Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 28. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 206 - 28. oktober 2004 Føroya rættur stað- festi týsdagin, at Tjóðveldisflokkurin skal rinda lýsingar- fyritøkuni, Team 85, góðar 300.000 kr SAKARMÁL Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt av heilt nógv umtalaðu sakarmálunum her á landi endaði týsdagin, tá Føroya Rættur feldi dóm í málinum millum lýsingarfyritøkuna, Team 85 og Tjóðveldis- flokkin. Málið snýr seg um lýs- ingar, sum Team 85 hevði gjørt fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvali á vári 2002. Ein av hesum lýsingunum var tann nógv umtalað lýs- ingin í Sosialinum sjálvan valdagin, har Lisbeth L. Petersen, Jóannes Eides- gaard og Hoygni Hoydal vóru framstillaði í ymsum variantum sum blanding millum føroyingar og danir. Hendan lýsingin varð høvuðstátturin í sakarmáli- num, tí Tjóðveldisflokkurin metti, at hendan hevði skatt lýsignarherferðina. Hartil metti flokkurin seg ikki hava skyldu at gjalda alla upphæddina, sum Team 85 hevði sent rokning fyri, tí samlaði kostnaðurin av hesum var hægri enn tað, sum partarnir høvdu av- talað fyri samlaðu lýsingar- herferðina. Rætturin hevur áður bið- ið partarnar um at finna semju í málinum, men tá hetta ikki var gjørligt, varð dómur nú feldur. Hesin staðfestir, at Tjóðveldis- flokkurin skal rinda lýs- ingarfyritøkuni tær 241 tkr., sum Team 85 segði seg hava krav uppá. Hartil skulu rindast rentur av upp- hæddini umframt sakar- málskostnað. Samanlagt verður talan um góðar 300 tkr., sum Tjóð- veldisflokkurin sostatt skal gjalda. Johnny Gaard, stjóri á Team 85, varð í Sjónvarp- inum týskvøldið endurgivin fyri at siga, at hann fegnað- ist um dómin. Sum tað framgongur aðrastaðni í blaðnum í dag, so sendi Tjóðveldisflokk- urin týskvøldið út tíðinda- skriv. Har verður staðfest, at flokkurin tekur við dóm- inum, men samstundis verður áhersla løgd á, at tey harmast um endan, sum málið fekk. - Eg hevði høvdu vónað at vit fingu ein avsláttur í prísinum, tí vit halda okk- um hava fingið eina sera ringa viðferð frá lýsingar- fyritøkuni, og vit halda, at umrødda lýsingin hevur verið sera skaðilig fyri alt valstríðið og fyri flokkin. Men eg noyðist at taka dómin til eftirtektar og ásanna, at løgfrøðin sigur nakað annað, staðfestir Høgni Hoydal í skrivinum. - Tað einasta eg kann fegnast um í hesum máli, er at málið nú er lýst til fulnar í einum dómi, og at vit við dóminum hava fingið eitt skjal sum greiðir frá allari gongdini við lýsingarátak- inum og teirri nú so kendu lýsingini, sigur formaður Tjóðveldisfloksins at enda. Í tíðindaskrivinum verður annars sagt, at flokkurin hevur avsett pening til eitt møguliga tapt sakarmál, og at upphæddin tí verður rindað Team 85 í næstum. Team 85 fekk fult viðhald Kongshavnar Trolara- felag roknar við, at eginpeningur felag- sins verður hækkaður við 16,5 mió kr. ROKNSKAPUR Jákup Mørk Heldur ikki hjá Kongs- havnar Trolarafelag gekst serliga væl í 2003. Ársroknskapurin vísir eitt hall á 14,1 mió kr., og er hetta 5 mió kr. verri enn fyri 2002. Eginpeningur felagsins var við árslok 2,7 mió kr., men sambært ársfrágreið- ingini so verður arbeitt við at økja um hendan. Í frá- greiðingini sigur leiðslan, at ætlandi skal eginpen- ingurin hækkast við 16,5 mió kr. Partvíst við kon- tantum innskoti og partvíst við skuldarumlegging. Kongshavnar Trolarafe- lag eigur allan partapening- in í Sp/f Selberg og Sp/f Hvítabjørn. Hartil eigur felagið tveir triðingar av innskotspeninginum í P/F Føstuvarði. Skal hækkast við 16,5 mió kr. Brúkarasamtakið skipar fyri pallborðs- fundi um brúkaramál í ÍSF húsinum