mánadagur 20. november 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
mítt íkast til, sigur Kristina
Heðinsdóttir Clementsen.
Fingið ákoyringar
Hóast tey flestu vildu mett, at
tað er sunt fyri eitt fólkaræði, at
fólkavalda parlamentið í einum
landi í so stóran mun sum gjør
ligt endurspegla ymiskar sam
ansetingar í sjálvum fólkinum,
so hevur Kristina Heðinsdóttir
Clementsen kortini fingið nógv
ar ákoyringar fyri at vera ov
ung at sita á tingi.
- Fyrstu ferð eg var inni fekk
eg øgiliga nógvar viðmerkingar
frá fólki. Eg fekk serligar nógvar
ákoyringar, tá eg var í býnum,
har fólk funnist at mær, tí eg
var alt ov ung og óvitandi til
at sita á løgtingi, sigur Kristina
Heðinsdóttir Clementsen, ið tó
ikki letur seg kúga av slíkum
viðmerkingum.
- Tær raka meg ikki sum so.
Í staðin drívur tað meg til at
vísa, at eg klári hetta. Eg havi
líka fullan rætt at sita á løgtingi
og siga mín hugsan, sum ein og
hvør annar føroyingur.
Óvist við næsti vali
Nógv tos er í hesum døgum um
nýval, nú samgongan hevur
trupulleikar við at samtykkja
ætlaðu fiskivinnunýskipanina.
Spurd um hon verður á val
listanum hjá Tjóðveldi, um val
verður í næstum, er Kristina
Heðinsdóttir Clementsen iva
som.
- Eg vænti ikki, at eg veri í
Føroyum til næsta løgtingsval.
Eg eri farin til Danmarkar at
lesa, og tá eg fái boð um at koma
inn, so møti eg á tingi. Men eg
fari ikki at leggja lesnaðin á
hillina fyri at stilla upp aftur,
sigur
Kristina
Heðinsdóttir
Clementsen.
Umframt at hon er undir út
búgving í Danmark, so viðgong
ur hon eisini, at hon er ikki heilt
vís í, um hon sær fyri sær eina
yrkisleið í politikki, tá hon ein
dag vendir aftur til Føroyar.
- Man skal vera rættiliga tol
in í politikki, tí alt er ein long
tilgongd. Eg veit ikki, um eg eri
ov ótolin til politikk. Men eg
brenni fyri at skipa eitt betri
samfelag og gera mun í lívinum
hjá fólki. Men tað ber kortini til
at gera nógv politiskt uttanfyri
løgtingið, sigur Kristina Heðins
dóttir Clementsen.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hvør politikari er tín fyrimynd?
Allir núverandi og fyrrverandi politikkarar við tjóðveldishjarta, ið hava bart fyri virðunum,
ið Tjóðveldi stendur fyri.
Hvat gert tú, tá tú skalt taka tær av løttum?
Eg havi ikki funnið mítt ting enn í Keypmannahavn, men annars hevur tað altíð verið at
gingið ein túr.
- Eg vænti ikki, at eg veri í Føroyum til næsta løgtingsval.
Eg eri farin til Danmarkar at lesa, og tá eg fái boð
um at koma inn, so møti eg á tingi. Men eg fari ikki at
leggja lesnaðin á hillina fyri at stilla upp aftur
Um Kristinu
Heðinsdóttir
Clementsen
Kristina Heðinsdóttir Clementsen
er fødd 5. juni 1996 í Tórshavn, og
vaks upp í Hoyvík. Kristina hevur
verið aktiv í Unga Tjóðveldi síðan hon
var 14 ára gomul, og stillaði upp á
listanum hjá Tjóðveldi til løgtingsvalið
í 2015, tá hon fekk 134 atkvøður
og bleiv nummar 13 á listanum hjá
flokkinum. Harumframt hevur Kristina
verið virkin í Amnesty International
og spæl hondbólt. Í dag er Kristina
búsitandi í Keypmannahavn, har
hon tekur eina bachelor innan
Vinnubúskap og Verkætlanarleiðslu.
Bandastríðið
spøkir í huganum
Eitt blóðgut stríð millum bandarnar
Loyal to Familia, ið heldur til í
økinum kring Blågårds Plads á
Nørrebro og bólkin Brothas, ið
heldur til í Mjølnerparken, hevur
herjað Keypmannahavn síðstu
mánaðirnar, og so gott sum skapt
eina undantaksstøðu í býarpartinum
Nørrebro.
Síðan 12. juni hava 42 skottilburðir
verið í høvuðsstaðnum, ið løgreglan
metir hava tilknýti til bandastríðið.
Í teimum 42 skottilburðunum eru 25
persónar raktir av skotum, harav trý
eru dripin.
Í síðstu viku bórust tíðindini, at ein
vápnahvíld var fingin í lag millum
stríðandi partarnar, men harða stríðið
millum bandarnar hevur sett sín dám á
høvuðsstaðin.
Sjálv býr Kristina Clementsen í løtuni
í býarpartinum Brønshøj, ið liggur
millum Nørrebro og Tingbjerg, ið eru
tveir av býarpartunum, ið eru mest
ávirkaðir av bandastríðnum.
- Slíkt hevur sína ávirkan. Mær dámar
væl at ganga túrur, men nú fari eg
ikki ordiliga út, tá tað er myrkt.
Bandastríðið er nakað, ið fyllir eitt
sindur, hóast eg aldrin hava verið í
einari støðu, har eg føldi, at nú var
vandi á ferð. Eg eri ikki bangin, men
man er ikki tryggur á sama hátt sum í
Føroyum, sigur Kristina Clementsen.