Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Nr. 206 - 28. oktober 2004 11 Vinnumálaráðið hevur nú gjørt viðmerkingar til tær sera álvarsomu ábreiðslur um alipolitikkin, sum Búskapar- ráðið hevur sett fram í konjunkturfrágreiðingini. Sum kunnugt ákærir Búskaparráðið Vinnumálaráðið fyri ikki at hava tikið neyðug stig og fyri ikki at hava handfarið smittuvandan í alivinnuni á fullgóðan hátt. Hetta eru sum nevnt sera álvarsamar ábreiðslur, tí við hesum leggur BR einvíst ábyrgdina fyri kreppuna í alivinnuni á politiska myndugleikan. Ábreiðslurnar frá BR ganga sostatt uppá hetta, at ov long tíð gekk frá tí Vinnumálaráðið fekk eina ávaring um, at smittu- og umhvørvistrupulleikar vóru á veg í alivinnuni, til neyðug tiltøk vórðu sett í verk. Vinnumálaráðið vísir í sínum uppriti, endurgivið her í blaðnum í gjár, øllum ábreiðslunum hjá BR aftur. Eisini finst Vinnumálaráðið at hesum, at eitt alment ráð ákærir ein politiskan myndug- leika fyri at misrøkja eitt av sínum umsitingarøkjum. Í svari sínum leggur Vinnumálaráðið dent á nøkur viður- skifti, ið BR ikki hevur havt fyrilit fyri í sínum atfinn- ingum. Víst verður á, at BR ikki vendi sær til VMR ella til Veterinerdeildina, áðrenn álvarsomu skuldsetingaranar vórðu settar fram. Víðari ger VMR vart við, at BR "vevur saman umhvørvisvernd og sjúkuniðurberjing", sum tikið verður til, og flytir VMR hervið apuna yvir á nú niður- lagda Olju- og umhvørvismálaráðið. Ført verður eisini fram, at BR nýtir eina frágreiðing frá APN skeivt og at BR brúkar umhvørvisstøðuna í alibrúkunum sum støði fyri sínum atfinningum. Síðan leggur VMR fram ein lista yvir tey tiltøk, sum vórðu sett í verk ella eru um at verða sett í verk til tess at fyribyrgja vanlukkuni í alivinnuni. Hesin listi endar við eini staðfesting av, at Føroyar eru fyrsta land, ið hevur fingið eina ES góðkenda tilbúgvingarætlan fyri ILA og eina ES góðkenda ætlan fyri koppseting móti ILA. Hetta er eitt álvarsmál. Taka vit ikki í læru av tí, sum er hent og teimum mistøkum, sum eru framd, so verða hesi bara endurtikin. Tað er so gongdin í alivinnuni lutvíst eitt dømi um. Tosað verður um at plasera ábyrgd. Og fram kemur, at øll lið í skipanini hava gjørt mistøk og hava havt ábyrgd. Spurningurin er so, hvussu vit koma víðari, uttan at alt sindrast. Neyðugt er við sjálvsannrakan í allari skipanini. Vit mugu heldur ikki gloyma, at tað er sum oftast lætt at vera eftirklókur. Spurt kundi verið: varð nokk ávarað, varð nóg nógv lurtað! Sambart omanfyri nevndu frágreiðing hevur Vinnumálaráðið roynt at bøta umstøð- una. Spurningurin er so, um hetta var nokk. Fíggjarligu, umhvørvisligu og heilsuligu umstøðurnar gjørdust bara so ómetaliga ringar, at alt fór av lagi. Støðan gjørdist so ring, at alingin kundi ikki bjargast. Úrslitið varð í allar mátar ein sorgarleikur, ið allir partar mugu síggja til at læra av. Í hesum máli stendur eisini orð ímóti orði. Tað er óheppið og nervar álitið á so væl Búskaparráð og Vinnumálaráð. Tað er tí bæði gott og rætt, at løgmaður tekur málið upp til eftirmetingar. Vónandi