Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Nr. 206 - 28. oktober 2004 5 – Hetta varð okkum ein dýrur lærdómur, sigur Atli Gregersen, formaður í Havbúnaðarfelagnum ALIVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Tað var nógv, sum gekk galið í alivinnuni. Atli Gregersen er for- maður í Havbúnaðarfelagn- um og hann sigur, at tað eru mong, sum mugu taka í egnan barm, nú alivinnan datt niðurfyri. Hann serliga nú alingin brádliga vaks so nógv, heldur hann at vit onkus- vegna mistu tamarhaldið og tað stóra yvirlitið. – Tá ið alingin vaks so nógveftir fáum árum, var tað so nógva staðni, at skógvarnir ikki passaðu. Og úrslitið var hareftir. Orsøkin til, at alingin vaks so brádliga var sjálv- sagt, at prísurin var góður, so tað var ógvuliga lokk- andi at fara undir aling. Men formaðurin í Hav- búnaðarfelagnum skilir støðuna fullvæl, tí talan var mangan um lív ella deyð hjá teimum einstøku alar- unum og í nógvum førum stóð valið ímillum pest og kolera. Men nú alingin er farin fyri bakka, vónar hann eis- ini, at vit hava lært av teim- um mistøkum, vit hava gjørt. – Men hetta varð okkum ein dýrur lærdómur, sigur hann. Sjálvur ivast hann ikki í, at vit hava lært nógv, tí hesa seinastu tíðina eru nógv viðurskiftiin í alingini nógv betri skipað, enn tey vóru frammanundan, so heilt nógv av teimum mistøkum, sum vórðu gjørd fyri nøkr- um árum síðani, høvdu ikki kunnað endurtikið seg. Skuldu lyft fremstafingur fyrr Kortini heldur formaðurin í Havbúnaðarfelagnum, at nú Búskaparráðið hevur tikið alingina upp, hevði honum dámað betri um ráð- ið hevði fremstafingur á lofti, áðrenn alt fór fyri bakka, heldur enn at koma aftaná. Men hann heldur eisini, at Búskaparráðið hevur ikki sett trupulleikarnar í alivinnuni í rætt saman- hang. Hann vísir á, at Búskap- arráðið sipar til norsku Akvaplan-Niva frágreið- ingina frá 2000, sum grundarlag fyri sínum at- finningum. – Men hetta var ikki ein frágreiðing um sjúkuniður- berjing. Hetta var ein frá- greiðing um umhørvi. Annars var tað longu í 1998, at Havbúnaðar-felag- ið royndu at fáa gongd á ar- beiðið at seta sjúku-niður- berjandi tiltøk í verk. Í hesum sambandi sigur Atli Gregersen eisini, at tað verður væl og virðiliga kannað, hvussu alingin ávirkar umhvørvið. – Øll alibrúk skulu syrgja fyri, at góðkend kanningar- feløg, so sum Biofar í Kaldbak, skulu kanna botn- in undir alistøðunum og ali- fjørðin sum heild. Hetta skal gerast á sumri, tá árin- ið frá alingini er mest. Er umhvørvið verri dálkað enn reglurnar hjá Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni siga, verður alarin biðin um at steðga við alingini, til øll tekin um dálking eru burtur aftur. – Alarar halda at hetta er ein betri máti, enn at fylgja Akvaplan tilráðingini, sum gongur út uppá, at rokna út hvat økið tolir. Men tað er ov lætt at gera stórar rokni- feilir, sum kunna gera at ein alur alt ov nógv ella alt ov lítið. Valdu ímillum Pest og Kolera Atli Gregersen sigur, at hevði hetta verið einasta forkláring uppá, hví alingin fór fyri bakka, hevði trup- ulleikin verið nógv minni enn hann í veruleikanum er. Hinvegin ásannar hann eis- ini, at umhvørvi og sjúkur eru samanhangandi, tí fisk- ur, sum ikki hevur tað gott, er nógv veikari mótvegis sjúkum enn vanligt. Men tað vóru eisini heilt onnur viðurskifti, sum gjørdu sítt til at beina fyri alingini. Eitt nú heldur hann, at tað gekk ov seint at taka fisk, sum varð sjúkur av ILA. – Fær laksur ILA, er tað ógvuliga umráðandi at sjúki fiskurin verður tikin so skjótt sum yvirhøvur gjørligt. – Tað er tað sama sum tá ið eldur er í einum húsum í tættbygdum øki. Verður hann ikki sløktur, breiður hann seg. Tað sama er við ILA. Verður sjúkur fiskur ikki tikin beinanvegin, breiðir smittan seg. Atli Gregersen sigur, at hetta eru viðurskifti, sum tað álmenna átti