Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Nr. 206 - 28. oktober 2004 7 Fyrst í nítiárunum fekst nokso fitt av sild á bankunum eystan- fyri og sunnanfyri, eitt nú á Sandoyar- bankanum og Suðuroyarbankanum. Føroysk skip fingu soleiðis eini 16.000 tons av sild í 1990, sigur Hjalti í Jákups- stovu, leiðari á Fiski- rannsóknarstovuni SILD Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Týsdagin var nótaskipið, Saksaberg, á Kollafirði við eini 60 tonsum av sild, sum teir høvdu fingið í einum kasti á Sandoyarbankanum. Hetta var góð og púra fesk sild, sum teir løgdu upp hjá Kollafjord Pelagic. So skjótt, sum sildin byrjaði at koma inn á virkið, fóru bondini at mala, og fólk stóðu á hvør sínum »posti« á stóra virk- inum. Ikki óvanligt Tað er ikki á hvørjum degi, at sild fæst í føroyskum sjógvi, men hetta er heldur ikki óvanligt. Fiskirannsóknarstovan var í gjár í holt við at kanna, hvaðani sildin, sum Saksaberg fekk á Sandoyar- bankanum, stavar, og vænt- andi komu tey til eitt fyri- bils úrslit seinni í gjár. Tað er Jan Arge Jacob- sen, sum vegna stovnin stendur fyri hesum kann- ingum. Hjalti í Jákupsstovu, leið- ari á Fiskirannsóknarstov- uni, sigur, at føroysk nóta- skip av og á fáa sild á eitt nú Sandoyarbankanum og Suðuroyarbankanum, men tað kunnu vera ár ímillum. – Um skipini, sum eru á veg til fiskiskap ella til lands, síggja nakað, plaga tey at kasta. Hann vísir á, at fyrst í nítiárunum fekst nokso fitt av sild á bankunum eystan- fyri og sunnanfyri. – Soleiðis fingu føroysk skip eini 16.000 tons av sild á hesum leiðum í 1990, sigur hann. Hjalti sigur, at hetta var sonevnd hetlandssild. – Tað mest vanliga er, at skipini fáa hetlandssild ella norðsjóvarsild har suðuri í føroyskum sjógvi. Spurdur, hvussu støddin vanliga er á slíkari sild, sigur hann, at hetta veldst um, hvussu gomul hon er. – Ofta er tað soleiðis, at tað er tann gamla og harvið tann størsta sildin, sum ferðast longst – ella av leið, um vit so kunnu siga. Tí verður tað ofta stór sild, sum fæst í føroyskum sjógvi, sigur Hjalti. Ikki so einfalt Tá ið Sosialurin tosaði við Hjalta fyrrapartin í gjár, vóru fólk frá Fiskirann- sóknarstovuni við Jan Arge Jacobsen á odda í holt við at kanna sildina, sum Saksaberg fekk. Hjalti væntaði, at stovn- urin seinnapartin í gjár kundi koma við eini fyribils meting um, hvaðani sildin stavar. – Men hetta er ein torfør tíð av árinum at staðfesta kynsbúningina hjá sildini. Hann vísir á, at norð- havssildin gýtir í mars, og rognini byrja tískil ikki at búnast fyrr enn í desember. Hetlandssildin gýtir í august/september, og hjá báðum hesum stovnunum eru rogn og sil sostatt í eini hvílistøðu, sum hann tekur til. – Tí kann vera torført at síggja á rognum og silum, um talan í hesum førinum er um várgýtandi ella heystgýtandi sild, sigur Hjalti. Men teir, sum fáast við at kanna fisk og náttúru, standa tó ikki á berum, hóast sildin antin longu hevur gýtt – ella ikki gýtir fyrr enn aftur til várs. – Vit fara eisini at telja geislarnar í sildini, tí eitt nú hevur norðsjóvarsildin færri geislar enn norðhavs- sildin, sigur Hjalti. Vár- og heystgýtandi Hjalti í