Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ELDRARØKTIN Árni Gregersen Gomul á ellisheimum í Føroyum fáa ofta skeivan heilivág. Heilivág, sum ikki stendur úi tí skipan, sum bæði eldrarøkt og sjúkrahús brúka, sum grundarlag undir allari við­ gerð. Ein gjøgnumgond av, hvat tað er fyri ein heilivágur gomul á Boða­nesheiminum og Eysturoyar Ellis- og røktarrheimi fáa, vísir púra greitt, at samsvar í ómetaliga mong­um førum ikki er millum tað, sum tey eldru eiga at fáa sambær Cosmic, sum er grundarlagið ar­ beitt verður útfrá – og so tað, sum tey eldru fáa. Fleiri frágreiðingar eru. Hví hetta er so, men mest av øllum er tal­an um fusk og manglandi viðing fyri skipanini og teimum gomlu. Í nógvum førum er tað soleiðis, at tað finnast tvær ymiskar skip­ anir, sum vísa, hvønn heilivág tey gomlu skulu hava. Onnur er Cosmic, sum bæði heilsuverkið og eldr­arøktin eiga at brúka og sum skal vera grundarlag undir øllum. Hitt eru lokalir hondskrivaðir listar, sum vísa lokalt hvønn heili­ vágt fólk skulu hava. Samsvar er sjáldan millum báð­ ar skipanrinar. Heilivágsgjøgnumgongd Í 2014 varð ein arbeiðsbólkur sett­ ur at gera uppskot um, hvussu eitt skipað tilboð um heili­vágs­gjøgn­ um­gongd ella persónliga ráðgeving um heilivágsnýtslu kann setast í verk fyri málbólkin 65 ár og eldri, sum fáa ávíst fleiri enn fýra sløg av læknafyriskrivaðum heilivági. Endamálið við eini heili­vágs­ gjøgn­umgongd var at betra um við­gerð­artrygd og –dygd hjá borg­ ar­unum. Harumframt var herðsla løgd á skynsama heilivágsnýtslu, so­ leið­is at borgarin ikki fær óneyð­ ug­an heilivág, og kostnaður fyri heilivágsviðgerð verður av­mark­að­ ur so nógv, ið til ber. Løgtingið játtaði pening til roynd­arverkætlanina, sum varð sett í verk í januar 2017. Verkætlanin fór fram á Boðanesheiminum og Eyst­uroyar røktar- og ellisheimi. Í tíðarskeiðinum frá januar til og við mai í ár vóru í alt 54 heili­vágs­gjøgn­ um­gongdir framdar. Tveir farmaseutar við prógvi í ”medicingennemgang for farma­ ceuter”, framdu hesar heili­vágs­ gjøgn­umgongdir í samstarvi við av­varð­andi røktarstarvsfólk og komm­unulæknar. Boðanesheimið og Eysturoyar Ellis- og røktarheim vóru vald til hesa kanningina, tí arbeiðs­gongd­ ir­nar á hesum báðum stovnunum eru ikki eins. Á Boðanesheiminum fingu flestu búfólkini skamtlutaðan heili­ vág frá Apoteksverkinum. Tað vil siga, heilivágur, sum er pakk­aður í dagligar skamtar í rullur til 14 dagar í senn. Á Eysturoyar Røktar- og ellis­ heimi lutaðu røktarstarvsfólki all­an heilivágin til búfólkini. Har­ umframt hevur Eysturoyar Røkt­ ar- og ellisheim ein fastan komm­ Manglandi eftirlit við heilivági sum gomul á ellisheimum fáa Eldri fólk fáa ikki tann heilivág, sum læknin gevur og røktarstarvsfólk arbeiða eftir tveimum ymiskum listum Eysturoyar Ellis- og røktarheim er annað av støðunum, sum gjøgdnumgongdin er gjørd á. Búfólkini hava fastan lækna, sum er knýttur at ellisheiminum… Á Boðanesheiminum hava búfólkini sama kommunulækna, sum tey høvdu, tá ið tey búðu heima. Boðanesheimið er annað ellisheimið, har ein heilivágsgjøgnumgongd er gjørd.