kemur løgmaður til eina niður- støðu, sum reinsar luftina, soleiðis at vit kunnu koma víðari við tí avgerandi málinum, ið er at endurreisa ali- vinnuna. Í hesum eiga vit eisini at geva orðunum hjá Guttormi Djurhuus í Sosialinum gætur. Tvs. at vit veruliga læra av mistøkunum og brúka henda lærdóm til at koma víðari – hvør sær og í felag - og á rættan hátt. DAGSINS MEINING Sosialurin Orði ímóti orði VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Bjørg Joensen, Valevni Javnaðarfloksins til Tórshavnar Býráð At kommunan manglar bú- staðir, ber boð um at fólk vilja búgva her. At nøkta tørvin er ein møguleiki hjá kommununi at mennast, ikki ein trupulleiki. Umráð- andi er, at bústaðir eru til øll lívsskeið og vit kundu nýtt møguleikan at lært av hvørjum øðrum, um fólk í øllum aldri búðu í sama umhvørvi . At útvega sær bústað, skal verða eitt val, sum borgarar - alt eftir tørvi og førimuni - skulu hava í boði. Eg haldi, at kommunan skal arbeiða fyri at fáa landsins myndugleikar at skapa karmar um íløgufeløg, sum síðani kunnu standa fyri bygging av partsíbúðum ella leiguíbúðum. Á hendan hátt kemur privatur kapital- ur í umferð og er við til at skapa loysnir á bústaðar- økinum, og skattapening- urin verður brúktur til tað, hann er tilætlaður - nevni- liga góðar tænastur til borg- aran. Tørvurin á bústaði broyt- ist so hvørt, sum vit eldast. Ung, lesandi, fólk við breki, barnafamiljur, støk, eldri osfr. hava ymiskan tørv og ymiska fíggjarorku. Tað skal gerast eitt val at búgva passaligt - eftir tørvi og førimuni. Tað skal t.d. vera møguligt at keypa sær ein lut og selja aftur. Vit skulu skapa eitt náttúrligt mynstur, sum ger, at bú- staðir eru til øll lívsskeið. Vit skulu tillaga komm- ununa eftir okkum, ikki øvugt. Bústaðir til øll lívsskeið VAL04 Høgni Mikkelsen býráðslimir Valevni fyri sambandsflokkin til Tórshavnar Kommunu Til býráðsvalið ár 2000 varð nógv skrivað og tosað um tørvin á barnaansing í Tórshavnar Kommunu. Sjálvur skrivaði eg tá, at nú var nokk tosað — nú skal arbeiðast! Ár 2000 (áðrenn síðsta val) var tað ein foreldra- bólkur sum tók stig til ein fund í Norðurlandahúsin- um, har tosað var um barnaansing, tí tørvurin var so stórur, t.v.s. at bíðilistin var so langur. Í dag kann staðfestast, at væl er arbeitt hesi 4 árini, tí áðrenn hetta valskeið er av, er eingin bíðilstið longur. Fyri at hesin trupulleikin ikki skal endurtakasta, má Tórshavnar Komm- una framhaldandi byggja nýggjar stovnar. Og hetta vil eg eisini arbeiða fyri, um eg veri afturvaldur. Tørvurin á barnaansingar- plássum er nøktaður VAL04 Finnleif Guttesen býráðslimur Tað gongur sum rótasúpan á Tvøroyri, at nýggjur fótbóltsvøllur og svimji- hylur skal byggjast á Tvøroyri fyri einar 20 til 50 milliónir krónur. At bæði fótbóltsvøllur og svimjihylur kundi verði betri eru øll samd um, og at tað verður neyðugt at byggja nýtt, eru øll eisini samd um. Men nær tað verður er ikki heilt lætt at spáa um, tí við einari skuld við árslok uppá 74 milliónir krónur og einari netto inntøku uppá 43 milliónir