Jákupsstovu vísir á, at talan er um tríggjar høv- uðsstovnar av sild her um okkara leiðir. – Í fyrsta lagi hava vit tann stóra stovnin av norð- havssild, sum er várgýtandi. Hetta er tann stovnur, sum vit serliga fiska av um várið og um sumrarnar. Sildin heldur serliga til norðanfyri og í Norskahav- inum. Síðan hava vit íslandssildina, sum er undir Íslandi alt árið. Hetta er heystgýtandi sild. At enda hava vit norðsjóvarsildina, sum er í Norðsjónum og eisini er heystgýtandi sild. Hann heldur, at sildin, sum Saksaberg fekk á Sandoyarbankanum, kann vera ein av øllum hesum, men í gjáramorgunin vildi hann ikki geva nakað boð uppá, hvaðani sildin stavar. – Ein sildatorva kann altíð villast av leið, um vit so kunnu siga. Tað er einki »forgjørt« í hesum, sigur leiðarin á Fiskirannsóknar- stovuni, Hjalti í Jákups- stovu, at enda. Sildatorva kann altíð villast av leið Saksaberg fekk eini 60 tons av sild á Sandoyarbankanum. – Hetta hendir altíð av og á, men ár kunnu vera ímillum, sigur Hjalti í Jákupsstovu, leiðari á Fiskirannsóknarstovuni Mynd: Jens Kr. Vang Bondini á Kollafjord Pelagic eru farin at »rulla«, og sildin er komin inn á virkið Mynd: Jens Kr. Vang Hon kannar eftir, at kuldin er í lagi í sildini – og tað er hann, skilst Mynd: Jens Kr. Vang – Í fyrsta lagi fáa eið- isfólk og vinnulívið á Eiði reint vatn, og síðan verða reinsiverk sett upp til bygdirnar Ljósá og Svínáir. Tað er eitt samt bygdaráð, sum er farið undir hetta alneyðuga arbeiði, sigur borgar- stjórin í Eiðis komm- unu, Tordur J. Niclasen REINT VATN Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Drekkivatnið hjá eiðisfólki hevur í fleiri ár ikki verið so reint, sum fólk kanska hava hildið. Borgarar í kommun- uni hava verið í góðari trúgv um, at vatnið, tey drukku, var reint og gott. – Men soleiðis er tað bara ikki, noyðist borgarstjórin á Eiði, Tordur J. Niclasen, at ásanna. Hann vísir á, at eftir kanningar, sum Heilsu- frøðiliga Starvsstovan hev- ur gjørt, hevur kommunan, tá ið ringast hevur staðið til við vatninum, heitt á borg- ararnar um at kóka vatnið, áðrenn tað verður drukkið. Skelkandi skitið Vatnføringin til Eiðis bygd kemur úr keldum, sum renna undan Slættaratindi. Vatnið verður síðan savnað í stórum brunni, áðrenn tað fer út til húsarhaldini og virkini á havnalagnum. Borgarstjórin vísir á, at árstíðirnar eru ymiskar, tá ið ræður um drekkivatn úr opnum keldum, og serliga vísir tað seg, at trupulleikar eru um heystarnar. Tordur sigur, at í fjør staðfesti Heilsufrøðiliga Starvsstovan, at vatnið als ikki var so reint, sum eiðis- fólk hava hildið, og tá fór bygdaráðið beinanvegin í holt við at gera nakað við hetta málið. – Í fyrsta lagi lótu vit vatnið kanna í eina tíð, og tá ið niðurstøðan fyrilá, fór eitt samt bygdaráð beinan- vegin í holt við at loysa málið. Borgarstjórin vísir á, at kanningarnar hjá Heilsu- frøðiligu Starvsstovuni í ávísum tíðum vóru skelk- andi, sum hann tekur til. Settu pening av Tordur sigur, at Eiðis kommuna longu í verandi fíggjarári setti pening av til loysn av vatntrupulleikun- um – og aftur á komandi fíggjarlóg er sett av til endamálið. – Eftir at hava