Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Spyr og fá svar um útbúgvingar. Allar. Allastaðni. Tað er tú, sum tekur endaliga avgerð um tína útbúgving, men nú kanst tú fáa svar upp á spurningar um lestur her í Sosialinum. Holger Arnbjerg, sum starvast á Altjóða Skrivstovuni við Fróðskaparsetur Føroya, vegleiðir teg um tínar møguleikar innan útbúgving og um tey fíggjarligu viðurskiftini. Holger arbeiðir dagliga við at vegleiða fólki, sum ætla sær undir útbúgving í Føroyum ella uttanlands, antin tað er styttri ella longri útbúgving, verklig ella ástøðilig. Tú kanst senda spurningar um útbúgvingar til post@sosialurin.fo, og so svarar Holger tær her í Sosialinum. Vælkomin til fimmára skeiðið Nordplus 2018-2022! Nordplus skipanin hjá Norðurlandaráðnum bjóðar nú norðurlendskum og baltiskum stovnum og felagsskapum ið arbeiða við, ella sum eru knýtt at út­búgv­ingar- og upp­lærings­ økinum, at søkja um stuðul í 2018. Um tú, ella tín felags­skapur, arbeiða innan út­búgv­ing ella upplæring, ber tað nú til at søkja um Nord­plus stuðul til flytføri til tvørtjóða studentin, skúla­ næmingin ella læraran, og til felags verkætlanir og samstarvsvirksemi mill­um útbúgvingarstovnar og felagsskapir í Álandi, Dan­mark, Estlandi, Føroyum, Finn­landi, Grikkalandi, Íslandi, Letlandi, Litava, Noregi og Svøríki. Umsóknarfreistin fyri 2018 er 1. februar og samlaða stuðuls­ upphæddin er 9,3 mill. evrur. Hvat nýtt er á skránni? Umsóknarfreistin er flutt til 1. februar – fyri betur at passa til skúlaárið, og fyri at geva út­ búgvingarstovnunum betri tíð til at leggja verk­ætlan­irnar til rættis. Fleiri broytingar eru gjørd­ar innan skipanina, Nord­plus Mál og Mentan til tess at gera skipanina meira opna og atkomuliga fyri um­ søkjarar. Til dømis við menningar­ stuðli til tví­liðað sam­starv, og við at sam­fíggingar­støðið er lækk­að. Les meira um møguleikarnar við Nordplus 2018-2022 í Nordplus hondbókini. Nordplus skiparnirnar 2018-2022 Nordplus hevur fimm undir­ skipanir, ið fevna um alt útbúgvingarøkið. Undir­skipanirnar rúma enda­máli­num hjá Norður­ landa­ráðnum, um at fáa til vega hægri góðsku og meira sam­starv innan út­búgv­ingar­økið í norður­ landa- og baltiska økinum. Tað ber til at lesa meira um endamálini í Nordplus hondbókini. Í trimum av skipanunum – Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Hægri Útbúgving – er økið í mið­deplinum, meðan Nordplus Horisontal og Nordplus Mál og Mentan eru tvørgangandi skipanir við verkætlanum sum fara tvørtur um vanligu bólkarnar og sektorarnar, og sum eisini menna samstarv innan norðurlendsku málini. Í gjøgnum Nordplus skipan­ irnar ber tað til at søkja um stuðul til verk­ætlanir ella samstarv, men Nordplus Junior, Nordplus Vaksin og Nordplus Hægri Útbúgv­ing geva eisini møgu­leika fyri stuðli til fígging av flytføri. Tær fimm Nordplus skipanir­nar eru: Nordplus Junior: - er ætlað lærarum og næm­ing­um í fólka­skúl­ um, mið­námi og innan yrkis­út­búgv­ ingar, og skipanin letur stuðul til samstarv, verk­ætlan­ir og flyt­føri. Nord­plus Hægri Útbúgving: - er ætlað til at menna sam­ starv fyri lærarar og student­ ar innan hægri út­búgv­ingar, og skipanin letur stuðul til samstarv, verk­ætlanir og flytføri. Nord­plus Vaksin: - er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upp­lýsing og undirvísing av vaksn­ um, og skipanin letur stuðul til sam­starv, verk­ætlanir og flytføri. Nordplus Horisontal: - letur stuðul til verkætlanir ið fara tvørtur um vanligu bólkar­nar og sektorarnar. Nord­plus Mál og Mentan: - er skipan, sum letur stuðul til samstarv og verkætlanir sum hava til endamáls at menna og styrkja støðuna hjá norðurlendsku