Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Nr. 206 - 28. oktober 2004 13 VIÐMERKINGAR Meta C. Palle Sum fyrrverandi fakfe- lagsformaður havi eg upplivað, hvussu trupult tað kann vera fyri ein løntakara hjá Kommun- uni at fáa sín rætt. Um eg verði vald, ætli eg mær at arbeiða fyri at vunnin rættindi verða vird og eisini at starvs- fólk fáa rætt til eftir- útbúgving, sum báðir partar kunnu hava gagn av. Ein góð kommuna Rasmus A. Joensen valevni hjá Sambands- flokkinum í Tórshavnar kommunu Sum áhugaður í politikki, havi eg sjálvandi gjørt mær tankar um nøkur mál, ið eg meini, eru av alstórum týdningi, ja so stór, at vit kunnu kalla tey politisk høvuðsmál. Mál, ið skulu vera við til at tryggja okk- um øllum møguleikar í samfelagnum, í kommun- uni, á bygd og í bý. Endamálið má vera: Møguleiki til øll. Hendan uppgávan verður tá fyrst og fremst, at fólk fáa møguleikan at byggja sær eitt heim, seta føtur undir egið borð. Fyritreytin undir møgu- leikanum er nøktandi fíggj- arorka. Í dag er nøktandi fíggjar- orka aloftast tað sama sum, at bæði foreldrini mugu út á arbeiðsmarknaðin at vinna pening til húsarhaldið. Skulu foreldrini út at ar- beiða, so má møguleiki vera at fáa børnini passað, eins og tey gomlu, um tey koma soleiðis fyri, at tørvur verður á hesum. Til børnini verður tá neyðugt at gera vøggu- stovur, barnagarðar og frítíðarskúlar. Til tey eldru verða gjørd heim, har hesi kunnu koma, alt eftir hvønn tørv tey hava. Men vit skulu ikki gloyma, at foreldrini, ið skulu út á arbeiðsmarknað- in, skulu hava eina útbúgv- ing, sum er teirra førningur og íkast til samfelagið. Og við hesum koma vit inn á skúlarnar, har vit fáa ein part av tí barlast, vit byggja á, tá vit eru komin á arbeiðsmarknaðin. Tað er tí eyðsæð at skúlaskipanin eins og teir ávísu skúlarnir, bæði innihaldsliga og sum bygningar, mugu hava høgan prioritet í kommun- uni. Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit eisini skulu hugsa um tey, ið ikki kunnu gera sum øll hini. Hesi skulu fáa tey tilboð, sum teimum tørva. Sum tit síggja, so eru uppgávurnar mangar í kommunalpolitikki. Gott er við fólki við víðum sjónar- ringi. Maria á Dul Valevni fyri Fólkaflokkin til Tórshavnar Býráð Konufólk skulu framat í politikki. Hetta verður sagt alla tíðina, og ongin flokk- ur í dag hevði helst torað at komið við lista til valið við ongum konufólki á listan- um, tí ongin vil eitast ikki at vilja lova konufólki framat, tað vildi verið polit- iskt ókorrekt. Tað er tó ikki nóg mikið, at konufólk eru á einum lista, nei, konufólk koma bara framat, um veljararnir eisini ynskja tað. Og hví skulu tit veljarar ikki ynskt tað? Hevur eitt konufólk ikki minst líka gott skil á tí, sum tænir borgarum í eini kommunu, sum mannfólk hava? Er tað kanska enntá okk- urt sum konufólk hava betri skil fyri enn mannfólk? Tað vil onkur siga, men onkur vil eisini siga: "Mannfólk hava meira skil fyri teim "hørðu" virðun- um, og konufólkini fyri teim "bleytu" virðunum. Mín fatan er at besta úr- slitið fæst, um eitt uppskot - eitt evni - verður gjøg- numhugsað og gjøgnum- arbeitt bæði frá einum kvinnuligum og einum mannligum sjónarhorni. Konufólk eru líka væl