mánadagur 20. november 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Tørvurin á arbeiðsmegi í Evropa
er hin størsti nakrantíð, og hetta
hevur við sær avmarkaða fram
leiðslu í øllum vinnugreinum.
Tað veit Vinnuhúsið at siga í dag
og vísir til donsku heimasíðuna
www.agenda.dk
- Ongantíð hava fyritøkur í Ev
ropa havt so trupult við at finna
neyðugu arbeiðsorkuna sum í dag.
Tørvurin á starvsfólki avmarkar
framleiðsluna í øllum vinnugrein
um í ein mun, sum ikki er sæddur
higartil.
Vísandi til heimasíðuna veit
Vinnuhúsið at siga, at avbjóðingin
í dag enntá er størri enn í góðu
árunum fyri kreppuna í 2007/2008.
Ikki minst Póland og Týskland
eru hart rakt av tørvinum á
skikkaðari arbeiðsmegi.
- Fjórða ársfjórðing 2017 setir ES
met í fyritøkum, sum noyðast at
avmarka framleiðsluna, tí tær ikki
finna skikkað starvsfólk. Hetta
merkir, at fyritøkurnar mugu sýta
fyri at taka ímóti bíleggingum.
Víst verður á, at 20 prosent av
fyritøkunum í byggivinnuni og í
tænastuvinnuni eru avmarkaðar
av vantandi arbeiðsmegi, meðan
hetta tal er 18 prosent fyri ídnaðar
fyritøkurnar.
- Tørvurin á arbeiðsmegi er nú
hin størsti síðan 1994, tá hann varð
máldur á fyrsta sinni – og bara í
2007 var tørvurin á arbeiðsmegi á
nøkulunda sama støði sum í dag.
Vinnuhúsið vísir á, at tørvurin
á arbeiðsmegi hongur saman við
fallandi arbeiðsloysi, sum nú er 7,5
prosent í meðal í ES.
- Til samanburðar kann nevnast,
at arbeiðsloysið í Føroyum er 2,4
prosent, verður lagt aftrat.
Vísandi til nevndu heimasíðu
verður mett, at stórur partur av
vøkstrinum í starvssetanum í Dan
mark kemur frá útlendskari ar
beiðsmegi, og vøksturin hevur lagt
grundarlag undir hægri búskapar
vøkstri
- Tá tað nú verður verri at fáa
útlendska arbeiðsmegi, verður tað
samstundis verri at varðveita sama
búskaparvøkstur, vita tey í Vinnu
húsinum at siga.
Hava fólk hug at lesa alla grein
ina um hesi viðurskifti á tíðinda
tænastuni hjá Dansk Arbejdsgiv
erforening, er hon at finna á www.
agenda.dk
Við ella
uttan
stokkar
Vilmund Jacobsen
Integratiónstiltakið, sambind
ing, sum seinastu árini hevur
verið ymsastaðni í Føroyum,
kemur nú eisini til Vestmann
ar.
- Vit bjóða øllum til drekka
og prát, sum eru áhugað í at
knýta bond millum føroyingar,
sum hava sín uppruna her og
føroyingar, sum hava valt at
búseta seg her.
Í Vestmanna vísa tey á,
at tað at hava stokkar við, tá
bindiklubbur og aðrar sam
komur eru, er føroysk mentan.
- Á tiltakinum í Vestmanna
hittast vit til at binda saman
bond millum ymiskar ment
anir - við ella uttan stokkar og
garn.
Lagt verður aftrat, at sam
binding verður á bókasavn
inum í Vestmanna eitt miku
kvøld um mánaðin í vetur.
- Tiltakið verður fyrstu ferð
mikukvøldið 22. november frá
klokkan 19-21, og øll eru hjarta
liga vælkomin, bæði kvinnur
og menn, siga tey í Vestmanna.
VÁGUR: Vágs kommuna hevur nú tikið
í nýtslu atkomuveg og inngongd til
niðara part av kirkjugarðinum. - Hetta
er gjørt fyri at lætta um, tá avvarðandi
vitja kirkjugarðin og í samband við
jarðarferðir, sigur Vágs kommuna.
Stór luttøka á
Jobmatch 2017
Luttakarar á Jobmatch eru til reiðar at
hitta føroysk lesandi og onnur vitjandi
Vilmund Jacobsen
Hin 28. desember verður Norður
landahúsið karmur um Jobmatch
2017. Tá hava fyritøkur og lesandi
møguleika at hittast og práta um
starvsmøguleikar, samstarv og
annað.
Jobmatch var fyrstu ferð í
2008, og undirtøkan hevur verið
støðugt veksandi hvørt ár.
Í ár luttaka fleiri enn 40 fyri
tøkur og stovnar, og hesi eru øll
til reiðar at hitta føroysk lesandi
og onnur vitjandi.
Millum tey luttakandi heilt síð
an byrjan er eitt nú Vinnuhúsið,
sum eisini verður við hesaferð.
Á Jobmatch í ár fer Vinnuhúsið
at vísa fram heimasíðuna,
leinkjan.fo.
- Endamálið við leinkjuni er at
verða millumlið millum vinnuna
og føroyingar undir útbúgving við
tí endamáli at skapa sambond - og
at lesandi kunnu finna uppgávur
at skriva um føroysk viðurskiftir,
veit Vinnuhúsið í dag at siga.
Vikuskiftið 25.-26.
november verður jólakafé og
heimavirkissøla í Tilhaldinum
í Nólsoy, og her verður eisini
høvi at keypa ymiskt gott til
góman.
Útlendska arbeiðsmegin
tryggjar vøkstur í búskapi
- Men, tá tað nú verður verri at fáa útlendska arbeiðsmegi,
verður tað eisini verri at varðveita búskaparvøksturin
20 prosent av fyritøkunum í byggivinnuni og í tænastuvinnuni eru avmarkaðar av vantandi arbeiðsmegi
Í ár fara fleiri enn 40 fyritøkur og
stovnar at luttaka á Jobmatch
í Norðurlandahúsinum