málunum. Nordplus varpar ljós á integratión í 2017 og 2018 Í 2017 og 2018 eggjar Nord­plus til, at umsøkjarar innan allar Nordplus skipanirnar og øll øki gera verkætlanir, ið viðvíkja integrering av flóttafólki og til­flytarum í útbúgving og upplæring. Tað ber til at lesa meira um tað her: http:// www.nordplusonline.org/eng/ News2/NEWS-AND-ARCHIVE/ Integration-in-Education Frá 2018 kunnu skúlar undir Dansk Skoleforening for Sydslesvig luttaka í verk­ætlanum sum danskt stuðlaðir luttakarir. Lesið meira um hetta í Nordplus hondbókini. Títt næsta stig Fyri at fáa hjálp við Nordplus umsókninikanst tú fara inn á stig- fyri-stig-leiðbeiningina hjá Nord­ plus: http://www.nord­plus­online. org/nor/Hvordan-soeke/Steg-for- steg Freistin fyri allar Nordplus skipanirnar er 1. februar 2018. Nordplus hondbókin Nordplus hondbókin er leið­ beiningin hjá umsøkjarum, og í hondbókini ber til at finna serstaka kunning um allar skipanir­nar viðvíkjandi stuðuls­ møgu­leikum og treytum: www.nordplusonline.org/nor/ Hvordan-soeke/HAANDBOKEN Espresso – Nordplus umsóknar­skipanin Tú kanst skriva tína um­ sókn og senda hana í gjøgn­um Espresso, online umsóknar­ skipanin hjá Nordplus. Skrá­ set teg og rita inn her: www.nordplusonline.org/eng/ Projects2/ESPRESSO Dátugrunnur fyri samstarvsfelagar Tað er ein fyritreyt, at tín umsókn er partur av einum felags uppskoti saman við stovnum ella feløgum frá øðrum londum sum eru partur av Nordplus sameiningini. Leitar tú eftir einum stovnsfelaga til tína verkætlan ber tað til at skráseta teg og leita í Nordplus Partner Search Database: http://www. nordplusonline.org/nor/Hvordan- soeke/PARTNERSOEK Kunning og vegleiðing í tínum egna landi Tað eru Nordplus skrivstovur í øllum londunum ið luttaka í skipanunum. Hevur tú spurningar ella tørv á at fáa hjálp við umsóknini, kanst tú seta teg í samband við Altjóða Skrivstovuna: www.setur.fo/ask Spurningur 1: Hvat er ein “Free Mover”? Svar: “Free Mover” merkir at tú ikki ert partur av nakrari stovnsavtalu ella nakrari multialtjóðari skiftisskrá. Um tú ikki fært stuðul frá NORDPLUS ella Erasmus+ og tú ynskir at taka eitt lestrarskeið uttanlands, uttanfyri Norðurlond/Baltikum og Evropa, ber til at gerast “Free Mover”. Sum “Free Mover” skalt tú sjálv/ur seta teg í samband samband við útbúgvingarstovn og sjálv/ur søkja um upptøku og merit fyri lestraruppihaldið, soleiðis at tú lýkur (mál) krøvini og umsóknarfreistirnar uttanlands. Tað er sostatt neyðugt at fáa eina váttan frá tíni egnu útbúgving, áðrenn tú kanst fara undir verkætlanina. Altjóða Skrivstovan vil fegin vegleiða í slíkum førum, m.a. við at finna útbúgvingarstovnar, at søkja og fáa váttanir í sambandi við styttri og longri uppihald uttanlands. Fígging og Studni.fo Um skiftistíðarskeiðið uttanlands kostar, ber til at søkja um ÚSUN, sum fíggjar skúlapening/TUITION FEES upp til 40.000 kr fyri hálvárið, samstundis sum tað ber til at fáa ÚS tá tú ert í skiftislestri frá Føroyum. Tað ber eisini til at søkja um ískoyti til ferðaútreiðslur frá Studna, og at søkja um stuðul frá ymiskum privatum grunnum og fænum. Spurningur 2: Nær verður enska málroyndin í Føroyum næstu ferð? Svar: IELTS royndin er ein av góðkendu málroyndunum, sum útlendsk universitet krevja. Nú ber til at taka IELTS-royndina í Tórshavn leygardagin 19. mai 2018. Tú teknar teg til royndina við at fara inn á https://ielts.britishcouncil.org/edu. Far til breddan til vinstru "Find Test Date" og útfyll upplýsingarnar har, og fylg so vegleiðingini á síðuni. Prísurin er 2.425 kr. Melda teg til í góðari tíð, í seinasta lagi 8 dagar áðrenn royndina. Úrslitini koma 2-3 vikur aftaná royndina. Umsóknir 2018/19 Nordplus Lond