at sett reglar fyri. Hinvegin skilir hann eisini tann einstaka alaran, tí hjá honum er tað spurn- ingurin um at fara á heysin ella at yvirliva. Tí er tað væl skiljandi, at hann vónar tað besta og roynir at hava fiskin gangandi, so leingi, hann sleppur. – Tí má tað vera tað al- menna, sum setir mark fyri, hvussu leingi ILA sjúkur fiskur í mesta lagi kann verða verandi í ringunum. Men hann vísur eisini á, at tað hevur ikki verið lætt at avtaka laks í stórum nøgdum, tí ongin útgerð var til endamálið. – Í dag er tann støðan heilt øðrvísi, serliga tí Sal- mon Proteins á Eiði nú kann taka ímóti avlívaðum og ella deyðum laksi og nú eru slíkar reglar komnar fyri, hvussu skjótt ILA sjúkur fiskur skal takast. Nú skulu í mesta lagi ganga 14 dagar, frá tí at sjúka er staðfest í einum ringi, til hann skal vera úr sjónum, men í ávísum før- um, kann tíðin longjast eitt sindur. Men tað verður helst so, at sjúkur fiskur kann undir ongum umstøð- um vera longri enn tveir mánaðir ella tríggjar í sjón- um. ILA er ein sjúka, sum byrjaði at gera um seg í Noregi tíðliga í áttatiárun- um og tey fyrstu árini gjørdi hon nógv um seg har. Síðani hevur smittan rakt alingina í Skottlandi og Kanada hart. Sjúkan var fyrstu ferð staðfest í Føroy- um í mars 2000. – Norðmenn hava nú lært seg at liva við ILA, so- leiðis at sjúkan í dag ger lutfalsliga lítlan skaða har. – Hinvegin kunnu vit staðfesta, at skotar gjørdu tað, sum loysir seg best í longdini: Teir niðurbardu ILA við harðari hond. Varð ILA staðfest, varð alt dripið við brestin og ILA hevur nú ikki víst seg aftur í Skotlandi. Í Kanada koppsettu tey ímóti ILA. Har er ILA enn ein rættiliga stórur trupul- leiki, tí teir hava enn ikki framt onnur neyðug tiltøk til at fáa tamarhald á smitt- uni. – Tá ið sjúkan varð stað- fest í Føroyum, var tað neyvan nakar ið væntaði, at tað fór at ganga so illa, sum tað gjørdi. Havbúnaðarfel- agið heldur at tað eru nógv, sum bera sín part av skyld- ini fyri, at tað gekk, sum tað gekk. – Vinnumálaráðið kundi havt borið seg skjótari at. Heilsufrøðisliga Starvs- stovan kundi sett meira orku av til eftirlit og hvør einasti alari kundi havt gjørt fleiri ábøtur, sum minkaðu um ILA vandan. Samstundis kundi Løgting- ið havt játta meiri pening til sjúkufyribyrging og bank- arnir kundu verið varnari. – Men tað eru ikki synda- bukkar, vit skula leita eftir. Harafturímóti eiga allir partar at taka við læru, og framyvir royna at bera okk- um rætt at, sigur Atli Gre- gersen. Sjálvur heldur hann ikki, at vit skuldu farið so harð- liga fram, sum skotar, tí tað hevði verið tað sama sum at koyrt alarar á húsagang, so hvørt, teir fingu ILA. – Kortini mugu vit ásanna, at gjørdu vit sum skotar, vóru fleiri alarar farnir á heysin, men aftur- fyri høvdu vit framvegis helst havt eina alivinnu í Føroyum. Sjálvur heldur hann, at føroyskir alarar hava ásann- að, at tað verður neyðugt at fara harðliga fram, tá ið ILA tekur seg upp. Ójavnt smolt Hinvegin er Atli Gregersen samdur við Gottormi Djur- huus í smoltið hevur ikki verið nóg gott. Gottormur Djurhuus var so avgjørdur at hann segði í Sosialinum herfyri, at vit hava ongantíð havt so mik- ið gott smolt, at tað var vert at seta út. So avgjørdur er formað- urin í Havbúnaðarfelagnum ikki. Men hann ásannar, at dygdin í smoltinum hevur verið ójøvn. Hinvegin er hann ikki samdur í, at orsøkin er, at kynbótaarbeiðið hevur ver- ið ov vánaligt. – Kanningar hava víst, at føroyskur laksur hevur ikki havt verri vakstrareginleik- ar enn norski laksurin. Hinvegin vaks smoltal- ingin rættiliga brádliga. Vit fóru eftir fáum árum frá fimm milliónum smolt, upp í 18-20 milliónir smolt og í hesum tíðarskeiðinum var dygdin ójøvn. – Ein trupulleiki var, at vit hava so lítið feskt vatn, at vit noyddust at dúva upp á endurnýtslu og tað elvdi til nógvar