hósdagur 28. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 206 - 28. oktober 2004
Nr. 206 - 28. oktober 2004
9
Landsstýrismaðurin
við vinnumálum
hevur fingið heimild
at skipa Postverk
Føroya sum
partafelag. Bjarni
Djurholm metir tað
sum fyrsta stigið í
eini menning av
Postverkinum
POSTVERK
Edvard Joensen
Landsstýrismaðurin
við
vinnumálum metir tað sum
fyrsta stig til menning av
Postverki Føroya, at hemild
nú er fingin til at stovna
partafelag, sum skal taka
sær av postflutningi í Før-
oyum.
– Tað er sambært polit-
iskari avtalu, at hetta
verður gjørt nú, sigur
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður.
Men ikki minst er tað tí,
at tað í grundini hevur
skund. Tað standa nevniliga
30 milliónir krónur tøkar til
endamálið í ár. Verða tær
ikki brúktar í hesum árin-
um, fella tær aftur til lands-
kassan, og næsta ár verða
tær ikki at finna á fíggj-ar-
lógini.
Tað, sum nú verður gjørt,
er at fáa stovnað sjálvt fel-
agið. Lógir og reglur
annars verða so gjørdar, so
skjótt til ber, og so kann
felagið fara til verka.
Nýggja partafelagið fær
sum høvuðsuppgávu at
reka postflutning, sigur
Bjarni Djurholm. So verður
tað up til leiðsluna í fel-
agnum at gera av, hvussu
tann flutningurin verður
skipaður. Um tað verður
eftir verandi skipan, ella
onkur heilt onnur skipan
verður funnin.
Men hann fegnast um, at
nú kann fleagið fara til
verka uttan at vera bundið
av politiskum vilja ella
óvilja til at gera tað ella tað.
Postverkið kann eftir
nýggju skipanini ganga
nýggja leiðir og finna
nýggjar
inntøkur,
vísir
Bjarni Djurholm á.
Hann nevnir Føroya Tele
sum eitt dømi um alment
partafelag, men sigur sam-
stundis, at hesi bæði illa
kunnu sammetast. Tí með-
an Føroya Tele var eitt
felag, har framgongd var á
økinum, hevur Postverkið
beint øvugtar fyritreytir.
Har hevur bara verið aftur-
gongd í seinastuni. Ikki
minst orsakað av politisk-
um bindingum, sigur lands-
stýrismaðurin.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður sigur, at tað er
ávísur lætti at sleppa av við
Postverkið soleiðis polit-
iskt.
– Nú verður tað upp til
nevndina í nýggja felagn-
um at taka støðu til virk-
semið í framtíðini. Og eg
gleði meg til at síggja Post-
verkið fara at mennast, sig-
ur hann.
Møguleiki verður
fyri, at vanligar post-
tænastur kunnu
avgreiðast á bensin-
støðini ella í handlin-
um, tá nýggja Post-
verkið er farið til
verka
POSTVERK
Edvard Joensen
Tá nýggja partafelagið,
sum skal reka postflutning,
er farið til verka, verður
møguleiki fyri at fáa av-
greitt vanligar posttænastur
í bygdahandlinum ella á
bensinstøðini, sigur stjórin
á Postvekri Føroya, Bergur
í Garði.
Nú landsstýrismaðurin
við vinnumálum hevur
fingið heimild at stovna
partafelag til postflutning,
loysir tað Postverk Føroya
úr ymsum bindingum og
letur upp fyri heilt nýggjum
møguleikum. Møguleikum,
sum tó hava verið kendir og
royndir í grannalodnum
okkara í nøkur ár, og sum
tykjast virka væl.
Ein møguleiki er, at tá
kunnu allar sonevndar fríar
avgreislur leggjst út til
feløg ella fyritøkur, sum
avtala verður gjørd við um
at avgreiða hesar.
– Tað vil siga slíkar av-
greiðslur, sum ikki krevja
beinleiðis peningaflutning,
sigur Bergur í Gaði, stjóri á
Postverki Føroya.
Hann nevnir sum dømi,
at tað fer at bera til at gera
avtalu við eina bensinstøð
um at taka ímóti og lata út
pakkar. Taka í móti brøvum
og selja frímerki og annað
tílíkt, sum ikki krevur bein-
leiðis flyting av peningi.
Hesi, sum avtalað verður
gørd við, sleppa at taka av-
greiðslugjøld fyri at senda
pakkar o.t., men sleppa ikki
at flyta pening.
Tað fer so at hava við
sær, at tænastan hjá ein-
staka borgararnum í fleiri
førum fer at batna, sigur
hann.
