Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 206 - 28. oktober 2004 15 Óli Hansen nevndarformaður í United Seafood Sum flest øllum kunnugt, so hevur føroyska fiski- vinnan á landi tað trupult í hesum døgum og nú sær út til, at vinnan hevur fingið enn ein trupulleika at drag- ast við; nevniliga árligu frágreiðingarnar frá Bú- skaparráðnum. Nú um dagarnar kom so seinasta Konjukturfrá- greiðingin frá Búskapar- ráðnum fyri 2004. Frá- greiðingin er ikki serliga drúgv í mun til frágreiðing- ina, ið kom í 2003; men hóast tað, so er vorðið pláss til fleiri álvarsligar pá- standir í frágreiðingini. Frágreiðingin fyri 2003 sermerkti seg við meir ella minni at avtaka framleiðslu av fiski á landi í Føroyum. Við óvanliga ráari libralist- iskari hugsjón varð tilrátt, at bert ótarnað kapping skuldi avgera, um vit skulu hava eina flakavinnu á landi yvirhøvur. Trupult er at finna nakran reyðan tráð frá 2003 til 2004 frágreiðingina. Í frá- greiðingini fyri 2004 verð- ur lagt á heilt annan bógv og førir Búskaparráðið seg nú fram við einum óvan- ligum djúpum innliti í føroysku fiskavirkingina á landi. Serliga um fyritøk- urnar United Seafood, sum Framtaksgrunnur Føroya eigur, og Kósina, sum Før- oyagrunnurin eigur, tykist vitanin at vera sera gjøllig. Á síðu 5 verður sagt, "at tá bæði Fiskavirking (Uni- ted Seafood) og Kósin eru almennar fyritøkur, eru tær ikki eins kravmiklar um avkast av eginpeninginum, sum vóru tær privatar fyritøkur". Um hetta er fyrst at siga, at Búskaparráðið hervið fer ógvuliga lætt um tann veru- leika, at tað er ein sjálv- støðugur vinnurekandi grunnur, ið eigur United Seafood, og tað er óheppið, at ráðið í sínum metingum ikki virðir tey mørk, ið hervið eru sett frá politisk- ari síðu. Tað sæst ikki hvaðani Búskaparráðið hevur hesa vitan. Tað kann tó stað- festast, at Búskaparráðið hevur ikki verið í samband við Framtaksgrunnin ella United Seafood um evnið, og tað kann neyvan verða eitt sjálvsagt facitt, at vinnurekandi grunnar pr. definitión ikki krevja opti- malt avkast av sínum íløg- um. Tó so: Búskaparráðið hevur í fjølmiðlunum sagt frá, at frágreiðingin ikki er heilt álítandi, tí góð og dagførd hagtøl mangla í Føroyum. Niðanfyri kann borðreiðast við nøkrum hagtølum fyri United Sea- food, sum eru álítandi, og keldan er almennu rokn- skapirnir fyri felagið árini 1997-2003. Her sæst, at eginpening- urin í 1997 var kr. 60 mill. og at hann við rokn- skaparlok 2003 var kr. 117 mill. Afturat hesum er út- goldið vinningsbýti í 2001 og 2002 á íalt kr. 12 mill. Eginpeningurin í United Seafood er sostatt í tíðar- skeiðnum frá 1997 til 2003 forrentaður við 115% ella 16% p.a. Havast skal í huga, at framsleiðslutólini á United Seafood í 1997 vóru full- komuliga niðurslitin. Hóast tað, so hevur verið ein virðisvøkstur í hesum tíðar- skeiðnum uppá kr. 1.345 mill., samstundis sum vit hava havt eitt stabilt arbeiðspláss, ið hevur út- goldið kr. 119 mill. í meðal í lønum um árið. Hesi hagtøl boða klárt frá, at felagið verður rikið eftir somu krøvum, sum verða sett í vinnulívinum annars. Tá Búskaparráðið hevur eina heilt aðra fatan av forrentningskravinum, eru vit, sum varða av felganum, sjálvandi forvitin eftir at vita, á hvat grundarlag pá- standurin er bygdur! Á somu síðu postulerar Búskaparráðið eisini, at tað, at tað almenna eigur partar av fiskivinnuni á landi "kann føra til eitt skrædl, sum verður alt ov stórt í mun til tað, sum neyðugt var". Hetta postulat er sjálv- andi við til at skaða um- dømi hjá nevndu feløgum uttanlands, tí hvørjir kund- ar kunna líta á ein veitara, sum stendur fyri tílíkum hóttafalli? Tað er óheppið, at Bú- skaparráðið hervið syngur fyrsta tenor í kórinum, har manglandi