Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 25 Bror­son indsat bag Vinduesglas.” Tey fingu kaffi hjá A.C. Evensen presti. Fátækrafólk í Havn Dagin eftir verður etin morgun­ matur hjá fútanum Westh. Ein, sum var við, var Andrass Samuel­ sen. Fútin greiddi m.a. H.P. Hansen frá um skipanina við leigutraðum. Andrass greiddi frá, at hann stuðlaði altíð slíkar umsóknir. Týsdagin hevði H.P. Hansen eina langa samrøðu við fútan um heimsbardagan og um sosial­ ismuna. Tosað varð eisini um vil­ kor­ini hjá smáfólki. Søren Müller var eisini til staðar. Hann greiðir frá, hvussu í gomlum døgum “ThorshavnsArbejderbefolkning løb til Havnen og tiggede, naar Bønderne kom roende i deres Baade, for at sælge deres Varer: Faarekød, Fugle, Uld o.s.v. Tiggeriet er nu fuldstænding forbi. Det er Skibene, der er blevet Kilden til den smule Velstand, der nu er på Øerne.” Fyrstu sosialistarnir Sama kvøld verður komið til sjálvi ørindini við ferðini, nevniliga sosialisman. Tá komu tveir social­demo­ krat­ar úr Havn á gátt. Teir eru “Typo­graf Rasmussen” og “Bager David­sen”. Tann fyrri eru uttan iva Jógvan Rasmussen, kendur prent­ari í Havn. Jóan Peter David­ sen, bleiv seinni tingmaður fyri javnaðarflokkin í mong ár. Eitt skifti var hann eisini lands­stýris­ mað­ur. Hin vegin kom Jógvan vist ikki at gera seg nakað serligt galdandi í politikki. Jógvan segði, at hansara løn var kr. 65 um mánaðin. Jóan Petur vann 17 kr. um vikuna umframt kost og innivist. Teir lótu illa at korunum hjá smámonnum og greiddu frá keypmonnunum, “som plyndrede Smaafolk, som var ganske afhængige af dem”. Tímalønin hjá arbeiðara var 25 oyru. Tað var annars í hesum tíð­ um, at fyrstu arbeiðarafeløgini vórðu stovnað. H.P. Hansen skrivar, at de “de to unge Mænd gør et umodent indtryk”, og serliga var tað Jóan Petur Davidsen, sum var nakað sveim­andi í sínum hugsjónum. Tað var hann kanska ikki einsamallur um. H.P. Hansen kallaði tveir av sínum synum Karl Marx Hansen! Teir doyðu báðir smáir. Men greiðir H.P. Hansen frá: “Jeg advarede dem mod de stærke Ord og Udfald mod anderledes tænkende. Jeg lovede at holde et offentligt Møde før min Afrejse fra Øerne. Vitjaði eisini Rytter og Skaalum Tann 14. juli er H.P. Hansen til morgunmat hjá Rytter amt­ mann­inum, saman við Andrass Samuel­sen. Teir tosaðu um pol­ it­ikk og kríggj, sum var sera aktuelt hesa tíðina í 1915. Eisini vitj­aði hann “Redaktør Skaalum” á Dimmalætting. Kona Skaalum var “meget intelligent og kender gennem Aviser og Bøger mange Mennesker i Danmark”. Dagin eftir fara teir útferð við Beskytteren, har teir vitja á stóru Dímun og eru inni hjá bóndanum. Har eru 36 neyt, av hesum 25 mjólkineyt og 1600 seyðir. Eisini er nógvur fugl­ur. Tríggir “ældre kvindelige Fattig­lemm­er” royta lomviga. Tær kunnu royta 100 fuglar hvør um dag­in. Bóndin roknaði við, at hvørj­ir átta fuglar kundu geva eina krónu í inntøku. H.P. greiðir eisini frá, at “førhen sendte Øerne deres vaga­bond­er­ ende Fattige dertil.” Húsfólkið á Dímun var maður, kona, sonur, 4-5 smærri børn (gent­ur), 2 arbeiðsgentur og 4 hús­ kallar. Lønin var matur, inni­vist, klæðir og 3-400 krónur fyri árið. Umframt vóru tríggir “kvinde­ lige Fattiglemmer”. Tað høvdu fyrr eisini verið mannligir fátækra­lim­ ir, men so hvørt hesir doyðu, kom eing­in fyri teir. Vitjan í Suðuroy Síðani var vitjað í Hvalba. Her var farið á flot og fingu teir tvær balj­ ur “af de dejligste Fladfisk” sum vigaðu upp til 4-5 pund. So var farið til Tvøroyri. Har var millum annað tosað við umboð fyri kolamenninar, Óla Mortensen, og “skibsbygger Nolsøe”, sum var limur í kommunustýrinum. Eisini helt Hans Peter eina sam­ komu fyri arbeiðsmenninar. Hann greiðir frá: Der er kommen ca. 30 Menn­ esker til stede, og jeg hold­er