Her vísir hann til fleiri av
smáu posthúsunum, sum
bara hava opið heilt stutt
tíðarskeið um dagin. Har er
ringur møguleiki hjá fólki,
sum er til arbeiðis, at av-
greiða slík ting. Men verð-
ur hetta latið til dømis eini
bensinstøð, sum er opin til
seint á kvøldi, ber til hjá
fólki at avgreiða slíkt, uttan
at tað ávirkar eitt nú
arbeiði.
Tað hevur verið arbeitt
við hesum møguleikanum.
Men tað verður meira
ítøkiligt nú, nýtt partafelag
verður stovnað, sigur post-
verkstjórin.
Sum almennur stovnur
hava ymsar forðingar verið
uppií. Eitt nú skal atlit
takast til sáttmálan við
Postfelagið, sigur hann. Tað
fer at verða lættari hjá
einum partafelag, enn tað
er hjá einum almennum
stovni, at gera serligar av-
talur metir Begur í Garði.
Postavgreiðsla á
bensinstøðini
Fyrsta stigið móti menning
Tað liggur greitt, at
posthúsið í SMS í
Havn verður stongt,
nú sparingar skulu
gerast í rakstrinum
hjá Postverki Føroya
POSTVERK
Edvard Joensen
14 ársverk skulu sparast á
Postverkinum næsta ár fyri
at fáa raksturin at hanga
saman. Posthúsið í SMS
verður stongt.
Tað eru greiðu boðini,
Bergur í Garði, stjóri á
Postverki Føroya hevur at
bera í samband við, at Post-
verkið hevur viðgjørt av-
leiðingarnar av sparingum
á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Hann sigur, at hálvtfimta
ársverk verður spart burtur
við beinleiðis uppsagnum.
Av hesum verður bróður-
parturin í Havn, sigur hann.
Hann sigur, at við teim-
um
útmeldingum,
sum
komnar eru frá politiskari
síðu, var greitt, at raksturin
hjá Postverkinum fór at
geva eitt hall upp á fimm
milliónir krónur næsta ár,
um einki varð gjørt.
Tá so politisk boð komu
um, at tvær milliónir krón-
ur til tænastumannalønir
vórðu fluttar á fíggjarlóg-
ina, hjálpti tað nakað upp á
trýstið. Men tað var ikki
nokk, og tí verður neyðugt
við øðrum sparingum eis-
ini.
Umframt tey, sum verða
søgd úr starvi, fara nøkur
niður í tíð, onkur fer í far-
loyvi, og roknað verður við,
at hálvttriðja ársverk kann
sparast við natúrligari frá-
gongd.
Umframt hevur Posterkið
so sett upp, at fýra ársverk
skulu sparast við rationalis-
eringum og øðrum sparing-
um.
Hetta skal gerast við at
umskipa arbeiðsgongdir á
Postverkinum, sigur Bergur
í Garði.
Hann sigur, at Postverkið
brúkar nógvar pengar til
vaktarskipanir og yvirtíðar-
arbeiði. Hetta verður nú
lagt um og fer væntandi at
spara stovninum nógvar
pengar, sigur stjórin á
Postverki Føroya, Bergur í
Garði.
Við nýggja partafelagnum
átast eisini nýggir
møguleikar upp. Eitt nú at
útlisitera postavgreiðslu til
privatar fyritøkur so sum
bensinstøðir og handlar, sigur
Bergur í Garði, stjóri á
Postverki Føroya
Posthúsið í SMS verður stongt
Posthúsið á Óðingshdd fær væntandi fleiri kundar, tá posthúsið í SMS verður afturlatið
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fer í næstum at stovna
partafelag, sum skal loysa Postverk føroya av og taka yvir
postflutningin í landinum
Vikuskiftið hevur
góðan tónleik at
bjóða suðuroyingum
og teimum, ið vitja
Suðuroynna. Suður-
oyar Gospelfestivalur
fer fyri aðru ferð av
bakka stokki
TÓNLEIKUR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Frá 28. til 31. oktober
stendur gospel á breddan-
um í høllini í Trongisvági.
Tá fara suðuroyingar, og
onnur gospel áhugað, at
syngja og venja gospel.
Suðuroyar Gospelfestivalur
er sprottin úr Suðuroyar
Gospelkóri og er leiðarin,
Jens Knudsen, ígongdset-
arin. Ein av grundstuðl-
unum undir kórinum og
festivalinum
er
seinni
vorðin kend manna millum,
nevniliga Guðrun Sólja
Jacobsen.
Jens
Knudsen
leiðir
festivalin, har fólk úr øllum
Føroyum hittast at syngja
gospel.
