Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Tróndur Arge BORÐTENNIS Leygardagin varð skipað fyri borðtenniskapping í høllini í Trongisvági, har annað umfar í eini røð av seks Grind Prix-umførum varð spælt. Ímillum fremstu leikararnar var kappingin ikki serliga væl mannað hesaferð, men hinvegin var væl av ungum og spennandi leikarum. Í A-bólkinum var tað verandi føroyamestarin, Pætur Albinus, sum fór avstað við sigrinum. Hetta var fyrstuferð í ár, at hann vann eitt umfar. Fyrsta umfar vann útisetin, Hallur Thorsteinsson, sum tó er farin av landinum aftur. Í B-bólkinum var tað 14 ára gamla Sólja Hilduberg Djurhuus, sum vann allar dystirnar og nú hevur spælt seg upp í A-bólkin. Hetta var fyrsta kapping hennara í Føroyum eftir at hon annars hevur spælt borðtennis í Spania, har hon hevur búð. Triðja Grand Prix-umfar verður longu næsta vikuskifti – nevniliga sunnudagin, tá tað aftur verður kappast í høllini í Trongisvági. Úrslit Bólkur A 1. Pætur Albinus, TÓR 2. Knútur Jóannesarson, TÓR 3. Kai Roest, TBF 4. Vagnur K. Nolsøe, TBF 5. Elinborg Nygaard, TBF 6. Rói Hjaltason, TÓR 7. Helgi Ólavson, TBF Bólkur B 1. Sólja H. Djurhuus, TÓR 2. Høgni Heinason, TÓR 3. Julian F. Knudsen, TÓR 4. Aron F. Knudsen, TÓR 5. Maria Albinus, TBF Bólkur C 1. Tórur Eliasen, TÓR 2. Hallur Ferjá, TBF 3. Hjalgrím Højgaard, TBF 4. Britt Michelsen, TBF 5. Victoria Debes, TBF 6. Bára Guttesen, TBF Bólkur D 1. Beinta Joensen, TBF 2. Anja Wongwai, TBF 3. Marin E. Poulsen, TBF 4. Hanna Højgaard, TBF 5. Josvá Højgaard, TBF Bólkur E 1. Heini L. Hermansen , TBF 2. John T. Bærendsen, TBF 3. Olivur Aron Joensen, TBF 4. Poul Arni Ungagarð, TBF 5. Filip Roest, TBF 6. Lias Arnason, TBF FLOGBÓLTUR Tveir dystir hava verið í meistaradeildini hjá monn­ um um vikuskiftið. Leygar­ dagin dystaðust Mjølnir og SÍ í Klaksvík, og har bleiv tað til ein greiðan sigur til oddaliðið, Mjølnir. Sett­úrs­ litini vóru 25-19, 25-14, 25-23. Í Gundadalshøllini í Havn hevði Fleyr vitjan av ÍF, sum fekk eina frálíkt uppreisn eftir at teir høvdu tapt tríggj­ar dystir á rað. ÍF vann nevi­liga 3-2 í einum tøttum dysti, har ein gysari í fjórða setti, 29-27 til ÍF, sendi liðini út í eitt avgerandi sett, har ÍF vann við minsta muni, nevni­ liga 15-13. Mjølnir er oddalið í meistardeildini hjá monnum við 15 stigum, meðan Fleyr er nærmasti eltari við 10 stigum. Somuleiðis tveir dystir hava verið í meistaradeildini hjá kvinnum hetta viku­ skiftið. Tað var toppur ímóti botni í Klaksvík leygardagin, har oddaliðið Mjølnir hevði vitjan av TB. Mjølnir vann fyrsta sett 25-14, og heldur óvæntað eydnaðist tað TB at vinna annað settið 25-13. Mjølnir fekk tó sett tingini upp á pláss og umvegis 25-17 og 25-20 vunnu tær dystin 3-1. Hin dysturin hetta viku­ skiftið varð spældur í Kolla­ firði í gjár, har KÍF tók ímóti Fleyr. Hesin dysturin, sum var ímillum tveir av eltarun­ um í oddinum, endaði við 3-0-sigri til Fleyr. Fyrsta sett var sannførandi 25-16, men annars var rímiliga tætt, og Fleyr vann annað sett 25-23 og síðsta sett 26-15. Mjølnir er strokið avstað og er oddalið við 14 