et lille Fore­drag for dem om Atbejd­er­ klass­ens Maal. For­manden takk­ ede for Foredraget. Han udtalte, at vist nok 1/3 af Øens Befolkning var Socialdemokrater. Arbeiðsmannafelagið Fylking á Tvøroyri var júst tá stovnað, og tí hevur ein slíkur gestur verið vælkomin. Eisini er tað áhuga­vert, at mett verður um undir­tøk­una javnaðarflokkinum á Tvør­oyri 10 ár, áðrenn flokkurin var stovn­ aður. 17. juli vitjar H.P. Hansen sýslu­ mann­in, Oliver Effersøe, sum var ein av teimum mest afturhaldandi sam­bandsmonnunum. Sunnudag 18. Juli er vitjan um­borð á Bestkytteren. Millum gest­irnar vóru Effersøe saman við konu og svigarinnu og tey hjá reið­aranum T.F. Thomsen, sum eis­ini var týskur konsul. Tey fóru seinni í land í dans. Vitjan á hvalastøðini í Lopra Dagin eftir verður vitjað á hvala­ støð­ini í Lopra. Tann dagin kom ein hvalabátur inn við trimum hval­um. Stjórin segði, at teir vóru til­s­amans verdir kr. 6.000. Higartil í summar vóru veiddir 100 hvalir. Tað var bara veitt á sumri. Teir fingu hvalabúff, sum smakkaði fram­úr væl, sum fínasta oksakjøt. Um veiðan helt fram sum higartil, kundi samlaða inntøkan gerast um kr. 350.000, ein risaupphædd tá á døgum. Um stórhvalaveiðuna skrivar H.P. Hansen seinni í blaðnum um hvalastøðirnar: Her er det Pengemændene, som hovedsagelig løber med For­tjen­est­ en, og det er mest Nord­mænd, som skummer Fløden. Hann heldur ikki, at hesar støð­ ir geva so nógv arbeiðspláss. Derimod spiller det en Rolle, at Smaafolk paa Færøerne kan forsynes med Hvalkød til 8-10 øre Kg. Mortensenmenninir eiga ein fjórð­ing av partarpeningininum, rest­ina eiga norðmenn. Sama fyritøka eigur eina stóra hvalastøð í Suð­uríshavinum. Da jeg var i Lopra traf jeg en Nord­mand som for egen regning var der og købte og nedsaltede Hval­kød, som senere sendtes til Norge. Han lagde ikke skjul paa, at meget røget Hvalkød i Norge solgtes som - Reenkød og Dyreryg! Det er en god Forretning. Denne Nordmand gav vel 2-3 øre Pundet og sælges maaske senere i røget Tilstand til 40-50 Øre Pundet. Jo, Hvalerne giver Penge, men Danskerne lader de fremmede om det. Skúlaviðurskifti Tann 21.juli skrivar H.P. Hansen: Eg skilji, at Flora við okkara posti frá 10. juli liggur í Kirkwall, og at skipið hjá Tulenius, Sterling, er á ferðini úr Íslandi til Føroya tikið av bretum. Íslendska Gullfoss er eisini tikið. Lastin hjá teimum er ull. Eg hevði annars ætlað mær heim aftur við Sterling, men hetta verð­ur av ongum. Í dag havi eg lisið einar 10 avísir heima hjá Skaalum, blað­ stjóra á Dimmalætting, og eg havi havt eina longri samrøðu við amtmannin Rytter um skúla­við­ ur­skifti í Føroyum. Hann hevur bjóðað mær til døgurða kl. 7 í kvøld. Amtmanden fortalte grufulde Ting om Skolevæsenet, før han kom herop. Hans P Hansen hevur fleiri frásagnir um skilið, har lær­ar­ar kundu hava fleiri arbeiðir í senn, sum teir fingu løn fyri. Tað er als ikki vist, at hansara frásagnir eru eftirfarandi, men hetta er so tað, sum Rytter hevur greitt frá. Eitt dømi skuldi vera um ein lær­ara, sum skuldi undirvísa í trim­um skúlum. Men skúla­stjórn­ in fekk at vita, at hann undirvísti bara í einum teirra. Hetta skuldi vera í samráð við kommununa, sum spardi sín part av lønini, með­an staturin rindaði fyri allar skúl­arnar. Í einum øðrum føri hevði lær­ arin fleiri onnur størv. Tá ið hann frætti, at amtmaðurin ætl­aði at koma á skúlan og lurta eft­ir und­ ir­vísingini, bleiv hann so bangin, at hann segði øll síni eyka­størv frá sær í stundini. Komandi partur Í komandi parti verður m.a. komið til grindadrápið, sum seinkaði sosialismuna í Føroyum í 10 ár Hetta er einasta mynd sum finst frá ferðini. Maðurin niðast í fjøruni er H.P. Hansen. Hvar man henda myndin vera tikin? Vitjað var m.a. í Skúvoy.