før fyri at arbeiða við og hava eina meining um mál um havnir og vegir, sum um skúlar, barnagarðar og ellis- & røktarheim. Tórshavnar kommuna hevur seinasta valskeið gjørt eitt megnararbeiðið serliga innan barnaans- ingarøki. Men eisini vegakervi er nógv gjørt við, og nógv er í gongd, og somuleiðis havnaøki, her hugsi eg millum annað um arbeiðið við at reinsa upp í Vágs- botni og um tað snotuliga arbeiði, sum gjørt er í bátahylinum á Argjum. Eftir stendur at gera nakað munagott við millum annað eldraøki og skúlaøki. At tað nú er uppá høgu tíð, at betri umstøður mugu fáast til okkara eldru, haldi eg øll eru samd um, so ongin ivi skal vera um at hetta øki verður raðfest høgt. Innan skúlaøki er nakað gjørt seinastu árini, men har er ikki nóg gott enn. Sum flest øllum kunnugt er Argja skúli alt ov lítil og hevur verið tað í fleiri ár. Hann eigur tí beinanvegin at verða útbygdur, um ikki onnur munagóð varandi loysn kann finnast. Ung- dómurin er jú framtíðin, tí mugu umstøður teirra gerast so góðar sum tilber. Um Fólkaflokkinum verður víst álit til valið, kunnu borgararnir í komm- ununi vera vísir í at hildið verður áfram við góða ar- beiðnum. Um konufólki verður víst álit, so kynsbýti millum bý- ráðslimir verður javnari, fæst ein betri viðgerð av øllum málum, borgarunum at frama. Tórfinn Smith býráðslimur og valevni Javnaðarfloksins í Tórshavnar Kommunu Hesi seinastu árini er Tórshavnar Kommunan vaksin munandi, bæði í fólkatali og vídd. Síðani Argir í 1993 gjørdist ein partur av kommununi legðist Kollafjørður aft- urat fyri fýra árum síð- ani og nú 1. januar verða eisini Kirkjubøar, Hest og Nólsoyar Kommunur við í høvuðsstaðar- kommununi. Her er tal- an um størri og smærri bygdarsamfeløg sum leggja saman við land- sins størstu kommunu, og við hesum skulu eis- ini atlit takast, so gamla og hugnaliga bygdarum- hvørvið verður varð- veitt. Samanleggingar- nar skulu vera til fyri- munar fyri allar partar, og somu rættindi og skyldur galda fyri allar borgarar. Í eini kommunu, í so stórum vøkstri og teirri menning, her er, eigur lyklaorðið at vera ein neyv bygdar- og býar- planlegging. Hetta í sambandi við nýggj íbúðar-, vinnu-, fríøki og alt annað, sum hoyrir eini kommunu til. Ann- ars fer tilvildin at ráða, har hin sterkasti og frek- asti setur dagsskránna. Her hugsi eg ikki minst um miðbýin og eldru býlingarnar í Havn. Tað eru tey, sum ikki hugsað um annað enn handilsligan løtu- vinning, og minni um samlaða býarumhvørvi. Ein neyv ætlan fyri hes- ar býarpartar eigur at verða gjørd og løgd fyri borgararnar, soleiðis at øll fáa møguleika at siga sína hugsan soleiðis at vit í samlaðu býarætlan- ini taka øll neyðug og skilagóð atlit. Í allari planlegging, eiga vit at hugsa um ta ábyrgd, samfelagið hev- ur mótvegis øllum fólki, sum bera brek. Um sam- felagið skal vera javn- líkt, eigur tað sjálvsagt at verða atkomiligt fyri øll. Bæði til natúrliga umhvørvið og atgongd til upplýsing og sam- skifti, sum fyrimyndar- reglurnar hjá ST leggja upp til. Allan Hjaltalin Valevni miðfloksins til Tórshavnar býráð Okkara eldru, ommur og abbar, langommur og langabbar, skulu eisini hava tað gott. Tey hava goldið skatt og