einskiljing er orsøkin til øll vandamál í fiskivinnuni. Annar tenorur hevur longu stemmað í við harðari rødd. Tað sóu vit á forsíðuni á Dimmalætting 20. oktober 2004, har for- maðurin í Ráfiskaseljara- felagnum fær skúgvað trupulleikarnar við skipan- ini av uppoðsøluni yvir á manglandi einskiljing. Í tíðarskeiðnum frá 1997 til 2003 eru íløgur gjørdar í rakstrargøgn og menning fyri íalt góðar 100 mill., og tá hugt verður at, hvussu United Seafood hevur forrentað sín eginpening í sama tíðarskeiði, er ilt at síggja, hvat fyri "skrædl" sipað verður til. Aftur her manglar grundgevingin hjá Búskaparráðnum fullkomi- liga! Og tað boðar frá ábyrgdarloysi, at tveita um seg við tílíkum ógrundað- um postulatum, fyritøkun- um til stóran skaða. Búskaparráðið skal fáa viðhald í, at rættast hevði verið at einskilt almennu fyritøkurnar, so sleppast kann undan, at almennir myndugleikar taka sær rætt til at leggja seg út í smálutir hjá fyritøkunum. Og vit kunnu gleðast yvir, at tann fyrsta ítøkiliga søluætlanin er gjørd, nevniliga fyri United Seafood. Vónandi fara vit at síggja fleiri ítøki- ligar ætlanir í framtíðini, eisini fyri tær fyritøkur, sum tað almenna eigur beinleiðis. Á síðu 7 í frágreiðingini vísir Búskaparráðið aftur sítt gjølliga innlit í fiski- vinnuna á landi, og sagt verður frá, at kappingin fyri ávísar frystar vørur er vorðin munandi torførari, tí "serstakliga kinverskar og eystureuropeiskar fyritøkur hava fingið fastatøkur á sama marknað, har føroysk fiskavirki selja." Og á síðu 5 verður sagt: "Tí áttu vit at væntað eina stigvísa til- laging til broyttu viður- skiftini." Á United Seafood kann í hvørt fall staðfestast, at tað er ikki kappingin frá kin- verjum ella eystureuropear- um, sum er størsti trupul- leikin. Stórsti einkultu trupulleikarnir í løtuni eru: - lági dollarakursurin og - høga kostnaðarstøði í Føroyum í mun til t.d. Skotland og Ísland. Hvat Búskaparráðið veit um tillagingina í vinnuni kann bert gitast um; men staðfestast skal, at Bú- skaparráðið ongantíð hevur verið á gátt ella sett seg í sambandi við United Sea- food í samb. við frágreið- ingina 2004. Ein undrast á, hvaðani Búskaparráðið fær sína vitan, og tað er ikki sørt at ein stendur eftir við kensl- uni av, at borðreitt verður við einum skrivstovuveru- leika, heldur enn einum veruleika, ið lættliga kann fáast til vega við tøttum samskifti við vinnuna. Tað er ikki sørt, at torført er at taka frágreiðingina fyri 2004 í álvara, og beint sum ein ivaðist mest í hesum, kom formaðurin í Búskaparráðnum til hjálpar og váttaði, at ein var ikki farin heilt av leið. Í Útvarpi Føroya hin 19. oktober 2004 segði formaðurin í Búskaparráðnum, at tað, sum gjørt var, var " ..ikki nóg nágreiniligt, ...ikki nóg nøjagtigt, ...ikki nóg trúverdugt" og "eg seti spurnartekin við alt hjá okkum". Og í hesum er undirritaði púra samdur. TÍÐINDASKRIV frá floksskrivstovu Tjóðveldisfloksins Dómur er nú fallin í sakar- málinum, sum Team 85 reisti mótvegis Tjóðveld- isflokkinum fyri kostnaðin av valstríðnum til løgtings- valið 2002. Tjóðveldisflokkurin hevði noktað at rindað fulla upphædd fyri lýsingarher- ferðina til løgtingsvalið 2002, tí flokkurin metti seg í fyrsta lagi at hava eina avtalu við lýsingafyritøk- una um ein fastan prís, og í øðrum lagi, at nógv um- rødda lýsingin í Sosialinum valdagin, oyðilegði saml- aða virðið á lýsingaátakin- um. Team 85 kravdi at fáa alla upphæddina, men hevði ikki sent rokning fyri lýs- ingina í Sosialinum val- dagin. Dómurin gevur Team 85 viðhald í, at Tjóðveldis- flokkurin skal gjalda fulla upphædd fyri lýsingarher- ferðina - tó við undantaki av eini minni rokning fyri eitt telduprogramm, sum fyritøkan hevði kravt