trupulleikar sum gjørdi smoltið ógvuliga ójavnt í dygd. Atli Gregersen sigur, at nú er støðan aftur nógv batnað. Smoltstøðirnar eru komnar yvir sínar barna- sjúkur og nú er smoltaling- in í Føroyum ímillum ta bestu í øllum heiminum. Alarar koma heilt úr Kili at kanna eftir, hvussu vit ala smolt í Føroyum so nú halda vit okkum duga ótrú- liga væl at ala smolt. Ov tætt ímillum fiskarnar Hinvegin er tað eisini ein sannroynd, at vit hava havt alt ov nógvan fisk, bæði í hvørjum aliringi og í hvørj- um aliøki. – Tað er ein sannrond, at alt, sum verður trongt sam- an, verður sjúkt, tí mót- støðuførið versnar. Atli Gregersen sigur var tað neyðugt at trongja sam- an, skuldu vit í øllum førum havt syrgt fyri at Knappliga passaðu skógvarnir ikki longur – Vit skulu ikki leita eftir syndabukkum fyri at alingin kollsigldi: men allir partar eiga at taka við læru, og framyvir royna at bera okkum rætt at, sigur Atli Gregersen hildið tey ymsu ættarliðini av fiski burturfrá hvørjum øðrum. – Men heldur ikki tað hepnaðist, tí tað vóru ov nógvir alarar til ov lítil øki. Og tað er serliga hetta, at tað varð ov tætt ímillum fiskarnar, sum formaðurin í Havbúnaðarfelagnum hel- dur, er høvuðsorsøkina til, at vit vórðu so hart rakt av ILA, saman við tí, at smoltið ikki altíð varð so gott. – Tað, at alingin vaks so brádliga, skapti nakrar trupulleikar, sum vit ikki høvdu tamarhald á, men sum vit vónandi hava lært av. Laksaprísurin høvuðsorsøkin Annars heldur Atli Greger- sen, at vit eiga ikki at gloyma, at høvuðsorsøkin til, at alingin datt niðurfyri, er, at laksaprísurin fall so nógv. – Tað er altso ikki bara í Føroyum at alifeløg eru farin á húsagang. Eisini í grannalondunum, Noregi, Skotlandi, Hetlandi og Ír- landi er ein ørgrynna av ali- feløgum farin av knóran- um. Men tað løgna er, at alingin í Noregi er ikki minkarð, hóast stór alifeløg sum Pan Fish, kollsigla. Formaðurin í Havbúnað- arfelagnum sigur, at tað er tí at bankarnir Noregi reka feløg víðari, sum annars eru farin av knóranum í teirri vón, at teir einaferð aftur kunnu selja tað við vinningi. – Hetta førir so aftur við sær, at alingin í Norra ikki tillagar seg til eftirspurn- ingin á marknaðinum. – Tí gongur illa at fáa laksaprísin uppaftur á eitt støði, sum ger at alarar vinna pening. – At hesir bankar, á henda hátt, missa uppaftur meir, er lítil uggi hjá tí før- oysku alivinnuni, sum bløðir út. Hann sigur, at eginognin í norsku alivinnuni er í dag negativ við umleið 1,5 milliard. – Tað er ongin loyna, at skal vanligt fíggingarlutfall aftur fáast í norsku alivinn- una, skal hon hava 7 milli- ardir krónur í nýggjum eginpeningi. Føroya Havbúnaðarfelag vónar tískil, at royndirnar hjá skotskum og írskum alarum at fáa ES at seta avmarkingar mótvegis Noregi, fer at geva úrslit. – Vit taka undir við hes- um, hóast tað fer at føra við sær, at kvota eisini verður sett á føroyskan laksa- útflutning til ES. – Tað er tíverri ein sann- roynd, at tað er neyðugt at útboðið av laksi á okkara leiðum verður stýrt. Og verða kvotur settar á okkaa útflutning til ES, verður útflutningurin farnu árini brúkt sum grundarlag og tað er væl hægri enn tað, sum vit fara at megna at útflyta aftur. Ringt at spáa um framtíðini Annars heldur Atli Greger- sen at tað verður ringt at spáa um framtíðina hjá før- oyskari aling. Kortini sigur hann, at hesuferð sleppa vit undan nógvum av teimum trupul- leikum, sum hava verið. – Eitt nú siga nýggjar reglar, at eitt aliøkið skal leggjast stilt í nakrar mán- aðir, táið laksurin er tikin og at ættarliðini skulu skilj- ast sundur. – Tað merkir, at hvør alari má hava mist trý øki. Og tá ið tað bara eru 20-24 aliøki í Føroyum, verða tað í mesta lagi sjey-átta alarar í framtíðini. Samstundis sleppa brunnbátar ikki longri at sigla ótarnaðir ímillum ali- økini, eins og nógv