í Gundadali hós- kvøldið kl. 19.00 PALLBORÐ Jákup Mørk Tiltakið byggir á eina frá- greiðing, ið er gjørd undir norðurlandaráðharraráðnu m, og viðgerð skipan av brúkaraøkinum í Grøn- landi, Íslandi og Føroyum. Víðari er tiltakið skipað sum ein partur av aðal- fundinum, og er sostatt ein- ans fyri limir og innboðin. Nýggir limir kunnu tó tekna seg við dyrnar, verð- ur sagt. Við pallborðið sita fyri Fólkaflokkin Óli Breck- mann, fyri Sambands- flokkin Alfred Olsen, fyri Javnaðarflokkin John Jo- hannesen, fyri Tjóðveldis- flokkin Rubek Lilaa, fyri Sjálvstýrisflokkin Kári P. Højgaard, fyri Miðflokkin Bill Justinussen, fyri Vinnuhúsið Tummas Han- us Dam og fyri Brúkara- samtakið Erika Hayfield. Orðstýrari verður Turið Debes Hentze. Kjakið fer at snúgva seg um hvussu føroyingar kunnu skipa sítt egna brúkaraøki við atliti til, hvussu gjørt verður í hin- um útnorðurlondum. Pallborð fyri brúkarar Tann so væl kenda lýsingin á valdegnum, sum var orsøk til sakarmálið Nr. 206 • hósdagur • 28. oktober 2004 • 78. árg. Stilo á sølu- miðstøðum Fiat Stilo kann nú keypast í týsku Markt- kauf sølumiðstøðun- um, ið eitt dótturfelag hjá Edeka-handilsket- uni. Kundin kann spara upp til 28 prosent við at keypa bilin frá Marktkauf Kelda: Motor Magasinet Mazda sølan vaks Sølan av Mazda bilum í Evropa vaks við 20 prosentum í august. Hetta er 24. mánaðin á rað, at sølan av Mazda er vaksin í ES. Í Dan- mark vaks sølan við 41 prosentum í mun til í fjør Kelda: Motor Magasinet Hyundai og HM í fót- bólti Hyundai hava aftur nú gjørt avtalu við HM í fótbólti, sum verður í Týsklandi í 2006. Teir verða teirra almennu flutningsveitarar við meira enn 800 nýggj- um Hyundai Tucson bilum Kelda: Motor Magasinet Mercedes-Benz sýndu konseptbilin Vision B fram á altjóða bila- framsýningini í Paris. Eftir ætlan skal bil- urin koma á markn- aðin einaferð kom- andi ár. Í stødd verð- ur bilurin millum A og C klassan BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mercedes kalla bilin Vision B Compact Sports Tourer (CTS). Tað, sum vit vita um bil- in, er, at hann hevur tvør- liggjandi motor, og vit ganga út frá at hann, eins og tann minni A-klassin, eisini verður drivin av forhjólunum. Bilurin verður 427 cm langur og 160 cm høgur. Nakað í somu stødd sum t.d. Renault Scénic og Mazda Premacy. Vision B er ein 5-per- sónabilur við elegantum og smartum designi, eisini innan við eini eyðkendari Mercedes kabinu og sera góðum beinplássi bæði framman og aftan. Eftir ætlan kemur Vision B á marknaðin einaferð komandi ár sum nýggi B- klassin hjá Mercedes-Benz. Tá ein nýggjur Fiat Punto kemur á marknaðin í 2005 verður tað við designi frá dugnaliga italska designaranum Gior- getto Giugiaro og í tøttum samstarvi við General Motors BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Núverandi Fiat Punto hevur verið ein av mest seldu bilum í sínum klassa í Evropa. Komandi ár kemur ein heilt nýggjur Punto, sum verður gjørdur í tøttum samstarvi við General Motors. Av teimum 120 verkfrøðingunum sum tekna og designa bilin, eru teir 40 frá GM. Róðurgreiðir, undirvogn- ur, el-skipan, klimaanlegg, motorur, girkassi og brems- ur vera felags við nýggja Opel Corsa, sum kemur í 2006. Tó koma Corsa og Punto ikki at líkjast í út- sjónd. Nýggjur Fiat Punto í 2005 Mercedes Vision B: Mercedes í Golf-klassaunum Mercedes kalla bilin Vision B Compact Sports Tourer (CTS). Eftir ætlan kemur Vision B á marknaðin einaferð komandi ár sum nýggi B-klassin Fiat Punto verður designaður av dugnaliga italska designaranum Giorgetto Giugiaro Nýggi Punto, sum kemur á marknaðin í 2005, verður ein rúmligur og smartur bilur C M Y K 19 18