Tjóð- veldisflokkin eftir. Í fyrsta lagi heldur dóm- arin tað ikki verða prógvað, at avtalaður varð ein fastur prísur. Í øðrum lagi vísur dóm- arin á, at Team 85 hevur ikki kravt gjald fyri um- røddu lýsingina, og at grundarlag er ikki fyri at halda, at lýsingin hevur havt við sær eitt mist virði ella tap, sum kann geva niðursettan prís ella endur- gjald til Tjóðveldisflokkin. Formaðurin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgni Hoydal, harmast um dómin og hevur hesar viðmerkingar: - Eg hevði vónað at vit fingu ein avsláttur í prísin- um, tí vit halda okkum hava fingið eina sera ringa við- ferð frá lýsingarfyritøkuni, og vit halda, at umrødda lýsingin hevur verið sera skaðilig fyri alt valstríðið og fyri flokkin. Men eg noyðist at taka dómin til eftirtektar og ásanna, at løgfrøðin sigur nakað annað. - Tað einasta eg kann fegnast um í hesum máli, er at málið nú er lýst til fulnar í einum dómi, og at vit við dóminum hava fingið eitt skjal sum greiðir frá allari gongdini við lýsingarátak- inum og teirri nú so kendu lýsingini. Tjóðveldisflokkurin hev- ur sett pening av til eitt møguligt tap í málinum og kann tí greiða sínar skyldur. Kertulogin skæri Sólmundur Joensen Lítillátin lítil logi kertur sjónligar at sjá spennist sterki lívsins bogi móti hæddum há margfaldar kertur at skoða brúsandi bryggjubál anandi nakrar loga allar tó náa á mál nátt og dag sjá kertur loga sum havaldur vetrardag skolandi í íðu, boða kvøður vetrarsins harðbaldna lag brennandi kertur sum streymharðar íðir lívið gerst skært og bjart geisandi kertur sum grønkandi líðir djúpan, reinan kærleika fært veldigu kertur – strálandi víða login tagnar alt ov brátt ljómfylta lag í hæddir stíga brimandi kerta fræið sátt kertur slóknað – náttarmyrkur ljómandi kertur minnist eg lívsins megi og styrkur sýndu mær kærleikans veg bjartar kertur geva – fáa fylla hjørtu – gleði, frið kærleikansmálið vilja náa kertur skoða lið í lið kertiljós á lívsins gøtum avmarkaða virkistíð til hvíldarstað á føgrum gøtum eftir lokið dagsins stríð VIÐMERKINGAR Viðmerking til Konjukturfrágreiðingina frá Búskaparráðnum 2004 Tjóðveldisflokkurin dømdur at rinda fullu upphæddina fyri valstríðið til Team 85 15 14 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Maria Juhl Hansen Cand. jur Jeg har længe gået og tænkt, at jeg godt kunne tænke mig at stille jer nogle spørgsmål. Det lader til at I har svarene på en del af de spørgsmål, som menneske- heden har stillet siden den blev til. I lader for eksempel til at vide, hvornår menneske- sjælen bliver til. Ved I også, hvor den kommer fra? Eller hvor den bliver af bagefter? Ved I hvordan den bliver til? Jeg tror egentlig, at vi er enige om, hvornår vi tror, livet starter. Jeg tror, at det starter ved undfangelsen. Der hvor jeg tror, at vores veje skilles er, når I lader til at mene, at der er tale om et menneske fra undfangel- sen, at det er ligeså be- skyttelsesværdigt som sin vært. I den vestlige verden anser vi traditionelt ikke – i modsætning til visse kul- turer i østen – alle liv for beskyttelsesværdige. Mennesker og visse højere- stående pattedyr er beskytt- et, men allerede ved den sidste gruppe bliver situa- tionen mudret. Vi kræver en vis form for sjælsud- vikling for at anse et liv for beskyttelsesværdigt. Har et foster inden tolvte uger så det? Efter min op- fattelse er svaret nej. Et foster på dette stadie hedd- er i lægefaglig terminologi et embryon. Det betyder celledeling på græsk. På dette tidspunkt er livet en celledeling i en kvindes livmoder ligesom, så mange andre celledelinger i hendes krop. Hvis ikke der bliver grebet ind i denne enten fra naturen (eller Vorherre om man vil) således, at