stigum, meðan Fleyr er beint í hølunum á teimum og hevur 12 stig. HONDBÓLTUR Tveir dystir hava verið í FTZ- deildini hetta vikuskiftið, og annar dysturin var oddabrak í Hoyvíkshøllini, har H71 tók ímóti Neistanum. Neistin var betra liðið í fyrra hálvleiki og fór til hálvleiks á odda 16-12, men tað tók ikki H71 serliga leingi til teir fingu javnað til 18-18 í seinna hálvleiki. Dysturin endaði við javn­ leiki, 26-26. Hilmar Leon Jakob­sen var toppskjútti hjá hoyvíkingum, meðan danski Rasmus Søby skeyt 10 mál fyri gestirnar. KÍF fekk annan dystin á rað stig burtur­úr, tá ið teir í gjár vóru á vitjan hjá StÍF. Í síðstu viku vunnu teir óvæntað ímóti VÍF, og hesaferð bleiv tað til 27-27-javnleik ímóti StÍF. Støðan í hálvleikssteðginum var 13-11 til StÍF. Pætur Johan­sen og Allan Norðberg skutu hvør síni seks mál fyri heima­liðið, meðan Magnus Müller skeyt heili 11 mál fyri KÍF. Støðan í oddinum í FTZ- deildini er harvið óbroytt. Neistin er eitt stig framman­ fyri Neistan (16 og 15 stig), meðan VÍF, Kyndil og Team Klaksvík øll hava átta stig mitt í deildini, har KÍF er aftast við trimum stigum. Somuleiðis hava tveir dystir verið í Hvonndeildini hetta vikuskiftið. Í ítróttar­ høllini á Skála tóku StÍF- kvinnur­nar ímóti VB, og her gjørdist tað til ein tryggan 32-15-sigur til VB eftir at tær vóru á odda 19-7 í hálvleikssteðginum. Fyri heimaliðið skutu Vár D. Poul­ sen og Rebekka Poulsen hvør síni trý mál, meðan Bára K. Mortensen var toppskjútti hjá gestunum við seks mál­ um. Hin dysturin varð spæld­ ur í Hoyvíkshøllini, har kvinnurnar hjá H71 fingu vitjan av Neistanum. Talan var um ein tættan dyst, sum Neistin vann 20-19 eftir at tær eisini vóru á odda 10-9 í hálv­leikssteðginum. Maria H. Weyhe var enn einaferð besti málskjútti hjá H71, hesa­ferð við átta málum. Eir Berg var toppskjútti hjá gestunum. Hon skeyt eisini átta mál. VB er nú nýtt odda­lið við 16 stigum, men tær hava spælt tveir dystir fleiri enn VÍF, ið er eitt stig aftan­fyri, og ein dyst fleiri enn Kyndil, ið hevur spælt ein dyst færri. TAEKWONDO Leygardagin vann føroyski Dávid á Lakjuni silvur í DM í vektbólkinum undir 59 kilo. Dávid er 17 ára gamal og úr Fuglafirði. Dávid er syst­kinabarn kenda Tae­ kwondo-íðkaran og venjaran, Høgna Kunoy Dáva­son, sum hevur gjørt nógv fyri at fáa undir­tøku fyri Taekwondo í Føroyum. Høgni Kunoy Dáva­ son er eisini venjari hjá Dávidi, hóast Høgni er fýra ár yngri enn Dávid. Vinnarin í hesum vektbólkinum var eisini føroyingur, neviliga føroy­ ingurin búsitandi í Danmark, Aleksandur Heðins­son Arge. Hann er 15 ára gamal og er sonur Heðin Arge, sum var ein fólkakærur útvarpsvertur hjá Útvarpi Føroya í hinari øldini, ikki minst leygarkvøld. Dávid á Lakjuni sigur í samrøðu við Rás2, at silvurið í DM gevur honum treysti til at venja enn harðari fyri at fáa góð úrslit í taekwondo. Komandi avbjóðingin er ein kapping fyri felagslið í Esbjerg í Danmark. trondur@sosialurin.fo GULL OG SILVUR Í DANMARK Føroyingar í taekwondo hava fingið góð úrslit hetta vikuskiftið, og so nógvir dystir verið í hondbólti og flogbólti herheima