Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TALV Pætur Albinus Avgerandi sigur Avgerandi dystin í kappingini - finaluna móti vertslandinum - vun­ nu Føroyar í síðsta umfari leyg­ar­ dagin 2½-1½. Rógvi Egilstoft Niel­sen gjørdist føroyskur sigurs­harri við svarta fólkinum á triðja borði. Á hinum borðunum endaði javnt. Fyrst var liðugt á fyrsta borði. Har samdust stórmeistararnir um remis í javnari støðu. Helgi Dam Ziska er ovari á styrkilistanum enn fyrrverandi spanski meistarin Oscar De La Riva, sum í fleiri ár hevur virkað sum leikandi venjari hjá landsliðnum í Andorra, men støðan var rættiliga jøvn. Helgi hev­ ur mestur sæð, at Rógvi E. Nielsen hevði greiðan fyrimun á triðja borði, og at hinir tóktust at hava tamar­hald á støðunum, og hevur so ikki lagt í at leggja ov nógv fyri við tí svarta fólkinum. Rógvi hevði eitt lívligt talv móti Aloma Vidal, sum hevði fult stigatal fyri seinasta umfar, og sum hevur heili hundrað ratingstig fleiri enn Rógvi. Teir telvaðu Frúgvaindiskt, Vidal valdi við hvíta fólkinum eitt álopssinað frábrigdi, í tíggjunda leiki kundi hann helst tryggjað sær góða støðu, men fann ikki besta framhaldið. Nú fekk Rógvi høvdið fyri seg, og dusaði sær sum fiskurin í havinum í taktiskt løddu støðuni, sum kom upp á borðinum. Rógvi var kringur og vann í stórum stíli. Nú var John Rødgaard knappur og beyð remis. Støðan á 4. borði var ógvuliga jøvn, og hjá Raul Garcia við svørtum móti mótstøðumanni við væl hægri styrkitali, tóktist uppgávan at vinna mestsum vónleys. Kroystur av tíðartroti tók hann av um teir fjøruti leikirnar. Nú høvdu Føroyar tvey stig, og dysturin var vunnin. Á øðrum borði kýtti stór­ meistarin David Norwood seg at vinna, men Høgni E. Nielsen var hvørki at høgga ella stinga í, og endin var, at drúgvasta talvið í dystinum endaði javnt. Triðju ferð Hetta var fimta Small Nations kappingin í talvi fyri landslið í Evropa. Føroyar hava nú vunnið hana tríggjar ferðir. Hinar ferðirnar hevur Luksemburg vunnið. Hesaferð høvdu vit okkara bestu manning. Helgi Dam Ziska, Høgni E. Nielsen og John Rødgaard hava verið ógvuliga tryggir og sannførandi. Allir hava sama úrslit; seks vunnin og trý jøvn. Einki tapt. Rógvi E. Nielsen kom ruddiliga afturíaftur leygardagin við flottum og avgerandi sigri. Silas Eyðsteinsson var við sum obligatoriski unglingin og fekk í alt trý stig í fimm dystum. Tað man vera góðkent avrik. Føroyska talvlandsliðið kemur nú heim aftur av aðru kappingini seinastu vikurnar. Frammanundan vóru teir við í stóru EM-kappingini á Kreta. Stórmeistarin Helgi Dam Ziska var ósigraður á fyrsta borði bæði í EM á Kreta og nú aftur í mini-EM í Andorra. Tað talar fyri seg, og er vitnisburður um hvat týdning hann hevur fyri føroyska landsliðið. Úrslit 1. Føroyar 17 stig 2. Monaco 15 3. Andorra 14 4. Kýpros 12 5. Luksemburg 11 6. Liktinstein 7 7. Malta 6 8. Guernsey 3 9. San Marino 3 10. Jersey 1 Dystir Føroyar-Luksemburg 2-2 Føroyar-San Marino 4-0 Føroyar-Guernsey 3½-½ Føroyar-Liktinstein 3½-½ Føroyar-Jersey 2½-1½ Føroyar-Monaco 2½-1½ Føroyar-Malta 3-1 Føroyar-Kýpros 3½-½ Føroyar-Andorra 2½-1½ Úrslit, telvarar 1. Helgi Dam Ziska 6½/8 2. Høgni Egilstoft Nielsen 6½/8 3. Rógvi Egilstoft Nielsen 4½/7 4. John Rødgård 6½/8 5. Silas Eyðsteinsson 3/5 Besta smátjóð í Evropa Føroyar hava í vunnið EM fyri smátjóðir, sum hevur verið telvað í Andorra seinastu dagarnar. Hetta er triðju ferð, at landslið okkara vinnur kappingina Føroyingarnir sita her høgrumegin borðini í toppdystinum ímóti Andorra