celledelingen går i stå og fosteret abor- teres spontant eller, der gribes ind fra menneskelig side, og man vælger en provokeret abort vil denne celledeling i løbet af ni måneder udvikle sig til et barn. Men det er ikke det samme som, at det allerede inden tolvte uger, har det sjæleliv, der kvalificerer til betegnelsen et barn. Efter min mening bliver det endnu mere iøjnefald- ende, hvis man overvejer, at der ikke er tale om et hensyn til fosterets rettig- heder alene. Der foreligger en situation med kolli- derende rettigheder. Hvor hensynet til det levende fuldtudviklede menneske langt overstiger hensynet til en celledeling, der er fuldstændig afhængig af en "vært" for at overleve. Det kan på trods af al moderne teknologi ikke holdes i live uden for moderen. Alene det er for mig et vægtigt argument for, at fosterets liv ikke bør tillægges sam- me vægt som moderen. Der er endnu en ting, som jeg synes, at abort- modstanderne kunne over- veje. Nemlig, hvad det gør ved fosterudviklingen at vokse i en kvinde, der er syg af sorg og angst. For man skal jo huske, at de første til at pege fingre af kvinder, der får abort, ofte også er de første til at fordømme den pige, der kom galt af sted Nu bedes læseren lægge mærke til en ting. Da jeg skrev om livets opståen og fosterets sjælsudvikling, skrev jeg, "efter min mening". Det er væsentligt, fordi jeg ikke forsøger at tage patent på, hvordan og hvornår livet begynder, slutter og hvad der sker før og efter. Det kan jeg ikke, og det ønsker jeg ikke. Derfor ønsker jeg heller ikke at bestemme, hvorvidt andre mennesker skal gen- nemføre et svangerskab, eller de skal afbryde det. Det kan jeg ikke. Der er for mange store spørgsmål, som jeg ikke kan give et endegyldigt svar på. Selv om jeg er kristen, bilder jeg mig nemlig ikke ind, at jeg har patent på sandheden. Netop derfor ønsker jeg et frit valg for det enkelte menneske til at afgøre disse spørgsmål med sig selv og på baggrund heraf træffe sit valg. Jeg mener, at det er spørgsmål af en karakter, som ingen kan afgøre for andre. Det er svært nok at afgøre med sig selv. Sidst men ikke mindst burde I måske tænke lidt over, hvem det var, Kristus kom hos, da han vandrede på jorden. For så vidt jeg husker, var det meget sjæl- dent hos folk, der dyrkede loven frem for kærlig- heden. De kendte nemlig ikke Kristus, når De så ham. Så lad den skyldfri kaste den første sten… Richard Danielsen Nú hoyrir man aftur og aftur, trúttað niður í okkum, serliga av nøkrum kvinn- um, at kvinnan má sjálv ráða yvir sínum likami. Vit mugu nokk øll ásanna, um vit nú trúgva á Bíbliuna ella ikki, at lívið er undurfult, óskiljandi, tað er nakað høgt, langt yvir okkum, ófatuligt. Hvussu verða beinini til í móðurlívi, hvar kemur lívið frá. Hví eru vit her, hvat er endamálið við okkum. Heimspekingar hava kanska roynt at granska hetta, men hetta er ikki til at finna út av, vón- leyst vit klára tað ikki. Her standa vit á nullinum, um man so má siga. Og so verður tað gjørt so lætt av nøkrum, at um tey sosialu viðurskiftini ikki eru til vildar, ja kanska bara tað at hetta kann forða einari útbúgving, so skal kvinnan steðga hesum undurverki í likami sínum. Vit, sum trúgva á Gud, sum hann hevur opinberað seg í skriftunum, vilja rópa í móti hesum. Hetta fær meiri og meiri vald á fólki okkara. Eg vil tí vera við í tí skaranum, sum rópar var- skó ímóti hesum. Um tú ikki ert ein per- sónligur trúgvandi, frelstur ella kanska heldur ikki tekur Bíbliuna í álvara, hav tó virðing fyri tí, sum tú einki skilir av! »At skilja hetta er mær ov undurfult; tað er ov høgt, eg eri tað ikki mentur. Sum fostur sóu eygu tíni meg, og í bók Tíni stóðu teir allir uppskrivaðir, dag- arnir, ið