hósdagur 28. oktober 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 206 - 28. oktober 2004
Nr. 206 - 28. oktober 2004
17
Fríggjadagin 22.
oktober var almenn
mótøka á Verkstað-
num Vón á Argjum í
samband við at
Bjarni Clementsen,
leiðari á Serstovna-
deildini, er farin úr
starvi
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Eftir at hava starvast í 24 ár
sum leiðari innan serstovn-
aøkið í Føroyum, hevur
leiðarin á Serstovnadeild-
ini, Bjarni Clementsen, valt
at siga seg úr starvi og er
farin av royna seg við
øðrum avbjóðingum. Hann
hevur tikið við sum leiðari
á Dagstovninum í Kvívík.
Móttøkan á Verkstaðnum
Vón byrjaði við at Mary í
Garði, stjóri fyri Heima-
røktina og Serforsorgina,
sum serstovnadeildin er er
partur av, beyð øllum at
vera vælkomin. Hon helt
eisini eina røðu fyri Bjarna.
Onnur sum hildu røðu
vóru t.d. Malena Arnholds-
dóttir, formaður í Javna, og
Ingrid Dalsgaard, leiðari
fyri heimið fyri heilaskadd.
Ein av brúkarunum, Símun
Petur
Zachariasen
úr
Klaksvík, segði, at hann
hevði nógv at takka Bjarna
Clementsen
fyri,
hann
hevði verið við til at broytt
hansara lív.
Tey, sum hildu røðu á
móttøkuni, vóru samd um,
at Bjarni hevur verið ein
eldsál innan serstovnaøkið í
Føroyum. Hann hevur verið
við til at bygt Serstovna-
deildina upp frá botni av, og
hann hevur lagt nógva orku
í at bøta um korini hjá
teimum menningartarnaðu.
Serstovnadeildin, ið varð
stovnað fyri 10 árum síðan,
er ein eftirkomari av virk-
seminum,
sum
Statens
Åndssvageforsorg byrjaði í
Føroyum í 1971, fyrst undir
leiðslu av Storstrøms Amt í
Danmark,
síðani
undir
leiðslu av Socialstyrelsen/
Sosialministeriunum
í
Keypmannahavn.
Seinni
bleiv
navnið
Statens Åndssvageforsorg
skift út við navnið And-
veikraverndin, sum í 1988
bleiv ein landsstovnur undir
Almannastovuni og Føroya
Landsstýri.
Andveikraverndin bleiv
avtikin í 1994 og virksemið
být sundur millum deildir á
Almannastovuni. Í 1998
bleiv Serstovnadeildin ein
partur av Heimarøktini og
Serforsorgini, tá virksemið
hjá Almannastovuni bleiv
býtt í tveir stovnar undir Al-
manna- og Heilsumálaráð-
num.
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Bjarni Clementsen, Tórshavn:
Ein eldsál lagt frá sær
Fríggjadagin var almenn
mótøka á Verkstaðnum
Vón á Argjum í samband
við at Bjarni Clementsen,
leiðari á Serstovnadeild-
ini, er farin úr starvi
Malena Arnholdsdóttir, formaður í Javna, heldur røðu
Bjarni Clementsen fekk
fleiri gávur og heilsanir
undir móttøkuni
Ingrid Dalsgaard, leiðari fyri
heimið fyri heilaskadd,
Sambýlið í Niðarugøtu, í
Hoyvík, heldur røðu
Maud W. Hansen, leiðari fyri verkstaðin Vón á Argjum, saman við brúkarum og starvsfólkum
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Dagurin
28. oktober.Tveggja ápostla messa, Símun Selotes
og Judas Taddeus. Søgnin sigur, at teir vórðu báðir
dripnir í Persiu í árinum 71.
Á einum av kirkjubøstólunum sæst mynd av
einum ápostli við gassa í hendi. Er helst annar av
teimum, tí søgnin sigur, at teir báðir vórðu bardir til
deyða.
Símun merkir lítli Sámal, og Judas merkir av Juda
ætt.
13. september 2004 varð
51 ára gamli David Walzer
settur sum ambassadørur
við ísraelsku ambassaduna
í Keypmannahavn.
David Walzer var føddur
í Ísrael 7. sepember 1953.
Frá 1976-80 tók hann
BA-útbúgving í økonomi
og miðeysturserfrøði á
Haifa University.
Síðan hevur hann arbeitt
á ymiskum ráðharrastovum
í t.d. Kanada og Kenya.
Hann las týskt á Hebrew
University of Jerusalem frá
1992-94, og arbeiddi sum
konsul og ráðharri í Bonn í
Týsklandi frá 1994-99.