krónur, harav 13 milliónir fara til avdrøg og rentur, kann tað taka nakað av tíð, áðrenn kommunan hevur rá til at gera nýggjan fótbóltsvøll og nýggja svimjihøll. Undir alt lágmark Tað er undir alt lágmark, at kommunupolitikarar fara út í einum valári og lova, at nú skulu tit fáa nýggja svimji- høll og nýggjan fótbóltsvøll innan stutta tíð, tí tað er at halda tey, sum brúka tíð og orku uppá hesar ítróttar- greinir fyri gjøldur. Kommunan kann stuðla Kommunan stuðlar feløg- um og kann eisini stuðla meira har tað er neyðugt. Í omanfyri nevndu ítróttar- greinum kann kommunan t.d. stuðla, so at svimjarar kundu leiga/lánt svimji- hylin í Vági nakrar tímar um vikuna, væl at merkja um tað er møguligt. Somu- leiðis kann kommunan stuðla TB, so mikið, at láni av vøllinum ikki tyngir TB so nógv fíggjarliga. Í øðrum kommunum blíva fótbóltsvøllir vanliga rindaði av kommununi og ikki av feløgunum. Nýggjan fótbóltsvøll og svimjihyl á Tvøroyri? VAL04 Gjald fyri valgreinar Nú kommunuvalið er lýst, og fleiri vallistar eru almannakunngjørdir, fara vit eins og til undanfarin val at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið fyri valgreinar er hálvur lýsingaprísur. Sosialurin Ingeborg Godtfred Øll vita tað, men ongin ger nakað við tað - jú, nakað er gjørt, 10 bú- pláss til tey eldru eru komin í Føroya størstu kommunu hetta valskeið- ið. Hugsa tær til, 10 bú- pláss í Tórshavnar kommunu, har tørvurin er so stórur. Skammiligt. Undan hvørjum vali fara øll valevnini upp á tjó- legg, tey lova gull og grønar skógir, og mín sann, um ikki fleiri, eisini verandi býráðslimir, aftur hesu ferð biðja um at- kvøður frá teim gomlu, sum í denn grad eru svik- in í skjótt farna valskeiði. Tá ið heitt varð á meg um at stilla upp til bý- ráðsval, bar eg meg und- an, men aftan á at hava hugsað meg um, játtaði eg, tí eg haldi meg hava nógv at arbeiða fyri í kommununi. Og eg ætli mær avgjørt ikki at blanda kommunal-poli- tikk og landspolitikk saman, men í staðin vera kommunalpolitikkari í røttum týdningi fyri allar borgarar í komununi - tí vit øll skulu vera her. Tey gomlu tráa ikki eftir gulli og grønum skógum, tey fáa ikki ein- gang tað, tey hava uppi- borið, nevniliga umsorg- an. Nógv, sum nú hava tørv á at vera lætt um, liggja sum byrður fyri sær sjálvum og øðrum. Hesi gomlu, sum hava strítt og strevað fyri okk- um og samfelagið, hava ómenniskjanslig og ó- virðilig kor at liva undir. Ein kend havnarkona búði einsamøll, tí henn- ara einasti næstringur hevur búð í Danmark í nógv ár. Hon var vorðin í ørviti, dagur og nátt vóru eins, og har stóð hon fleiri ferðir um dagin við úthurðina og bíðaði eftir sínum. Hon hevði heima- hjálp, og tá tær fóru av- stað aftur, máttu tær m.a. bróta komfýrin av fyri at forða henni í at seta eld í, og hvørja ferð, eg sá royk ella hoyrdi brandbil, hugsaði eg um hana. Mong kenna seg helst aftur í hesum. Aftan á tógvið stríð og nógv tos við bæði lands- stýri, býráð og fleiri stovnar eydnaðist henni umsíðir at sleppa á eitt eldrasambýli og fáa virðilig kor aftur. Nú hevur