avgjøld alt lívið, men nú, tá ið tey ikki longur klára seg sjálvi, men mugu fáa hjálp nakrar ferðir um dagin, vera tey sloppin uppá fjall. Summi fáa hjálp nakrar ferðir um dagin, meðan onnur lítla ella onga hjálp fáa. Ein máti at loysa henda trupulleikan er at byggja fleiri eldraíbúðir á sama stað. Einar 30 — 40 íbúðir, alt eftir tørvi. Har kunnu vera felagshølir til ymisk tiltøk, og urtagarður, har tey, ið orka og hava hug, kunnu planta, lúka og hugna sær. Hesin byggiháttur loysir fleiri trupulleikar í einum. • Heimahjálpin kann nýta meira tíð inni hjá teim eldru, í staðin fyri sum nú, at nýta stóran part av tíðini til koyring. • Tey eldru kunnu vitja hvønn annan. • Skipast kann fyri felags tiltøkum, eitt nú møtum, bingo og hugnaløtum. Hetta kann eisini hjálpa uppá bústaðartrupulleikan í kommununi. Fleiri hús har eldri búgva í dag, verða seld ella útleigaði. Gev mær tína atkvøðu til býráðsvalið ’04, og eg skal arbeiða hart fyri at fáa loyst eldraíbúðar-/sambýlis- trupulleikan, og bústaðar- trupulleikan sum heild í Tórshavnar kommunu. VAL04 Neyv býarplan- legging, so tilvildin ikki ræður VAL04 Politisk mál - uppgávur í politikki VAL04 Konufólk í politikki! VAL04 Eldraíbúðir skulu byggjast VAL04 Bill Justinussen løgtingslimur fyri Miðflokkin Tað skelkaði meg at frætta, at munnligir fyri- spurningar, sum er fast punkt á dagsskránni fyri tingfundir mikudag, fyribils er tikið av skránni við atliti til teir løgtingslimir, sum eru uppstillaðir til komm- unuvalið. Óttin fyri, at tinglimir misnýta ting- sins røðarapall til kommunuvalstríð sigst vera orsøkin. Eg havi framvegis ilt við at trúgva, at hetta er so, men um so er, fari eg sum tingmaður at mót- mæla hesi avgerð. Fyri okkum í andstøðuni er skipanin við fyrispurn- ingum besta amboðið at reka andstøðupolitikk. Skipanin er sera grund- leggjandi fyri fólka- ræðið í landinum, tí hendan skipan tryggjar meiri enn nakað annað, at landsstýrismenn ikki gerast líkasælir í sínum arbeiði. Ein landsstýris- maður stendur til svars fyri Løgtinginum og harvið fólkaræðinum, og hann hevur skyldu at svara so væl sum tilber teimum spurningum, sum verða settir honum. Ein landsstýrismaður má ikki lúgva fyri ting- inum, og tí ger hann sítt ítarsta fyri at svara so útgreinað sum gjørligt. Soleiðis fær almenning- urin mangan innlit í mál, sum annars høvdu fing- ið loyvi at verið goymd og gloymd. Fyri okkum løgtingslimir er tað eis- ini ein forkunnugur rætt- ur at vera umboð borg- aranna beinleiðis til landsstýrismannin, sum borgarin ikki altíð hevur møguleika til at koma framat. At hendan skipan órógvar landsstýris- mannin í hansara arbeiði er slutur. Hetta er ar- beiðið hjá landsstýris- manninum. Tað er hon- um álagt í skipanini at gera hetta arbeiðið, og tí er tað burturvið at tosa um órógv. Væl veit eg, at landsstýrismenn ikki altíð eru so glaðir fyri fyrispurningar, og væl veit eg, at fyrispurningar til tíðir kunnu tykjast høpisleysir, men saman- umtikið er tað jú veljar- in, sum skal meta um avrikini hjá løgtings- limum. Oddagreinin í Dimmu kann hava sína hugsan, men ikki er víst, at veljarin hevur somu hugsan. At nokta tinglimum hesa atgongd er at gera seg inn á