ásettir vóru, áðr- enn nakar av teimum enn var komin. Sálmur 139 versini 6 og 16«. Upplýsingar í sam- band við úttalilsir hjá formanninum í Klaksvíkar Sjón- leikarafelag, Petur J. Eliasen, í grein í Sosialinum 26.10.2004 MENTANARHÚS Tíðindaskriv frá Stýri- num og leiðaranum fyri Mentanarhúsið Atlantis Í 2001 bleiv Grunnurin Sjálvsognarstovnurin Mentanarhúsið Atlantis stovnaður, og stýrið yvirtók alla skuld hjá Klaksvíkar Sjónleik- arafelag, kr. 2.450.000,-. Hetta aftaná, at Klaks- víkar Kommuna hevði tikið um endan, tá ið byrðan hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag gjørdist ov tung. Okkara uppgáva er at fylgja samtyktunum, gjørdar av Klaksvíkar Kommunu, sum siga: Endamál §2 Endamálið við grunninum er at vera karmur um mentanar- liga virksemið í býnum, t.v.s. gjøgnum sjónleik, filmsfyrivísan, kvøld- setur, upplestur, sang og tónleik, fundir og annað fyri slík hús líknandi virksemi, og kunnu bólkar, einstaklingar og feløg gera nyttu av hús- inum. Dentur verður lagdur á, at virksemið verður so fjølbroytt sum gjørligt, og at virksemið tekur støði í føroyskum ment- anararvi og føroyskum siði, og við tign, sum sømir seg einum ment- aðum fólki. Sambært leigusátt- málanum ímillum Ment- anarhúsið Atlantis og Klaksvíkar Sjónleik- arafelag, sum er gald- andi til 1. juli 2006, hev- ur leigarin nýtslurætt til partar av bygninginum, sum fevna um kjallaran, alt árið og pallin og loftið í tann mun tiltøk felagsins leggja upp til. Klaksvíkar Kommuna veitir Mentanarhúsinum Atlantis ein stuðul uppá kr. 500.000,- um árið. Peningurin verður nýttur soleiðis: Rentur og avdrøg kr. 260.000,- Løn leiðarin kr. 240.000,- Íalt kr. 500.000,- Afturat hesum skal Mentanarhúsið Atlantis av við aðrar útreiðslur, so sum trygging, olja, ravmagn, telefon, bók- hald, grannskoðan o.m.a., sum íalt eru uml. kr. 250.000,-. Biografurin, ið hvílur í sær sjálvum, hevur verið ein týdningarmikil partur, tá ið hugsað verður um at fáa fólk at vitja húsið. Tó eru tað mest tey ungu, sum higartil hava vitjað biografin, og meta vit hetta at vera eitt gott tilboð til tey ungu í bý- num. Vit vilja vera við til at gera karmarnar so góðar sum gjørligt fyri tey, sum vitja húsið, og hava tí innrættað salin av nýggjum, betra um pall- in við m.a nýggjum bak- tjøldum, hugna um foy- eri, fingið eitt gott "sourround" anlegg og nýggja peru í framvís- aran, soleiðis at bæði ljóð og myndagóðska er í topp. Leiðarin hevur roynt at skipa fyri ymiskum øðrum tiltøkum, har undirtøkan hevur verið misjøvn. Tó fella vit ikki í fátt. Vit hava gjørt avtalu um samstarv við Norðurlandahúsið/films felagið Klipp og Ment- anarhúsið í Fuglafirði. Vit eru í fer við at fáa permanenta ljóð útgerð í húsið, umframt "sour- round" anleggið, sum longu er komið. Eisini er eitt nýtt klaver í húsi- num eins og uppvørpa, sum fer at verða nýtt til reklamur, áðrenn film- arnir byrja. Hetta fer at vera eitt fíggjarligt ískoyti til virksemi í húsinum. Leiðarin hevur sam- skipað tiltøkini, og er tað eingin trupulleiki at hýsa tiltøkum, sum eru uml. 2-3 tímar til longd- ar, samstundis sum bio- grafurin koyrir eftir ætlan, nær tað skal vera!!! Venjingarumstøður- nar eru ikki tær bestu, og kemst hetta av, at einki hølið er burturav til at venja í. Vit vilja tó gera framførslu umstøðurnar so góðar sum gjørligt. Tað kann kennast svárt, tá ið nakað, ein hevur verið við til at bygt upp, gleppur einum av hondum. Tíðin stend- ur ikki í stað, og vit verða øll noydd at hyggja frameftir. Um Atlantis VIÐMERKINGAR Til det færøske lagting i anledning af den færøske abortlovgivning Ófatuligt Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. C M Y K 14 Lesið Sosialin - so eru tit við