kannað og biðið um tilboð uppá reinsi- verk, hava vit tikið av ein- um tilboði frá Nomatek, sum kemur at taka sær av málinum. Hann vísir á, at friðingar- myndugleikarnir nú í okto- ber hava givið tilsøgn um, at kommunan letur byggja eitt lítið hús, sum skal hýsa reinsiskipanini, ið setast skal upp. Húsið, sum verð- ur umleið 3,5 x 2,5 metrar til støddar, verður bygt nær við stóra vatnbrunnin. Sambært loyvinum, skal húsið fella væl inn í lands- lagið, og tekjan verður úr flagi. Tordur sigur, at reinsi- skipanin byggir á UV-filtur, ið er kent frá øðrum reinsi- verkum, sum aðrar komm- unur hava sett upp. – Í hesum fyrsta byggi- stigi fáa í fyrsta lagi borgar- arnir og vinnan á Eiði reint vatn, men helmað verður ikki í, fyrr enn allir borgar- arnir í kommununi hava reint vatn. Borgarstjórin sigur, at Eiðis kommuna eisini hev- ur keypt útbúnaðin til reinsiverk til bygdirnar Ljósá og Svínáir, sum eru partur av kommununi. – Soleiðis fáa allir borg- arar í Eiðis kommunu reint vatn í komandi ári, sigur hann. Ídnaður og vatn Tordur J. Niclasen vísir á, at vinnulívið á Eiði heldur ikki kann liva við, at vatnið ikki verður reinsað. – Vit hava bæði gomul og nýggj virkir á havnalagn- um, og hesi hava fingið sær síni egnu smáu reinsiverk. Men tað er ikki nøktandi, at kommunan ikki eisini hev- ur sítt egna reinsiverk, so- leiðis at fólk og vinna kunnu vera trygg um vatn- ið, tey drekka ella brúka í framleiðsluni av matvør- um. Reinsiverkið, sum verður sett upp, verður so- leiðis ein eykatrygd – eisini hjá vinnuni, sigur Tordur J. Niclasen, borgarstjóri, at enda. HUGNI Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Hesir báðir ungu menn- inir saman við einum triðja, fingu týskvøldið fýra slíkar toskar sum tann, ið maðurin stendur við á hesi myndini. Ikki høvdu hesir tríggir langan veg til »útróður«, tí teir stóðu bara við van- ligari sleingitráðu á ytru síðu á bátahylinum á Bakka á Glyvrum. Toskarnir, teir fingu, vóru góðir – stórir og í góðum standi. Aftrat hesum fýra, fingu teir eisini nakrar smáfiskar, hópin av skrubbu og einar tvær longur. Sosialurin datt framvið hetta kvøldið, og vit kundu ikki lata vera við at forvitnast – og taka hesa hugnaligu myndina. Ungu menninir søgdu, at teir høvdu staðið við tráðuni í einar tveir tímar. – Nú skímir so tíðliga, so kanska skuldu vit verið komnir ein ella tveir tímar fyrr. Agnið, teir høvdu undir sleingitráðuni, var høggu- slokkur og makrel-ur. Teir slongdu húk og lodd langt út um steinarn- ar, sum náttúrliga ganga niður frá einum slíkum grótkasti og hálaðu síðan húkin spakuliga inneftir aftur. Meðan Sosialurin hugdi framvið, fingu teir henda eina toskin av fýra… Teir fingu toskin, og vit fingu myndina. Nú fáa eiðisfólk reint vatn Fingu tosk á tráðu á Bakka Fýra toskar av hesum slagnum fingu teir á Bakka týskvøldið Mynd: Vilmund Jacobsen - Allir borgarar í Eiðis kommunu fáa reint vatn í komandi ári, sigur Tordur J. Niclasen Mynd: Vilmund Jacobsen Drekkivatnið hjá eiðisfólki hevur stundum verið so skitið, at tað er skelkandi, sigur borgarstjórin, Tordur J. Niclasen. – Men hetta málið verður nú loyst, sigur hann C M Y K 7 6