mánadagur 20. november 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hvør er tín yndisyrkjari?
Jóanes Nielsen
Hvat land kundi tú hugsa tær at vitja?
Kuba. Eftir at handilsbannið bleiv upphevjað er landið í ferð við at broytast. Eg hevði ynskt at upplivað sterku mentanina
og søguna hjá landinum, áðrenn broytingarnar verða ov stórar.
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
16. desember 2015 er ein dagur,
ið helst fer at standa leingi í før
oyskum søgubókunum. Hendan
dagin tók tá 19 ára gamla Kristina
Heðinsdóttir Clementsen sæti á
tingi sum eykafólk fyri Annitu á
Fríðriksmørk, og gjørdist yngsti
persónur, ið nakrantíð hevur tikið
sæti á tingi.
Metið tók hon frá einum av ting
monnunum, ið sótu í tingsalinum
hendan dagin. Jørgen Niclasen átti
nevniliga gamla metið, tá hann sum
20 ára gamal í 1989 tók sæti á tingi.
- Eg væntaði aldrin, at eg fór at
vera tann yngsta nakrantíð, ið tók
sæti á tingi. Tað lá slett ikki í mín
um tonkum. At sita á tingi er ein
stór ábyrgd, og tá ger aldur ongan
mun. Tú kanst vera eins ábyrgd
arfull sum 50 ára gomul, sum tá
tú ert 19 ára gomul, sigur Kristina
Heðinsdóttir Clementsen.
113 atkvøður
Tað lá tó ikki í kortunum, at Krist
ina Heðinsdóttir Clementsen fór at
taka sæti á tingi. Á løgtingsvalinum
1. september 2015 gjørdu hon eitt
flott persónligt val við 134 atkvøð
um, men var tað einans nokk til eitt
13. pláss á listanum hjá Tjóðveldi, ið
fekk átta tingsessir á valinum.
Vegurin inn á ting gjørdist tó
eitt sindur styttri, tá Høgni Hoy
dal, Sirið Stenberg og Kristina Há
foss tóku við landsstýrissessum og
fóru úr løgtinginum. Tá so Magni
Arge eisini fór í farloyvi frá ting
sessunum fyri at røkja fólkating
sessin, var tað einans ein persónur
eftir, ið var frammanfyri Kristina
Heðinsdóttir Clementsen, ið ikki
røkti ein politiskan sess.
Tað gekk tó ikki leingi áðrenn
Kristina Heðinsdóttir Clementsen
fekk møguleikan at taka sæti á
tingi. Tá varafólk skuldi koma á ting
fýra mánaðir eftir løgtingsvalið,
boðaði Petur Háberg frá, at tað lá
ikki fyri hjá honum at taka sæti
á tingi, og blivu boð í staðin eftir
Kristinu Heðinsdóttir Clementsen.
Ein vika á tingi
Tað var ein stór uppgáva, ið bíð
aði eftir ungu tingkvinnuni, tí løg
tingið var um hetta mundi í holt við
at samtykkja fyrstu fíggjarlógina
hjá samgonguni millum Javnaðar
flokkin, Tjóðveldi og Framsókn.
- Tað vóru nakrir langir dagar á
tingi, men tað var øgiliga læruríkt
og spennandi at vera við til. Men
hetta var fyrstu ferð, eg var á tingi,
og var bara inni í eina viku, so tað
var avmarkað hvussu nógv eg fekk
gjørt, sigur Kristina Heðinsdóttir
Clementsen.
Seinnu ferðina hon fekk boð um
at møta á tingi var fyri tveimum
mánaðum síðan, tá heitt varð á
hana at taka við sessinum, tí Óluva
Klettskarð fór á aðalfund hjá ST.
Av skúlabeinki og á ting
Ein stór broyting var tó hend í lív
inum hjá Kristina Heðinsdóttir
Clementsen, síðan hon seinast var
á tingi sum varafólk fyri tveimum
árum síðan. Í summar fór hon
nevniliga undir hægri lesnað í Dan
mark, og var júst í ferð við at fyri
reika seg til roynd, tá hon boð um,
at tørvur var á henni á tingi.
- Eg bleiv nógv meira kløkk
seinnu ferðina, tí tað lá ikki í tank
unum, at eg brádliga kundi taka
sæti á tingi. Tey eg arbeiddi við,
spurdu hvat var galið, tí eg gjørdist
so bilsin, so eg segði sum var, greiðir
Kristina Heðinsdóttir Clementsen
frá, ið ikki brúkti serliga langa tíð
at taka eina avgerð.
- Eg læri nógv meira av at sita
nakrar vikur á tingi enn at sita í
skúlanum. So eg tók av møguleik
anum, hóast tað merkti, at eg má
taka eina roynd av nýggjum, sigur
Kristina Heðinsdóttir Clementsen.
Hóast
Kristina
Heðinsdóttir
Clementsen sostatt hevur ríkiligt
nógv at hugsa um við lestrarlív
inum í Keypmannahavn, so hevði
tað ikki fallið inn at takka nei til
møguleikan at taka sæti á tingi. Og
hóast hon býr í Keypmannahavn,
so fylgir hon væl við hvat rør seg í
føroyskum politikki.
- Tá ið tú velur at bjóða teg fram,
so hevur tú eina skyldu at fylgja við
og vera dagførd við tí politiska. Ikki
tí eg eri politikari, men møguleikin
er har, at eg verði biðin at møta á
tingi og taka týðandi avgerðir. So
eg vænti ikki, at eg hevði klárað at
sagt nei. Sjálvt um man ikki er inni
í øllum viðurskiftum, so er tað altíð
okkurt í næstan øllum málum, ið tú
brennur fyri. Hesa ferð vóru eisini
viðkomandi evnir, ið eg havi givið
KRISTINA
TÓK 26 ÁR
GAMLA METIÐ
FRÁ JØRGINI
- Eg væntaði aldrin, at eg fór at vera tann yngsta nakrantíð, ið tók sæti á
tingi. Tað lá slett ikki í mínum tonkum. At sita á tingi er ein stór ábyrgd,
og tá ger aldur ongan mun. Tú kanst vera eins ábyrgdarfull sum 50 ára
gomul, sum tá tú ert 19 ára gomul, sigur Kristina Heðinsdóttir Clementsen.