mánadagur 20. november 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
Nýbygningar
vitja á Kollafirði
Seinastu dagarnar hava stóru
íslendsku uppsjóvartrolararnir,
Venus og Víkingur, ligið á Kollafirði
Vilmund Jacobsen
Skipini hava roynt eftir
svartkjafti norðan fyri Før
oyar og komu inn at kroka.
Sjómanstrúboðarin, To
leif
Johannesen,
hevur
vitjað umborð á skipunum.
Hann veit at siga, at báðir
trolararnir eru smíðaðir í
Turkalandi í 2015, og tað er
reiðaríið HB Grandi, sum
eigur skipini.
- Venus og Víkingur eru
eineggjaðir tvíburðar, tí teir
eru akkurát eins. Teir eru 81
metrar langir og 17 metrar
breiðir. Motorarnir eru 5900
HK Wartsila.
Sjómanstrúboðarin veit
at siga, at Venus og Víkingur
2900 tons, og níggju mans
eru við hvørjum skipi.
- Øll manningin var um
borð á Víkingi, meðan bara
ein maskinmaður var um
borð á Venusi, tí hinir vóru
ein túr í Havn, verður lagt
aftrat.
Hóskvøldið 23.
november bjóðar
prestur øllum
vaksnum monnum í
kirkjuhúsið við Sjógv
til døgurða – og at
hoyra um leiklutin hjá
manninum í dag
Fleiri
skip
loysa
Vilmund Jacobsen
Fríggjadagin vóru
bara fýra línuskip til
fiskiskap. Eitt var í
íslendskum sjógvi, tvey
á Íslandsrygginum,
og eitt var á
Munkagrunninum.
- Skipini á Rygginum
fáa mest av toski og
nakað av svartkalva
og blálongu. Skipið
á Munkagrunninum
fær mest av longu og
brosmu og línuskipið,
sum fiskar í íslendskum
sjógvi, fær mest av
toski og hýsu.
Tað vistu tey á
Fiskamarknaði Føroya
at siga fríggjadagin.
Tey væntaðu, at
línuskipini koma inn
at landa, sum henda
vikan gongur.
Restin av línuskipunum
lógu við bryggju, men
væntandi er, at tey
flestu fara út aftur,
nú veðrið er betri.
Streymurin er
brúkiligur, og útlitini
siga, at veðrið verður
gott, serliga fyrst
í hesi vikuni.
- Fiskiskapurin hjá
útróðrarbátum er
batnaður, tó at tað
ikki er nakað rok,
og vit vænta at fáa
nakað av útróðrarfiski
í hesa vikuna.
Fríggjadagin vóru bara
fýra partrolarapør
til fiskiskap, men
fleiri fara at loysa,
nú veðrið er betri.
- Men, fiskiskapurin
hjá partrolarunum
er heldur einki
serligur í løtuni.
Bæði djúpvatnstrolarar
og teir smáu
trolbátarnir lógu við
bryggju fríggjadagin.
Trý garnaskip
fiska svartkalva, og
væntandi koma øll
skipini inn at landa
seinast í hesi vikuni.
- Fiskiskapurin hjá
garnaskipunum er
smáligur í løtuni,
verður lagt aftrat.
LEIRVÍK:
Eysturkommuna
hevur fingið tilboð
upp á útstykking í
Leirvík, har vegir til
18 grundstykki skulu
gerast. Á heimasíðuni -
www.eysturkommuna
- síggjast tilboðini,
har RTS í Runavík
høvdu lægsta boð.
Besta kjøtið
- Summi fólk ræðast veðrakjøt. Hví, veit eg
ikki, men frá nøkrum havi eg hoyrt, at tað
gongur gimasmakkur at veðrakjøti
Vilmund Jacobsen
Hetta er tíðin, tá kjøtið í
hjallinum byrjar at ræsa, og
hetta er tíðin, tá fólk kunnu
kjakast um, hvat besta kjøtið
er.
Millum tey, sum eiga ein
bita hangandi í hjallinum,
kunnu meiningarnar vera
ymiskar, og tað er ikki sørt,
at kjak hevur verið um hetta
í sosialu miðlunum.
- Summi fólk ræðast
veðrakjøt. Hví, veit eg ikki,
men frá nøkrum havi eg
hoyrt, at tað gongur gima
smakkur at veðrakjøti.
Tað sigur Brandur Sandoy
á Sandi, sum er bóndi og
hevur nógvan seyð.
Á tráðnum hjá honum á
Facebook var her fyri dúglig
umrøða av veðrakjøti.
- Eg havi ongantíð í
lívinum smakkað gima, hó
ast eg havi havt 10-25 veðrar
øll árini, eg havi havt seyð.
So, mín niðurstøða er, at
hetta er fjas.
Bóndin leggur aftrat, at
spyrt tú menn, ið eru vanir
at hava veðrar, so taka teir
veðrakjøt framum annað
kjøt.
- Tað geri eg eisini. Bæði
turt og ræst veðrakjøt er
nakað av tí lekrasta og javnt
smakkbesta sum finst.
Brandur Sandoy leggur
aftrat, at langtíðarstoktur
ræstur veðrabógvur – stokt
ur við lágum hita í einar
fimm tímar – er fantastiskur
matur.
Hvat er gimaroykur?
Áðrenn vit fara víðari, kunnu
vit nevna, hvat www.sprotin.
fo sigur um gimaroyk.
Her verður sagt, at gima
roykur er ”ringur roykur
ið stendur frá hornaseyði í
brundtíð... “ og lagt verður
aftrat, at “... hornaseyður
kann seint um heystið hava
ringan, sterkan lukt – gima
royk - serstakliga millum
hornanna...”
Á tráðnum hjá Brandi
Sandoy á Facebook leggja
eisini aðrir lesarar uppí.
- Einastandandi kostur,
sum ikki finnur sín líka.
Einki er sum ræstur stoktur
veðrabógvur við tjúkkari sós
og reyðkáli
Og so leggur hesin aftrat:
- Hatta við gimasmakki
er bert, um flett verður ov
seint. Bíðar tú við at fletta til
november, kemur ofta gima
smakkur í, og tað er stak
óheppið. Tá er kjøtið eftir
mínum tykki oyðilagt.
Brandur Sandoy vísir á,
at hann hevur ongantíð flett
veðr í november, tí tað eigur
ikki at vera gjørt.
- Men, eg kenni einki til
gimasmakk.
Heldur
ikki,
tá veðurlomb eru flett í
november, sigur bóndin í
Skemmugarðinum á Sandi.
Íslendsku uppsjóvarskipini, Venus og Víkingur,
sum her liggja á Kollafirði Mynd: TJ-myndir
- Bæði turt og ræst veðrakjøt er nakað av tí lekrasta sum finst,
sigur bóndi. Nógv eru samd við honum, men ikki øll