hon tað gott hjá góðum starvsfólki. Vit fara á val fyri m.a., at eldri borgarin fær sømilig og virðilig kor at liva undir. Nú má skil koma á. Farið á val og veljið lista D. Gott val. Vit øll skulu vera her Jógvan Arge býráðslimur í Havn Tey fyrstu stigini til frí- tíðarskúla fyri 2. flokk í Tórshavnar kommunu eru tikin. Nú fíggjarætlanin fyri 2005 var fyri, løgdu vit í tjóðveldisflokkinum fram uppskot um at seta hetta í verk frá næsta skúlaári. Tað eydnaðist okkum at fáa býráðið alt at samtykkja at seta 1,8 mió kr av til endamálið frá august 2005. Tað merkir, at frá tí degi verður møguleiki hjá rúm- liga helvtini av teimum, sum fara í annan flokk, at fáa tilboð um frítíðarskúla. Vit høvdu sjálvandi ynskt, at øll kundu fáa tilboðið frá fyrsta degi. Tað var ikki politiskt møguligt, men vit fegnast um, at vit fingu drigið meirilutan so langt við okkum á hesum sinni. Sleppa vit upp í part at stýra kommununi komandi valskeið, ætla vit at halda fram á hesi leið til allur 2. flokkur fær tilbðið og eisini 3. flokkur í tann mun, tørv- ur er á tí. Royndirnar eru, at so at siga øll nýta møguleikan fyri frítíðarskúla í 1. flokki, meðan nakað dettur burtur av í 2. flokki. Tí verður tann samtyktin, sum nú er gjørd, til góðan bata, hóast hon ikki er fullfíggjað. Minnilutin hevði eisini uppskot um at seta í verk systkinaavsláttur á dag- stovnum, so foreldur við fleiri børnum á dagstovn- um, fingu bílgari gjald. Hetta eydnaðist ikki á hesum sinni, men býráðið samtykti í staðin uppskot um at hækka barnafrádrátt- in 250 kr upp í 5000 kr fyri barnið um árið. Systkinavslátturin taka vit upp aftur í næsta val- skeiði. VIÐMERKINGAR Annar flokkur fær frítíðarskúla VAL04 Jói Winther Valevni hjá Javnaðar- flokkinum í Tórshavnar kommunu Nú nærkast kommunuval- ið, og vit verða noydd at finna útav hvørjum leisti kommunan skal stýrast eftir tey næstu fýra árini. Mangt verður skrivað og sagt, og ikki er nakað at yvast í, at best er um vend kemur í. Her eru átrokandi mál, so sum vegurin oman í stu- dentarskúlan, og hetta kann ikki bíða longur eftir lands- myndugleikunum. Vit minnast tað stutta strekkið sunnan fyri landssjúkrahús- ið, sum lá sum ein skomm í meira enn 20 ár, og bleiv loyst uppá nakrar mánaðir. Lat okkum taka hendur saman og gera vegin oman í studentarskúlan beinan- vegin, so ikki ein ólukka hendir okkara ungdómi sum gongur har. Vit mugu finna eina loysn fyri tey sokallaðu lyklabørnini, so tey frá fyrsta flokki og nakað upp, hava nakrar fríðtíðarmøgu- leikar (eftiransingarmøgu- leikar), inntil foreldrini koma frá arbeiði. Gott val. Elin Lindenskov býráðslimur valevni Javnaðarfloksins www.lindenskov.com Eg eri troytt av at hoyra fólk úr útjaðaranum leypa á Havnina. Tey áttu heldur at sæð, at Havnin er teirra trygd fyri at klára seg. Ein sterkur høvuðsstaður og eitt sterkt miðstaðarøki er besta trygdin fyri, at útjaðarin hevur tað gott. Tað er her í miðdeplinum, at arbeiðs- plássini eru. Tað er her, dynamikkurin er. Tað er her í miðstaðarøkinum, at ný- skapanin fer fram. Tað er her í