fólkaræðið, tí Føroya Løgting er land- sins hægsta vald, og fólkið hevur á fólka- ræðisligum grundarlagi sagt, at tey 32, sum har sita, í verandi løtu eru tey best egnaðu til starv- ið. So kann ongin seta seg yvir hesum og siga, at teirra arbeiði verður misrøkt. Tað kann bara veljarin avgera næstu ferð, val verður. Vit, sum manna and- støðuna, hava eisini við verandi skipan eina beinleiðis skyldu at fylgja við tí arbeiði, sum landsstýrið ger. Sam- gongan hevur ein annan leiklut, í og við at hon jú er í parti við landsstýris- monnunum. Um vit hugsa okkum støðuna, at allir flokkar á tingi vóru í samgongu, hevði lítið ella onki orðaskifti yvirhøvur verið á Løg- tingi. Tá hevði fólkaræð- ið av álvara verið í vanda, tí júst almenna ljósið ger, at trupult er hjá landsstýrinum at taka ivasamar avgerðir. Almenna ljósið er besta trygd fyri, at tað, sum landsstýrið ger, er í trá við galdandi reglur. Tí eigur leiklutur andstøð- unnar ikki at undir-met- ast, hóast vit mangan kunnu tykjast at vera bæði kritisk, illgruna- som og negativ. Sjálvur vildi eg heldur enn fegin sloppið undan at sett kritiskar spurningar, men soleiðis sum fólka- ræðisliga skipanin er samanskrúvað, er hesin leiklutur ein týdningar- mikil partur í politiska arbeiðnum. So, harri formaður, mín áheitan til Tygara er: setið munnligar fyri- spurningar aftur á dags- skránna skjótast gjørligt. Fólkaræðið á Løgtingi VIÐMERKINGAR LOPPUMARKNAÐUR Tíðindaskriv Afturvendandi tiltak í høllini á Stórheyggi er væl- vitjaði loppmarknaðurin, ið Havnar Fimleikafelag skip- ar fyri. Mong eru tey, ið hava gjørt kuppið henda dag í árinum. Nú er tiltakið sett til leygardagin 30. okt. 2004, kl. 10 til 17. Fyri at fáa til vega nóg mikið av loppum, standa dyrnar á Stórheyggi opnar fríggjakvøldið frá kl. 19. Tikið verður ikki ímóti klæðum, men annars eru allar loppur vælkomnar. Nógv skal til, tí fólk eru íðin at vitja og keypa. Har- við er hetta sjálvsagt stórur stuðul í fimleikaarbeiði okkara. Til teirra, ið vilja stuðlað á annan hátt, verður køku- tombola eisini leygardagin 30. okt. Við ynskjum um góða vitjan. Arkitektafelagið hevur skipað nevnd- ina av nýggjum AÐALFUNDUR Tíðindaskriv Arkitektafelag Føroya hevði ársaðalfund 1. ok- tober í Pæsastovu í Havn. 19 av teimum 36 limunum í felagnum vóru møttir á fundi. Í formansfrágreiðing síni boðaði Rúni Abrahamsen frá, at hann ikki stillaði uppaftur, eftir at hann hevur verið formaður í 5 ár. Í staðin fyri varð May- finn Norðoy einmælt vald- ur sum nýggjur formaður. Á fundunum varð eisini Selmar Nielsen valdur í nevndina fyri 2 ár í staðin fyri Magnus Magnussen, sum ikki stillaði uppaftur. Albert Isfeld heldur fram í nevndina 1 ár afturat. Í sáttmálabólkinum halda Ole Jensen og Unnie Justinussen áfram. Arkitektafelagið hevur eisini ein bólk, Kveiki, ið skipar fyri tiltøkum. Í honum sita nú Eyðun Elia- sen, Høgni T. Hansen og Bárður í Baianstovu. Harumframt hevur arki- tektafelagið umboð í LISA (Listafólkasamband Før- oya), í Ráðgevandi Ráð- num fyri Norðurlandahúsið og í umboðsráðnum fyri Listastevnu Føroya. Nevndin skipaði seg á fundi 20. oktober við Selmar Nielsen sum skriv- ara og við Albert Isfeld sum kassameistara