mánadagur 20. november 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
ELDRARØKTIN
1
At borgarar á røktar- og ellisheimum
fáa tilboð um heilivágsgjøgnumgongd
eina ferð um ári. Mælt verður til at byrja
verður við hesum bólkinum av borgarum.
Kostnaðarmeting: Farmaseutur brúkar tveir tímar
á 500 kr. til hvørja heilivágsgjøgnumgongd. Tað vil
siga, 1.000 kr. pr. heilivágsgjøgnumgongd, umframt
139 kr. fyri hvørja heilivágsgjøgnumgongd hjá
kommunulækna. Við tí útgangsstøði, at øll búfólk
á ellis- og røktarheimunum tørva heilivágsgjøgn
umgongd, er samlaða kostnaðarmeting fyri árliga
heilivágsgjøgnumgongd hjá búfólki á ellis- og røkt
arheimum umleið 740.000 kr. (verður heilivágs
gjøgnumgongd framd 3. hvørt ár er kostnaðarmet
ingin umleið 250.000 kr./ár).
2
Í øðrum lagi verður mælt til, at heili
vágsgjøgnumgongd verður framd eina
ferð um árið hjá borgarum, 65 ár og eldri.
Samlað kostnaðarmeting fyri árliga heili
vágsgjøgnumgongd hjá borgarum, 65 ár og eldri,
sum fáa meira enn 4 læknafyriskrivaði sløg av
heilivági, er mettur at vera umleið 4.6 mió. kr.
(heilivágsgjøgnumgongd 3. hvørt ár er umleið 1.5
mió. kr./ár).
3
At áseta ein takst til kommunulæknar
fyri heilivágsgjøgnumgongdir (nakrir
kommunulæknar hava brúkt takstir,
sum teir meta hava verið best hóskandi
av teimum, sum eru í skipanini í dag).
Mett verður, at tað tekur kommunulæknanum
umleið 10 minuttir at gjøgnumganga hvørt tilmæli
saman við farmaseuti, so møgulig broyting kann
fremjast, og ivamál vera loyst beinanvegin. Hetta
kann vera partur av samsýning.
Mælt verður til, í samstarvi við Heilsutrygd, at eitt
gjald verður stovnað til heilivágsgjøgnumgongdir
hjá kommunulækna. Eitt hóskandi gjald kundi
verið líknandi gjaldinum fyri eina konsultatión,
sum er ásett til 15 min., meðan ein heilivágsgjøgn
umgongd er mett at taka 10 min.
4
At ellis- og røktarheim fáa atgongd til
Cosmic, so bert ein heilivágslisti er. Mælt
verður til, at Heilsukós (HIMR)/Heilsu
kunning (LS) setir seg í samband við
kommunurnar um møguleikarnar fyri einum sam
starvi um atgongd til Cosmic. Mett verður ikki, at
hetta fer at hava meirkostnað við sær fyri heilsu
verkið.
5
At skamtlutaður heilivágur bert verður
í Cosmic, og at tað bert verður ein heili
vágslisti, so sleppast kann undan pappír
um við síðuna av Cosmic.
6
At skamtlutananardeildin í Apoteksverk
inum kann gera heilivágsavstemman og
grova heilivágsgjøgnumgongdir av heili
vágslistum í Cosmic og at seta seg í sam
band við kommunulæknar hesum viðvíkjandi.
Møguleiki er fyri at raðfesta hetta innan verandi
karmar. Mett verður tí ikki, at hetta hevur
meirkostnað við sær fyri heilsuverkið.
Tey, sum hava gjørt
heilivágsgjøgnumgongdina eru:
Hjalti Gunnarstein, Apoteksverkið
Petur Oluf Joensen, Apoteksverkið
Nanna Knudsen, Apoteksverkið
Niels Joensen, Apoteksverkið
Hanna Steinberg, Apoteksverkið
Irena Nolsø, Heilsu- og innlendimálaráðið
unulækna til alt búfólkið (húslækna),
sum kemur regluliga á heimið.