miðstaðarøkinum, at nýggju vinnurnar, sum skulu taka yvir leiklutin hjá fiskivinnuni verða skaptar. Tað er eisini her í mið- staðarøkinum, at hugburð- urin broytist frá einum miðaldarligum funda- mentalistiskum hugburði til ein opnan, demokratiskan og framskygdan hugsunar- hátt. Tað er fyrst og fremst her í Havn, at nýggja kt-vinnan tekur seg fram. Tað verður helst eisini her, at vit fara at hava miðdepilin fyri einari møguligari gen-gransking ella aðrari gransking. Sjálvandi verður hetta í Havnini. Tí slíkar vinnur krevja, at tað eru nógv fólk við ymskum førleikum á einum staði. Tað skal verða lætt at koma saman hjá hes- um fólkum. Tað er eisini neyðugt, at ein røð av tæn- astum eru samlaðar á hes- um staði. Alt hetta hevur Havnin. Vit hava stór hand- ilsøki, matstovur, kafe'ir, dansistøð, biograf, stóra svimjihøll og mangt annað. Jú størri ein býur er, betri grundarlag er fyri slíkum tænastum. Til dømis krevur Mc Donalds, at um tey skulu koma til ein bý, skulu minst 50.000 fólk búgva í býnum. Grundarlagið fyri nógv- um av hesum tænastum er, at tú hevur eitt opið sinna- lag. Skeinkiloyvi eru neyð- ug, dansur og náttklubbar mugu verða loyvdir og so framvegis. Og ikki minst eiga kvinnur at verða virdar á sama støði sum menn. Taka vit valdar kvinnur sum dømi, so er tað fyrst og fremst í Havn tær verða valdar, hóast støðan kundi verið betri. Stutt sagt, tað er her skatturin verður goldin, tað er her arbeiðsplássini verða skapt. Tað er her hugburð- urin, sum er grundarlagið fyri virðisøking, er. Lat meg beinanvegin siga, at eg havi einki ímóti at stuðla útjaðaranum. Men eg kundi hugsað mær, at politikar- arnir og fólk úr útjaðaran- um skiltu hetta, og vóru góðir við Havnina heldur enn at terrorisera hana. Minnist til: Gerst Havnin størri (gjarna við hjálp frá dugnaligum fremmanda- fólki), klárar Havnin seg betri. Klárar Havnin seg betri, klárar landið seg betri. So fær útjaðarin meira í stuðli. VAL04 Kommunan fyri øll VAL04 Havnin heldur útjaðaranum uppi! VAL04 Tryggleiki og lívsvirði - til allar borgarar! Robert Vilhelmsen, valevni á lista C Vilt tú: • At frælsa ítróttin verð- ur raðfest og fær virði- ligar umstøður at virka undir • At børnini skulu ferð- ast trygt til og frá skúla • At børnini skula hava eina virðiliga frítíðar- skúlaskipan • At skúlin og ansingar- pláss stuðla undir og ganga undan, tá ið tað ræður um heilsugóðan kost og rørslu • At foreldur fáa rímu- ligar fíggjarligar fyri- treytir at ansa børnun- um úti ella heima • At vit fáa betri umstøð- ur til frítíðar virksemi - m.a. tónleik, ítrótt og grøn øki • At kommunan stuðlar undir og gongur undan, tá ið tað ræður um ein sunnan og góðan lívs- stíl • At kommunan raðfestir allar borgarar - nýføð- ingar, børn, tannáring- ar, vaksin, foreldur og gomul – eins og bjóðar teimum virðiligar um- støður og loysnir • At vinnan verður stimbrað og fær nøkt- andi karmar at virka undir Ynskir tú "Tryggleika og lívsvirði" í fremstu røð - til allar borgarar - so vil eg arbeiða fyri hesum! Við ynski um eitt gott val. VAL04 C M Y K 11 10