ikki er nøktandi, og at tað ikki er nakað sjálvsagt og rímuligt í at støð­an er soleiðis sum hon er nú. Tey verða tikin fyri givið. Svartiper Alt hetta er tað í seinasta enda før­oyski sjúklingurin skal gjalda prís­in fyri. Seinasta dømi er td. at sjúklingar skulu gjalda prís­in við at fáa skurðviðgerð sína út­ setta við vanda fyri at missa sítt ar­beiði. Avleiðingarnar kunnu vísa seg at blíva enn størri við tí aktuella verkfallinum hjá sjúkra­ røkt­arfrøðingunum. Við væntandi dømi í framtíðini verður tað eisini sjúklingurin sum verður taparin. Hetta kann og skal als ikki góð­ takast. At fólk í størri mun um­ hugsa at tekna privatar heilsu­ trygg­ingar er bæði væntandi og skilligt. Men tað fer at skapa eina gjógv í samfelagnum millum tey sum hava ráð til hetta og tey sum ikki hava ráð. Hetta er við til at máa støði undan einum sjúkra­hús­ verkið sum skal vera fyri øll og tøkt tá tørvur er á tí. Føroyski sjúkl­ ing­urin og skattgjaldarin verður tikin sum gísla og í seinasta enda er tað politiska skipanin sum eigur ábyrgdina av hesum. Tann miskilta gularótin Serlæknatørvurin verður ikki bert loystur við einum pengaposa og einum gyltum lógvataki. Sjúkra­ hús­læknar, harav ikki øll eru serlæknar var samanlagt á teimum trim­um sjúkrahúsunum 74 í 2010 og 72 í 2016. Sambært yvirlit hjá Ser­læknafelag Føroya arbeiddu 32 serlæknar á teimum føroysku sjúkra­húsunum í 2016. Av teimum vóru 12 yvir 60 ár og 20 vóru undir 60 ár. 15 normeraði størv vóru ikki sett. Við støði í serlæknatalinum í Danmark metti Serlæknafelagið tá, at tað áttu at verið meir enn 30 føst serlæknastørv afturat í Føroyum. Tað mest umráðandi og av­gerð­ andi er, at ein lækni fær møgu­ leika at veita sjúklingum ta somu viðgerð sum aðrastaðni og møgu­ leika at fylgja somu altjóða manna­ gongd­um og leiðreglum sum í granna­londum. At serlæknar fáa møgu­leika at gagnnýta ta fremstu vitan og kunnleika til frama fyri sjúklingin. Tað fakliga má fylgja við um fólk skulu støðast. Um­ framt at arbeiðsumstøðurnar eis­ ini mugu kunnu sammetast við tað í granna­londunum. Fortreytin fyri hesum er, at før­ oysku politikararnir vísa í verki, at í Føroyum verður heilsuverkið rað­ fest høgt. Sambært tølum frá Nordisk stat­istikk í 2013 so vóru Føroyar og Grønland tey londini her um leið­ir við fækst læknar pr.100.000 íbúgvar ávíkavist 259 og 174. Til sam­metingar vóru tað 363 læknar pr. 100.000 í Danmark og 430 pr. 100.000 í Norra í 2013. Støðan er neyv­an broytt stórvegis síðani tá. Status quo versus framburð Álitið á politisku skipanina um, at hon er før fyri at reka eitt nútímans heilsuverk kann ikki annað enn vera lítið hjá heilsustarvsfólkum og ikki minst hjá føroyskum borg­ arum Støðan fer fra ring til verri og broytist lítið ella einki frá val­skeið til valskeið, frá løgting til løg­ting ella frá landstýrisfólk til land­ stýris­fólk. Tað vísa tey søgu­ligu tøl­ini. Ein áheitan á føroysku polit­ ik­arar kundi verið 1)At tosa meir við sínar politisku starvsfelagar í grannalondunum 2)Gera upp við seg sjálvar og byrta til eitt kjak um raðfesting og um hvat tað er fyri eitt