Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Nr. 206 - 28. oktober 2004 3 UTTAN ÚR HEIMI Evropatingið hótti við at kolldøma ta nýggju E-nevndina. Tað fekk formannin at taka uppskotið aftur ES Árni Joensen: fartekst@mail.dk Fyrrapartin í gjár Evropa- tingið atkvøða um nýggju ES-nevndina. Upp undir atkvøðugreiðsluna var stór- ur spenningur í Strasbourg, tí ein meiriluti í tinginum hevði gjørt av at vraka nevndina, tí ein av kommis- erunum, italiumaðurin Rocco Buttiglione, hevur tosað niðursetandi um kvinnur og samkynd. Formaðurin í nýggju nevndini, fyrverandi por- tugisiski forsætisráðharrin Jose Manuel Barroso, royndi til tað seinasta at fáa undirtøku fyri nevndini, men til fánýtis. Tí noyddist hann í síðstu løtu at kunn- gera, at hann tók uppskotið um nevndina aftur. Tað merkir, at fráfarandi nevndin hjá Romano Prodi verður sitandi fyribils. Eygleiðarar í Strasbourg søgdu í gjár, at Barroso verður noyddur at umskipa ta nýggju nevndina, skal hann fáa hana góðkenda í tinginum. Ein loysn hevði verið, at Rocco Buttiglione, tekur seg aftur, men italska blaðið La Stampa skrivaði í gjár, at tað vil hann ikki. Ætlanin var, at nýggja ES-nevndin skuldi taka við tann 1. november. Ein dómstólur í Nige- ria hevur gjørt av, at tann 18 ára gamla Hajara Ibrahim skal steinast til deyða, tí hon er við barn, sjálvt um hon ikki er gift REVSING Árni Joenhsen: fartekst@mail.dk Hajara Ibrahim er muslim- ur. Foreldrini játtaðu at lata ein mann fáa hana til konu, og Hajara fór at búgva hjá manninum, sum býr meiri enn 200 kilometrar frá heimbygd hennara. Rætti- liga skjótt gjørdist hon við barn, men tá sýtti maðurin fyri at gifta seg við henni, tí hann vildi vera við, at hann átti ikki barnið. Nú hevur ein islamskur dómstólur gjørt av, at Hajara skal steinast til deyða. – Eg svørji við Koranina, at eg havi ikki verið við nøkrum øðrum manni enn Dauda. Eg var gift einum øðrum manni, men so møtti eg Dauda. Hjúnarlag mítt bleiv upployst, og Dauda lovaði at gifta seg við mær. Tí lat eg hann koma til mín, sigur Hajara Ibrahim við tíðindastovuna AP. Mannarættindafelagsska purin Baobab er farin upp í mál hennara. Felagsskapur- in heldur, at tað eigur at bera til at fáa dómin ógild- aðan. Tað kann hava við sær, at Hajara Ibrahim skal fáa hundrað koyrlasløg ístaðin fyri deyðarevsing. Men fyribils stendur deyðarevsingin við. Dauda hevur eisini verið í rættinum, men hann bleiv fríkendur, tí hann segði seg vera ósekan. Tær strongu muslimsku sharia-lógirnar siga, at skal ein maður dømast fyri kynsligt lógar- brot, skulu vitni hava verið hjástødd. Soleiðis er ikki, tá kvinnurnar koma fyri rættin. Eru tær við barn, eru tær sekar, skrivar AP. Schrøder vil hava ferð á Júst sum ein nýggj frágreiðing staðfestir, at tað gongur ongan veg við at bøta um kappingarførið hjá ES, er týska stjórnin farin undir at fyrireika eina ætlan, sum í hvussu er skal fáa gongd á týska búskapin. Í einari grein í blaðnum Handelsblatt skrivar Gerhard Schrøder, kanslari, at stjórnin fer at halda fast um ætlanina at endurnýggja tann týska arbeiðsmarknaðin innan 2010. Sjálvur heldur hann, at tað eru nógvir ónýttir møguleikar innan tænastuvinnuna í Týsklandi, og at fleiri milliónir fyritøkur kunnu fáa gagn av einari nýggjari skipan fyri arbeiðsmarknaðin,. Eitt annað, sum sambært kanslaranum er avgerandi fyri Týskland og alt ES, er, at tað verður frítt hjá fyritøkum at velja, hvaðani tær keypa el og gass. Tað fer at økja kappingina tvørtur um landamarkini, eins og tað fer at skerja útreiðslurnar og medvirka til vøkstur, skrivar kanslarin. Í næsta mánað hittast ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES, og tá ætlar Schrøder at kunna teir um sínar ætlanir. Arbeiðsleys skulu umvæla kloakkir Felagið hjá donsku bygivinnuni mælir myndugleik- unum til at lata tey arbeiðsleysu umvæla tær donsku kloakkirnar, sum treingja til ábøtur. Ein kanning hevur avdúkað, at umleið 9.000 kilometrar av tí almenna danska kloakkkervinum er í so ringum standi, at tað er neyðugt við ábótum alt fyri eitt. Umhvørvismyndugleikarnir hava víst á, at tær vánaligu kloakkirnar eru ein meginorsøk til, at tað eru nógv fleiri rottur í Danmark nú enn fyri bara fáum árum síðani. Sambært umhvørvismyndugleik- unum eru fráboðaninar um rottur øktar næstan 50 prosent tey seinastu árini. Nú mælir felagið hjá byggivinnunmi politikarunum til at lata tey arbeiðsleysu umvæla kloakkirnar. Felagið sigur, at tey bæði seinastu árini hava umleið 2.000 fólk í byggivinnuni mist arbeiðið, og at kloakk- umvælingarnar kundu útvegað umleið 3.000 nýggj arbeiðspláss. Sosialdemokratarnir og Sosialistiski Fólkaflokkur- in hava boðað frá, at teir taka undir við hugsotinum hjá byggivinnuni, og Connie Hedegaard, umhvørvis- málaráðhari, sigur, at hon er sinnað at kanna málið næri. Skiparin hevði kenning Mánakvøldið tók norska løgreglan skiparan á einum Liberia-tangaskipi, tí manningin hevði boðað frá, at hann var drukkin. »MCT Alioth« var á veg til Mongstad eftir olju, tá løgreglan fekk at vita, at russiski skiparin hevði kenning. Skipið fekk boð um at leggja stilt og at kasta akker. Síðani fór løgreglan umborð, og kanningar hjá læknanum í landi vístu, at skiparin hevði 2,02 prom- illu av alkoholi í blóðinum. Tann 50 ára gamli skipar- in fekk 5.000 krónur í bót, og hann tók við sektini beinanvegin. Løgregluovastin í Lindås, Einar Vatne, sigur við Bergens Tidende, at eftir hansara tykki er revsingin í tílíkum førum alt ov lítil. – Skal ein bussførari umborð á eina ferju, skal hann hava verið edrúur í minst átta tímar, áðrenn hann setir seg við róðrið. Soleiðis er ikki við skiparanum á ferj- uni. Ert tú skipari, kanst tú hava rættiliga fitt av alkoholi í blóðinum, uttan at tað er revsivert, sigur Einar Vatne við blaðið. Eingin nýggj ES-nevnd enn Er við barn og skal steinast til deyða Rocco Buttiglione og Manuel Barroso C M Y K 3 2