Festivalurin
er
skipaður nakað soleiðis,
sum ein t.d. kennir kór-
stevnurnar. Fólk hittast
fríggjadag
og
venjing
byrjar. Hildið verður á
leygardag. Sunnudagurin er
til venjing, roynd og galla-
konsert av vanda tilfarin-
um.
Tónleikabólkur
er
partur av tiltakinum.
Løgini á festivalinum
hesaferð eru Just Come,
God is Good, Til we meet
Again, He’s the light of the
World, My life is in your
hands, Blessed Assurance,
It’s Me, Det ska bli er betre
plats, We thank you Jesus.
Atgongumerki til galla-
konsertina
sunnudagin
kunnu keypast ein tíma
innan konsertina, sum er
klokkan 15.
Nærri ber til at frætta á
heimasíðuni www.sgf.fo
TÍÐINDASKRIV
frá Listasavni Føroya
29. oktober til 19. de-
sember í 2004 verður
Oluf Høst-framsýning í
Listaskálanum.
Listasavn Føroya skal
millum annað vísa nýtt í
føroyskari list. Listasavn
Føroya hevur í mong ár
vónað at fáa í lag eina
Oluf Høst-framsýning í
Føroyum. Í ár hevur
eydnast at gera avtalu
við Oluf Høst Museet í
Gudhjem at læna Lista-
savni Føroya ikki færri
enn seksti av høvuðs-
verkum listamansins og
soleiðis skapa grundar-
lag undir listaframsýn-
ingini Høst í Føroyum.
Høst og Føroyar
"Eg leiti í roynd og veru
í málningalist míni eftir
tí tigandi guddóminum í
náttúruni. Málningurin
hevur ikki skapað lista-
málaran í mær, tað hevur
sjálv náttúran."
Oluf Høst (1884-
1966)
At listamálarin Oluf
Høst var so fast bundin
at náttúruni og dugdi so
væl at eygleiða tað, hann
sá, hevur gjørt hann til
ein tann mætasta lista-
mann, Danmørk hevur
átt. Listaverkini hjá Oluf
Høst vísa, at hann alt sítt
lív hevur roynt at lýsa
havið,
klettarnar
og
luftina á Borgundar-
hólmi, har hann er
føddur og uppvaksin, og
hetta ger tað, at máln-
ingalist hansara er so lík
føroyskari málningalist.
Framsýningin
Oluf
Høst í Føroyum er part-
ur í strembanini hjá
Listasavni Føroya at
vísa í Listaskálanum
øðrvísi listaleiðir. Vit
vilja lýsa evnið og form-
liga samspælið millum
verkini hjá Høst og í
føroyskari list. Sam-
bandið millum Oluf
Høst, sum málaði úr sín-
um útjaðara í heiminum,
á Borgundarhólmi, og
listina í einum øðrum
útjaðara í heiminum,
Føroyum, er sterkt, ikki
bara hjá faðir at før-
oysku myndlistini, Sám-
ali
Joensen-Mikines,
sum Oluf Høst hevði
nógv samband við. Í
myndunum hjá Sámali
Joensen-Mikines sæst
nógv av Oluf Høst, men
eisini í nýggjari list í
Føroyum.
Náttúru-
romantikkurin og áhug-
in fyri tí metafysiska eru
framvegis høvuðsrák í tí
føroysku listini, rák, vit
kenna aftur í listini hjá
Oluf Høst, og sum lýsa
eisini
norðurlendska
listasiðvenju.
Upplatingardagur
Upplatingardagurin
verður fríggjadagin 29.
oktober klokkan 17-19,
fjølmiðlarnir eru hjarta-
liga vælkomnir. Stjórin á
Oluf Høst Museet, Jens
Henrik Sandberg, setur
framsýningina.
Fólk eru vælkomin at
ringja á tlf. 313579 ella
214282 at seta seg í
samband við savnsleið-
aran at frætta meiri um
framsýningina.
Tað ber eisini til at
senda teldupost til
inger@art.fo
Høst í Føroyum
TÍÐINDASKRIV
Teir báðir Kristleif Zacha-
riassen og Knút Háberg
Eysturstein, ið báðir eru
fløguaktuellir, fara í næst-
um at hava tvinnar kon-
sertir saman. Hesar vera í
Losjuni í Gøtu fríggja-
kvøldið 29 oktober og í
Margarinfabrikkini í Havn
leygarkvøldið 30 oktober,
har teir báðir trína á pall við
hvør sínum bólki av dugna-
ligum tónleikarum.
Knút Háberg Eysturstein
gevur út sína fyrstu fløgu 2
novembur. Henda fløgan
nevnist "Havsglóð" og er
tónleikurin
yvirhøvur
atmosferiskur og friðar-
ligur, tó við blandaðum
íblástri frá t.d rocki og
electronica.