heilsuverk ein ynskir í Føroyum nú og í framtíðini 3)Spurt seg fyri og tosa meir við starvsfólkini sum arbeiða á gólvinum í føroysku heilsu­verkinum og fingið teirra søgu og betur innlit í støðuna sæð frá inn­síð­uni. Støðan er í nógv­um førum nógv verri enn al­menn­ ingurin og politikarar fáa innlit í. Td. eru tað framvegis læknar sum umhugsa at rýma av landinum og eru nógvir føroyskir serlæknar uttan­lands sum framvegis setast aftur. Harafturat hava kanska ong­an­tíð áður verið so nógvir sjúkra­røktarfrøðingar sum arbeiða uttan­lands eitt nú í Noregi. Og har finn­ast nógv onnur dømi. At sjúklingar kanska í flestu før­ um tíbetur ikki merkja so nógv til hetta er bert tí at starvsfólkini eru so mikið samvitskufull við ábyrgd­ arkenslu og tískil renna skjótari og geva seg enn meir, tí tað at hjálpa øðrum, er tað tey brenna fyri. Men øll hava eitt mark og kunnu hokna undir eini áhaldandi øktari byrðu. Skøvaða plátan og eitt fólksligt krav Ei undur í at føroyingurin leiðist og troyttast av at hoyra um heilsuverkið við jøvnum millumbili, men so leingi sum støðan ikki er nøkt­andi ella politiska skipanin vil hava føroyingin at halda at nú veit alt væl við, hava fakfólk skyldu at tala at og vísa á, hvussu veruleikin hong­ur saman. Heilsuverkið verður tíðum lýst sum eitt slag av l'enfant terrible, sum ongantíð verður nøgt við nakað og allatíðina krevur meir. Sann­leikin er, at ein kann halda áfram at fylla í, men tað vantar eitt alment og politiskt kjak um, hvat heilsuverk ein ynskir og hvørjar raðfestingar tað krevur. Eitt fólksligt krav til politisku skipanina um at raðfest heilsu­ verkið hægri kundi kanska sett ferð á neyðugu hugburðsbroytingina sum krevst. There's no free lunch & villeiðing Fíggjarstøða Føroya er betur enn hon hevur verið leingi, men fram­vegis stendur játtanin til heilsu­verkið ikki í tráð við tørvin. Sambært menningarætlanini átti samlaðu útreiðslurnar til heilsu­ verkið at verið 200-300 mio hægri fyri at komið á støðið við tær í Dan­mark og Svøríki. Sjúkra­hús­ verkið skuldi verið uppraðfest við 160-240 mio. fyri at komið á støði við eitt nú Danmark og Svø­ ríki. Tað ber ikki til at lova eitt nú viðgerðartrygd og innføra screen­ ing fyri krabbamein uttan at hetta fer at kosta meir ella at okk­urt annað má niðurraðfestast. Ikki at vera opin um hetta og kjak­ast um raðfestingarnar er at halda føroyingum fyri gjøldur og kann ikki takast í álvara. Rað­fest­ingar sum mugu gerast innan heilsu­ verkið fara at standa í bíðirøð tey kom­andi árini. Tað er í seinasta enda politiska skipanin sum rað­ fest­ir, men tá má og skal hon eisini tora og vera før fyri at standa við ábyrgd­ini og avleiðingunum av teim­um raðfestingunum. At framtíðartryggja eitt gott og vælvirkandi heilsuverk, sum er ein hornasteinur undir væl­ferð­ arsamfelagnum krevur ábyrgd­ar­ kenslu, raðfesting og vilja. Tí gevur tað ikki eina nøktandi og fulla mynd bert at tosa um at játtanin er hækkað við nøkrum milliónum Hetta er enn eitt symptom upp á, at skipanin er sjúk og eitt væl skilligt kravboð frá einum týdningar­ miklum starvs­ fólka­bólki