og næstfor- manni. Tórálvur Weihe, sum hevur virkað sum aðalskrivari hjá felagnum hesi seinastu árini heldur áfram í hesum starvi. Fyri fyrstu ferð í Før- oya søgu, verður hild- ið Halloween party HALLOWEEN Tíðindaskriv Tað er Mentanarhúsið í Fuglafirði sum verður kamur um hetta frálíka stuttliga tiltakið. »Hallo- ween« ella »Hallows day« er upprunaliga Keltiskt nýár, sum í fornu øld endaði 31.okt. Nú er tað at kallað ein veitsludagur sum líkist nógv føstulávint, har fólk lata seg í grýluklæði og gekkaskortar. Leygarkvøldið tann 30. okt kl.23:30 letur Ment- anarhúsið í Fuglafirði hurðarnar upp fyri Hallo- ween-party har øll vónandi møta »spooky« ílætin. Tað verður eisini stórt DJ-show, og teir sum skipa fyri Dj- shownum siga, at teir m.a. hava fingið Dracula og eina heks at hjálpa sær við undirhaldinum. Í sambandi við tiltakið, verður skipa fyri kapping, um hvør er tann Spooky´asta og Scary´asta grýlan. Andlitsmáling verður eisini á staðnum, og hølið verður pyntað við ymiskum sum hoyrir Hallo- ween-party til. Hagtøl um gransking og menning Í Føroy- um Í almenna og privata sektorinum verða nú ment av Granskingarráðnum Í samstavi við Hagstov- una. Ein spurnakann- ing skal útvega hesi hagtøl og vitan, og úrslitið av hesari kanning skal al- mannakunngerast í eini frágreiðing GRANSKING tíðindaskriv Føroya Arbeiðsgevarafelag við vinnugreinafeløgum og Føroya Reiðarafelag mæla limum sínum til at svara spurnaskjalinum, soleiðis at hagtølini vera so álítandi sum gjørligt. Hvussu innsavningin er skipað Spurnakanningin verður framd um alnetið og at- gongd til hesa fæst við klikkja á hesa leinkjuna http://212.55.61.8/opinio/s ?s=102&i=877&k=e4Je. Her fæst samband við elektroniska spurnaskjalið, ið er gjørt til endamálið . Vegleiðing er eisini gjørd, sum greiðir frá, hvussu tey hugtøk, ið eru nýtt, skulu tulkast, og hvussu spurn- ingarnir í spurnaskjalinum skulu svarast. Í skipanini fæst fatur á: • Einum spurnaskjali, ið skal prentast út • Eini vegleiðing, ið eisini skal prentast út. • Byrjan til ta elektronisku útgávuna av spurnaskjal- inum, ið endaliga skal fyllast út og sendast Hag- stovuni. Brúkarar kunnu brúka prentaða spurnaskjalið og vegleiðing til fyribils út- fylling av skjalinum. Skjal- ið er umfatandi, og trupult verður at fara beint inn á elektroniska skjalið og leggja svarini inn uttan nærri fyrireiking. Spurnar- bløðini eiga at verða svarað áðrenn fríggjadgin, 19. november. Allar eindir og fyritøkur verða vinarliga bidnar um at svara spurnaskjalinum. Hetta hevur stóran týdning fyri góðskuna á hagtølun- um og hvussu álítandi tey verða. Tað er eisini týdn- ingarmikið at fáa svar frá teimum fyritøkum, ið ikki hava havt granskingar- og m e n n i n g a r v i r k s e m i . Granskingarráðið og Hag- stovan vita væl, at tað kann verða ein avjbjóðing at svara skjalinum, men vón- andi kunnu vit við skriv- ligum vegleiðingum og virknari hjálp lætta um til- gongdina so væl sum gjør- ligt. Hagtøl um Gransking og Menning Í Føroyum Halloween-party í Mentanarhúsinum í Fuglafirði Mayfinn nýggjur formaður Stóri loppumarknaðurin 30. oktober Mayfinn Norðoy er nývaldur formaður í Arkitektafelagið Føroya C M Y K 13 12