Henda framførslan verð-
ur sostatt fyrsta høvi hjá
áhoyrarum at hoyra tón-
leikin av fløguni fram-
førdan live.
Kristleif
Zachariassen
gav út sína fyrstu fløgu fyri
stuttum, ið nevnist "Lit-
leysir Blettir". Hetta er eitt
savn av stemningsfullum
sangum, ið hava sín upp-
runa í fólkatónleiki við eitt
sindur av singer/songwriter
og kontri swing blanda
uppí.
Teir báðir hava valt at
hava konsertir saman og
verður tí høvi hjá áhoyrar-
um at hoyra teir framføra
sama kvøld, undir sama
taki.
Kristleif Zachariassen fer
á pall saman við garvaðum
og dugnaligum monnum
sum Heðin Ziska Davidsen
á el gittar, Arnold Ludvig á
bass og Rógva á Rógvu á
trummum. Teir kenna vit úr
nógvum ymiskum saman-
hangum. Knút hevur savn-
að ein bólk av dugnaligum
fólkum úr føroyska rock
umhvørvinum. Hesi eru
Bogi á Lakjuni (Clickhaze)
á gittar, Haltóra Henriksen
(Makrel) á tangentar, Niels
Jákup í Jógvanstovu (Ges-
tir, Makrel) á bass og Uni
Árting (200, Mold) á
trummur.
Høvi verður hjá áhoyr-
arum at ogna sær eitt eintak
av bæði "Litleysir Blettir"
og "Havsglóð" á konsert-
unum, ið altso vera fríggja-
kvøldið 29 okt í Losjuni í
Gøtu og leygarkvøldið 30
okt í Margarinfabrikkini í
Havn.
Báðar konsertirnar byrja
kl 21.00.
Fróðskaparsetrið
hevur setti Jóan Paula
Joensen, professara,
dr.phil & fil.dr. sum
nýggjan rektara eftir
Malenu Marners-
dóttir
STARVSSETAN
tíðindaskriv
1. desember 2004 tekur 59
ára gamli Jóan Pauli Joen-
sen, professari, dr.phil &
fil.dr. við sum rektari á
Fróðskaparsetrinum. Hann
tekur við eftir Maluna
Marnersdóttur, professara,
dr.phil, sum hevur verið
rektari síðani 1998 í tvey
valskeið.
Jóan Pauli Joensen hevur
verið í starvi á Fróðskapar-
setrinum síðani 1989, sama
ári var hann tilnevndur
professari í siðsøgu og
fólkalívsfrøði. Í 1998 og
1999 var hann professari í
etnologi við Universitetið í
Bergen. Jóan Pauli Joensen
sat eisini sum rektari frá
1990 til 1998.
Jóan Pauli Joensen hevur
skrivað fleiri bøkur, millum
annað Fiskafólk, sum kom
út í 1982, Fólk og Mentan,
sum Skúlabókagrunnurin
gav út í 1987. Fyri jól í fjør
kom út bókin ‘I ærlige
Brudefolk.
Bryllup
på
Færøerne’, fyri hesa hevur
Jóan Pauli Joensen fingið
virðisløn frá Kungl. Gustav
Adolfs Akademin í Upp-
sala í Svøríki. Hann fær
virðislønina fyri munagott
ritverk innan siðsøgu og
etnologi. Virðislønin verður
handað 6. november.
Jóan Pauli Joensen hevur
havt fleiri álitissessir í
ymsum nevndum, bæði í
Føroyum og uttanlands.
Seinastu árini hevur hann
verið formaður í Grund-
lógarnevndini, sum herfyri
lat fyrra álitið til Løgmann.
Í Svøríki hevur hann
verið formaður í serligari
eftirmetingarnevnd,
sum
Högskoleverket hevði sett
til at meta um grund- og
granskaraútbúgvingina
í
etnologi við svensk uni-
versitet og hægri háskúlar.
Álit var lagt fram um hetta
í vár.
Regluligt
rektaraval
skuldi vera 2. november
2005. Freistin fyri upp-
stilling var 25. oktober.
Bara eitt valevni stillaði
upp, tí bleiv rektaravalið
avgjørt við friðarvali.
Jóan Pauli Joensen
nýggjur rektari
Eftir seks ára fráveru verður Jóan Pauli Joensen nú aftur
rektari á Fróðskaparsetrinum
Útgávukonsertir í vikuskiftinum
Suðuroyar Gospelfestivalur
av bakkastokki um vikuskiftið
C
M
Y
K
9
8