Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 16. november 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. NOVEMBER 2017 SOSIALURIN 134 26 ÍTRÓTTUR Boksing á fyrsta sinni í Føroyum: Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður boksing í Føroyum. Nú er greitt, at talan verður um níggju dystir, har talan er um ungdómsdystir, venjingardystir og almennir boksidystir í bólkinum “amatørar” verða á skránni til stóra tiltakið, Burn Showdown tiltakið í Høllini á Hálsi um vikuskiftið NÍGGJU BOKSIDYSTIR Á FØROYSKARI JØRÐ TRÓNDUR ARGE C hristian Christian­ sen og Geir Thom­ sen eru nøvnini, sum tey boksi­ áhugaði í Føroyum skulu halda eyga við. Teir eru menn inir, sum koma at skriva føroyska ítróttarsøgu, sum fyrstu skrásettu bokar­ ar nir, ið fara at boksa á før oyskari jørð í skipaðum viður skiftum. Christian Christiansen skal boksa ímóti Tor Peter­ sen, meðan Geir Thom sen skal boksa ímóti Thomas B. N. Jensen. Tað verða í alt níggju boksidystir, har tveir av teimum eru al mennir skrásettir amatør boksi­ dystir. Skeiva uppfatan av boksing Venjari hjá føroysku boksar­ unum er Martin Meng Wojciechowski, ið eisini er maðurin handan Tórshavn Boks ing. Tað er fyrsta boksi­ felagið í Føroyum. Hann hevur boksað á høgum stigi í Danmark í fýra ár, og hevur búð í Føroyum síðani 2006 og skilur føroyskt. Sjálvur hevur hann múraravirki, men brúkar frítíðina til at venja í Tórshavn Boksing, sum bleiv sent á stovn í januar í fjør. Hann heldur, at fólk hava eina skeiva upp­ fatan av hvat boksing er. ­Eg haldi at fólk uppfata boks ing púra skeivt. Hyggur tú eftir statistikkum upp á skaðar, so koma fleiri skaðar til fótbólt og hondbólt, enn tað ger til boksing. Fleiri halda, at tú lærir at berjast og tað er tað tú ger, sigur Martin Meng og greiður frá; ­Kemur onkur sum bara hevur til endamáls at berjast uttanfyri venjing, so klára vit í níggju útav tíggju tilfeldum, at pilka við­ komandi niður til at hugurin at berjast blívur vekk. Vit hava ein politikk, sum sigur at vit eru vinir áðrenn, undir og aftaná venjing, og at tað sum vit læra her inni, skal verða verandi í boksi­ ringinum, sigur Martin Meng. Amatørboksing er ikki fyri øll Áðrenn tú verður góðkendur og fær eina “startbók”, so verður ein boksari eisini test aður við innanhýsis dyst um, har boksarin verður dømdur upp á, um hann eitt nú dugur at flyta seg, verja seg og skilur hvat tað gongur út uppá. Vanliga skal ein boksari klára seg væl í minst trimum til fýra sokallaðum diplom dystum, áðrenn hann verður góðkendur. ­Vit uppliva, at fólk kom inn og vilja sleppa at boksa ein dyst, men soleiðis fyri­ gongur tað slett ikki, heldur ikki í amatørboksing, sigur Martin Meng og greiður víðari frá; ­Tað tekur eini tvey ár at gera ein boksara kláran til dyst. Amatørboksing er á so høgum stigi, at tað tekur upp til tveir mánaðir bara at læra boksarar at sláa tvey eins sløg og arbeiða við fótarbeiðinum. Fólk halda eisini, at tí talan er um tríggjar umgangir á tríggjar minuttir, so klára tey tað sum einki, men ein boksari brúkar vanliga líka nógva orku upp á teir tríggjar umgangirnar, sum ein marathonrennari ger upp á eitt hálvmarathon, sigur Martin Meng. Boksað verður við hjálmi til tú er 19 ár. Aftaná verður tú tað, sum eitur “Elitu­ boksari”. Tá er tað uttan hjálm, men við størri handsk­ um. Ein boksari, sum skal góð kennast, skal eisini hava eina heilaskannin, áðrenn hann verður góðkendur. Fleiri boksifeløg á veg Martin Meng setti í fjør á stovn Tórshavn Boksing. Hann vónar, at tað í fram­ tíðini verða fleiri boksi feløg í Føroyum. ­Vit byrjaðu at venja í januar mánaði í fjør við nøkrum fáum boksarum, og uttan tað stóru útgerðina. Undirtøkan vaks so skjótt, at vit kláraðu slett ikki at fylgja við. Tí fóru vit undir at kanna hvat skal til fyri at fáa boksing skrásett sum ítróttar grein í Føroyum, sigur Martin Meng og for­ telur víðari: ­ Tað hevur verið eitt sindur drúgt, tí ongin visti ordiliga hvønn vit skuldu tosa við viðvíkjandi kamp­ ítrótti. Tað brúktu vit megin­ partin av árinum í fjør upp á og hava fingið góða hjálp frá Ítróttarsambandinum og Tórshavnar kommunu. Úrs litið er, at vit eitt skrá­ sett boksifelag og hava sett á stovn Boksisamband Før­ oya, sigur Martin Meng. Nú er so greitt, at boksing í Føroyum fær sínar fyrstu almennu dystir, men Martin Meng vónar at hetta bara er byrjanin. ­ Vit eru ikki har, sum vit vilja vera. Tað er fleiri ting í gongd. Vit hava eina vón um, at til jól komandi ár, so skulu tað verða tvey nýggj boksifeløg. Eitt í norð­ oyggjum ella harum, og eitt í Suðuroynni, sigur Martin Meng. TRONDUR@SOSIALURIN.FO