Síðan 2000 hevur hann
arbeitt sum stjóri á altjóða
deildum undir ST.
Hann tosar enskt, týskt,
arabiskt og hebraiskt.
David Walzer er giftur og
eigur trý børn.
Rætting
Ikki Magnus men Finnur
Í myndatekstinum undir eini mynd um HB-veitsluna
á síðu 14 í blaðnum í gjár 26. oktober, stóð, at
Magnus Hansen sat við klaverið. Rætta navnið er
sjalvandi Finnur Hansen.
Við biðja orsaka misktakið.
Sosialurin
David Walzer:
Ísraelskur ambassadørur
í Danmark
Í dag kunnu Steinvør og
Jákup Joensen í Klaksvík
halda teirra diamantbrúd-
leyp.
Steinvør er dóttur Olu-
vinu og Heina Heinesen úr
Kunoy.
Tey eiga trý børn, Leivur,
giftur Áslu við Keldu í
Klaksvík, Ingun, gift Mart-
in Jacobsen av Vatnsoyrum
og Anna Maria, gift Pól
Poulsen frá Ljósá, og
Heini, føddur í 51, doyði
bert 9 mánaðar gamal.
Abbabørnini eru 6 í tali:
Steinvør, Theodor, Jákup,
Sigmund,
Andrias
og
Andru, og langommu og
langabbadótturin er lítla
Rebekka Fonn.
Tey ið kenna hesi hjún,
munnu nokk sanna at tú ert
millum skilafólk bæði so
og so. Hugnalig, sum ein
skjótt leggur merki til.
Steinvør, hábærslig og
stillfør, ikki við tí stóra
orðafloyminum og brýtur
ongan av í orðadrátti. Situr
inni við lívslangum vís-
dómi sum hon ongan hug
hevur at reypa sær av í
mannamúgvu, men kom
bara inn á tvímanshond og
gev tær tíð, merkir tú skjótt,
at her er kvinna ið verd er
at dvølja hjá, og tú fert
ríkaður avstað og hevur
fingið nakað at hugsa um.
Hon fylgir væl við, og
umsorgan hennara, ikki
bert fyri sínum egnu, bæði í
viðgongd og mótgongd, er
fyrimyndarlig.
Jákup er sonur Malvinu,
úr Árnafirði og Jákup
Joensen, bónda í Gerðum,
Klaksvík.
Best kendur hesi seinastu
árini sum Jákup á Ternuni.
Hann kundi havt so mong
onnur skipanøvn klýggja
uppi í sær og ikki bert tað,
men mong onnur nøvn úr
tindi í sjógv við.
Sum bóndasonur veit
hann um alt á bø og í haga.
Hvør tók hann aftur á fjalli,
á báti, á skipsdekki, í
maskinrúminum, á brim-
plássum og vit kundu blivið
við.
Ein fjøllbroyttur maður.
Urtagarður hansara hevur
ikki bara verið til pynt.
Stórt ríkidømi er komið úr
honum hesi mongu ár.
Man Jákup ikki mangan
hava
fingið
okkum
í
Betesda at ført fremsta-
fingur í eygnakrókarnar, tá
hann hevur borið sínar
takkarbønir fram fyri frels-
ara sín, sum hann frá barns-
beini hevur tænt við æru-
frykt. Nei ikki bert í
skemtiløtum hevur hetta
borist fyri.
Tað er ikki rúm til meira
her. Tað kundi verið skrivað
long lívssøga um tykkum.
Hjartaliga til lukku við
degnum og havi eina góða
samveru saman við tykkara
kæru.
Fríggjadagin 29.
oktober kl. 16 til 18
byrjar seinasta
framsýningin í ár í
Galerie Focus í Havn
Hesuferð er tað Jóna Ras-
mussen ið sýnir fram grafik
og málningar.
Í myndunum hjá Jónu er
symbolikkur, formurin er
akkurátur og einfaldur.
Myndirnar eru sjónliga
mettaðar av uppliving, tí
hóast myndevni og tema er
einfalt og konkret, er fram-
burðarhátturin og mynda-
málið musiskt, lyriskt og
abstrakt fyri nettup at fáa
upplivingina, intuitiónina
og kensluna fram.
Framsýningin verður op-
in til 12. november, týsdag
til fríggjadag kl. 14 til 18
og leygardag kl. 16 til 18.
Jóna Rasmussen í Galerie Focus
Jóna Rasmussen sýnir fram
grafik og málningar í Galerie
Focus
Mynd: Jens Kristian Vang
Steinvør og Jákup Joensen diamantbrúdleyp
C
M
Y
K
17
16