Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 24 Óli Jacobsen 1. partur Siðsøga Óli Jacobsen T ann almenna søgan um stovn­anina av føroyska javn­að­ar­flokk­inum er, at danski javn­aðar­ flokk­urin í 1925 eft­ir umbøn frá Havn­ar Arbeiðs­manna­felag sendi fólkatings­mann­in, Hans Niel­sen, til Føroya at virka fyri, at ein sosialdemokratiskur flokkur varð settur á stovn. Hetta gjørdist eisini úrslitið av ferðini. Í 1928 fekk javn­aðarflokkurin fyrstu ferð um­ boð á tingi við tveimum løg­tings­ monnum, Petur Mohr Dam og Mourentius Viðstein. Tað hevur ikki verið alment kent, at danski javnaðarflokkurin í 1915 sendi fólkatingsmannin, Hans Peter Hansen, til Føroya í somu ørindum. Eisini skuldi hann gera eina meting av politisku støðuni og av sjálvstýrisrørsluni. Men tað var so óheppið, at tá ið boðskapurin um vælsignilsini við sosialismuni skuldi verða kunn­ gjørdur í Havn, vórðu tey for­ purrað av grindaboðum! Hetta lítla íkastið til okkara politisku søgu er komið fram á tann hátt, at undan kavi er komin ein dagbók, sum Hans Peter Han­ sen skrivaði frá síni vitjan í Før­oy­ um. Hon vísir eisini til greinir, ið hann sum blaðstjóri skrivaði frá ferðini í Skive Social Demokrat. Ì vár fekk Sosialurin eini boð frá abbasoni og langabbadóttir Hans Peter Hansen, at tey ætlaðu sær til Føroya og vildu handa Sosial­inum og løgmanni, formanni í javn­aðarflokkinum, avrit av dag­ bókini. Hetta førdi eisini til kanningar av tí, sum varð skrivað í føroyskum bløðum um hesa vitjan. Tær eru eisini grundarlagið fyri hesi frásøgn. Hvør var Hans Peter Hansen? Hans Peter Hansen var føddur í 1864. Hann kom ungur í smiðju­ læru og varð útlærdur 19 ára gam­ al. Viðurskiftini tá á døgum vóru vánalig hjá verkafólki, og Hans Peter gjørdist skjótt politiskt og fakliga virkin. Hann var ein av teim­um, sum stovnaðu fakfelagið fyri smiðir, tað sum í dag er stóra fak­felagssamtakið Dansk Metal. Hann kom skjótt í fremstu røð. Hann var formaður 1892-96. Men Hans Peter hevði so avgjørdar mein­ingar, at hann hevði trupult við at arbeiða saman við øðrum og legði tí frá sær. Hann kom seinni at verða blað­ stjóri fyri ymisk lokal javn­að­ar­ bløð, tað fyrsta var í Svend­borg. Ì 1913 varð hann valdur inn á fólka­ting, ein sess hann hevði inn­til 1923, samstundis sum hann var blaðstjóri á Skive Social Demo­ krat. Sjálvt hansara ættarfólk siga, at H.P. Hansen var ógvuliga stríggin. Hann hevði eini serlig evni at blíva óklárur bæði við viðhaldsfólk og mótstøðufólk. Hetta fer eisini at koma til sjóndar í hesi frásøgn. Tað er heldur ikki alt, sum hann skriv­ ar, sum verður tikið við. Hann var ógvuliga niðurgerandi í onkrum málum. Okkurt kann vera um tað, hann førir fram, men í fleiri førum tekur hann uttan iva nóg so rívan til. Ferðin til Føroya Tann 6. juli 1915 fór Hans Peter Han­sen umborð á verjuskipið Beskytteren til Føroya. Tað var ill­veður og sjóverkur á leiðini, so ikki fyrr enn 10. juli nærkast teir Føroyum. Tá komu teir fram á tveir bretskar trolarar, sum fiskaðu innan fyri mark, sum tá var tríggir fjórðingar. Teir fáa steðgað øðrum teirra, sum má taka trolið inn. Men skiparin á Be­ skytt­eren letur hann sleppa við tí, með­an hin trolarin sleppur sær út um mark. Komin til Havnar vitjar hann fyrst handilsmannin Birgir A. Samuel­sen í Bringsnagøtu. Hesin ringir síðani til Andrass Samuelsen í Fuglafirði. Teir kendust, og Andrass lovar at koma til Havnar at hitta Hans Peter. Andrass hevði verið fólka­tings­ mað­ur fram til fólka­tings­valið í mei 1915, so teir hava kenst. Sum tað sæst seinni, hevur Andrass havt sína ávirkan á Hans Peter Han­sen, tá ið hann leggur seg út við sjálv­ stýris­rørsluna við eyðkendum sam­bandssjónarmiðum, sum tey vóru tá. Í Havn fær Hans Peter innivist hjá frøken Vang og fru Jensen. Hetta er vist hjá Minu og Jens Andreas Jensen, sum høvdu pensjonat í Niels Fins­ens­gøtu. Spurningurin er, hvør ið frøken Vang mundi vera. Um onkur veit nakað um tað, kundi tað verið áhuga­vert at frætt. Til Skúvoyar og Sand Tann 11. juli fór Hans P. Han­sen útferð til Skúvoyar og Sand­oyar. Í Skúvoy hittir hann handils­ mann­in, Óla Jákup Hentze. Tey eiga ein 15 ára gamlan son, sum er “en glimrende gut”. Her er talan um Johan Hentze, sum seinni kom í flaggsøguna. Um hetta skrivaði Niels J Arge í bókina Merkið: Tann fyrsti, sum kom í fút­ ans hendur av flagginum, var ein ungur bóndasonur úr Skúv­ oy, Johan Hentze. Við báti sín­um Sigmundi kom hann við flagginum afturi í rong inn effir Havnarvág á Ólav­søku 1920. Hetta høvdu fólk ikki sæð fyrr, og hetta var samrøðuevni alla hesa Ólavsøkuna. Johan hevði fingið flaggið sendandi úr Keyp­ manna­havn frá systir síni. Hetta hugaði ikki yvirvaldinum, og pápi Johan fekk álagt at gjalda eina bót. Tað segði hann korta nei til, so kundu teir heldur koyra seg í skansan. Tá búðu um 200 fólk í Skúvoy. H.P. Hansen skrivar, at “Købmand Hentze har 3 Køer, kan have 4. De maa anses for velstaaende”. Fylgið fór síðan við “Grana” til Sands. Her var vitjað í gomlu kirkjuni, sum var bygd í 1839. Kirkjan “er fuldstændig frisk, vel­bevaret og hvid i Træet... paa Kirke­gaarden er hvert Gravsted over­groet med Græs. Jeg saa to nye Trækors med Salmevers af Hesin og komandi tveir partar er eitt ískoyti til okkara politisku søgu, har eini grindaboð komu at broyta hesa søgu GRINDABOÐ SEINKAÐU JAVNAÐARFLOKKIN Í 10 ÁR Hans Peter Hansen skuldi slóða fyri javnaðarflokkin í Føroyum H.P. Hansen kom til Føroya við sjóverjuskipinum Beskytteren.