strang- ari reglar eru fyri blóðvatni o.s.fr. – Vit hava fingið nýggjar reglar um sjúkufyribyrging, samstundis sum hugburð- urin í vinnuni er nógv broyttur. – Harafturat sleppa vit at koppseta ímóti ILA. – Yvirhøvur eru nógv hol tætt og tí haldi eg, at hvat sjúku viðvíkur, verður alingin burðardygg. Atli Gregersen sigur, at harafturat eru teir farnir at hava smoltini eldri, tá ið tey verða sett á sjógv og sostatt verður fiskurin nógv styttri í sjónum og tað minkar nógv um vandan fyri sjúku. Hann sigur at smoltið, teir settu út í Gøtu í vár, vigaði 200 gramm, har tað vanliga hevur verið 50 gramm. Og fellið hevur ikki verið meiri enn eini 2%. Hann sigur, at tað, sum smoltið er dýrari, verður spart aftur á sjónum. – Men tað sum nú verður heilt avgerandi fyri før- oyska aling í framtíðini, er um prísurin hækkar so frægt, at tað ber til at vinna pening, so at nakar fær hug at seta pening í alivinnuna. Sostatt skal laksaprísurin upp á einar 18-20 krónur fyri kilo, sigur Atli Greger- sen. Ein máti at fáa prísin upp, er at ES ásetur kvotu fyri norskan laks, sum er so lág, at prísurin kann fara uppaftur Áhugin fyri skeið- unum, sum skeið- stovan Kvasir skipar fyri undir heitinum »Trivnaður á arbeiðs- plássinum« er misjavnur. Tað eru serliga skeiðini, sum viðgera teir sokallaðu bleytaru trupulleik- arnar, sum hava fang- að áhugan hjá fólki SKEIð Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Nógv fólk hava teknað seg til skeiðini, sum snúgva seg um at skilja og loysa konfl- iktir, sjúkrafráveru og sál- arliga arbeiðsumhvørvið, meðan hini trý ikki hava møtt so stórum áhuga. Sam Jakobsen á Kvasir hevur ikki nakra frágreið- ing uppá, hví so er, men hann sigur tó, at tey á Kvas- ir kortini eru vælnøgd við undirtøkuna sum heild. – Vit vita, at slíkt tekur tíð at marknaðarføra slík skeið og at skapa áhugan, so vit kunnu ikki siga ann- að enn, at vit eru nøkulunda nøgd, sigur hann. Tað hevur víst seg, at hóast ikki so nógv hava teknað seg til trý av skeið- unum, so hava nógv ringt og spurt seg fyri. Tey fregn- ast um skeiðið, hvat tað er um og so framvegis. Men so tekna tey seg kortini ikki. Sam Jakobsen sigur, at hóast freistin at tekna seg er úti, so væntar hann fleiri fara at gera vart við seg. Tí enn eru um tvær vikur til skeiðini verða. – Føroyingar eru ofta so seinir at tekna seg, men vit hava sett freistirnar, tí vit samstarva við danir á hesum økinum, og teimum dámar ikki, at ein ringir dagin fyri og avlýsir eitt tiltak ella skeið, greiðir Sam frá. Tey, ið hava teknað seg til hesi skeiðini hjá Kvasir, eru serliga fólk í leiðslustørv- um. Tað vil siga stjórar, starvsfólkaleiðarar og so víðari. Skeiðini, sum Kvas- ir skipar fyri í døgunum 8. til 12. november eru hesi: At loysa og skilja konfl- iktir, sjúkrafrávera – spill av góðum kreftum, sálarligt arbeiðsumhvørvi og organisatiónsmenning, Temadagur: Heilsubetran á arbeiðsplássinum og Ergonomiskt og psykiskt arbeiðsumhvørvi. Kvasirskeiðini: Vilja hoyra um at loysa bleytar trupulleikar Ársroknskapurin fyri 2003 sýnir eitt hall á nærum 20 mió kr. ROKNSKAPUR Jákup Mørk Kreppan í alivinnuni fekk enn eitt prógv á borðið, nú roknskapurin hjá Sørvágs Laks varð framlagdur. Ikki minst er tað ILA- smittan á alibrúkinum, sum ávirkar roknskapin. Hetta hevur viðført, at goymslan er niðurskrivað við 8,5 mió kr. Hartil hevur søluprísurin av laksi verið ov lágur í farna ári, og tilsamans hevur hetta so givi eitt hall á 19.527 tkr. Í ársfrágreiðingini sigur nevndin seg vera í samráð við ognarar um møguliga skuldarumlegging, men enn hevur ikki borið til at staðfest, hvørt hendan verður veruleiki. Risa-hall hjá Sørvágs Laks Sam Jakobsen á Kvasir letur væl at undirtøkuni til skeiðini, hóast tað bert eru trý av seks, sum hava fangað stóran áhuga millum fólk Mynd: Jens K. Vang C M Y K 5 4