Búfólk á Boðanesheiminum varðveita
kommunulæknan, tey høvdu, áðrenn tey
fluttu á Boðanesheimið.
Verkætlanin tekur støðið í nøkrum
hypotesum, ið hava ymisk atlit, m.a.
fíggjarlig- og lívsgóðskugrundað atlit:
At til ber at fáa skynsamari heilivágs
nýtslu - færri heilivágstilbúningar og
administratiónir1 av heilivági hjá borg
arum, fara at hava við sær eina minni
heilivágsnýtslu og at lætta um borgarans
røkt .
At skynsom heilivágsnýtsla kann bera
við sær betri sjúklingadygd og –trygd, og
kann geva borgarum eina betri heilsu
støðu og lívsgóðsku.
Fimm sløg færri av heilivág
Hóast talan er um eina gjøgnumgongd
á bert tveimum bústøðum, so vísir hon
greitt, at við hesi gjøgnumgongdini, so
sleppa tey gomlu undan at taka fimm
sløg av heilivági.
Hetta betrar um lívsgóðskuna, men
sparir eisini almenna kassanum fyri
pening.
Kanningin avdúkar eisini, at bæði
kommunulæknar og røktarstarvsfólk
vildu vera við, at heilivágsgjøgnumgongd
vanliga ikki verður framd, tí torført er at
fáa fatur á kommunulæknum til tílíkar
eyka uppgávur.
Ein av orsøkunum til, at kommunu
læknar ikki raðfesta tíð til heilivágs
gjøgnumgongdir kann verða, at samsýn
ingarskipanin hjá kommunulæknumum
er ikki hóskandi og tørvar tillaging.
Sagt verður, at dygdin og trygdin av
heilivágslistanum í Cosmic er sera vána
lig. Í hesi verkætlanini vóru bert fýra av
54 heilivágslistum í Cosmic, sum sam
svaraðu við heilivágslistan á røktarheim
inum.
Hetta er ein stórur vansi fyri borgarar
í Føroyum.
Harumframt eru ábendingar um, at
hóast farmaseuturin, í sambandi við heili
vágsgjøgnumgongdina, sendir komm
unulæknanum tilmæli um at rætta heili
vágslistan í Cosmic, verður hetta bert
gjørt í einstøkum førum.
Kommunulæknar vilja harafturat
vera við, at tað er ein vansi fyri trygdina
hjá borgaranum at fáa skamtlutaðan
heilivág.
Hetta orsakað av, at skamtluting ikki
altíð verður skrásett í Cosmic, men er á
pappíri við síðuna av Cosmic. Tað vil siga,
heilivágurin verður ikki skrásettur rætt í
sjúklingaskránni hjá borgaranum.
Læknar mæla til at fáa alla skamtlut
an av heilivági í Cosmic.
Cosmic er ein partur av elektronisku
patientjournalini. Hon verður brúkt í
heilsuverkinum, men verður ikk,i sum
er, brúkt í eldrarøktini.
Hetta hevur við sær, at tey sum virka
í eldrarøktini ikki sleppa inn í skipanina,
men skipanini er kortini tað, sum komm
unulæknarnir eiga at skriva í. Fyrst og
fremst so heilsuverkið – tá ið ein eldri
borgari skal hava tænastur haðani –
kann síggja hvønn heilivág borgarin fær.
Á ellisheimunum verður heilivágs
listin lagdur í eina kardex-skipan – ella á
ppír við síðuna av.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við heilsumálum, hevur sett arbeiðsbólkin
at gjøgnumganga hvussu støðan er við heilivági til tey gomlu.
Mælt verður til, at Cosmic eisini verðu einasti listin, har heilivágur til fólk verður
skrivaður í. Tað er einfaldari ogbetri, sigur verkætlanarbólkurin