Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Til stóra Burn Showdown tiltakið, ið var um vikuskiftið, vóru alskyns kappingar á skránni. Meðan tey allar sterkastu vóru funnin fríggja­ kvøldið, vóru tey vakrastu funnin leygarkvøldið. Ímillum tey bæði vóru nakrar aðrar kappingar á skránni, sum snýddu seg meira um styrki og orku samanborið við hitt, ið var á skránni til tiltakið. Norðmaður setti nýtt met Fyrst var kappast í Kettlebell hjá monnum og kvinnum, ið veru­ liga hevur vundið uppá seg hesi seinastu árini. Har var sermerkt at norski Allan Fallrø, ið luttók hjá monnum, megnaði at sláa sítt persónliga mát, tá tað kom til snatch. Allan Fallrø hevði eitt persónligt met á 234 áðrenn kapp­ ingina í høllini á Hálsi leygardagin, men til tiltakið Burn Showdown megnaði hann at fáa 236 stig, so­ leiðis at hann sló sítt egna met. Saman­lagt vóru eisini fleiri aðrar kapp­ingar á skránni, tá tað kom til Kettle­bell. Par vann vektlyftingina Aftaná Kettlebell var kapping í vektlyfting. Undan kappingini vóru tað bert tvey av teimum íðkandi, ið áður høvdu kappast innan vekt­ lyfting – tað vóru tey bæði Rudi Persson og Jenny Poulsen, ið eru par. Tað vóru eisini tey bæði, ið vunnu kappingina í vektlyfting leygar­dagin. Rudi Persson vann hjá monnum, meðan Jenny Poulsen vann hjá kvinnum. Armgarð fekk tvey føroysk met Síðani varð byrjað uppá tað sum verður kallað fyri powerlifting. Saman­borið við vektlyfting, mintu tær báðar ítróttargreinarnar nógv um hvørja aðra, har munurin tó var at powerlifting meira var tung lyfting við nógvum vektum, meðan størri dentur verður lagdur á eksplosivitet í vektlyftingini. Í powerliftingini vóru tað tvey av teimum íðkandi, ið fingu nýggj føroysk met. Tey bæði vóru Helgi Lam­hauge av Glyvrum, ið fekk nýtt føroyskt met í deadlift, umframt Arm­garð á Regni av Toftum, ið fekk ikki færri enn tvey nýggj føroysk met. Hon sló fyrst metið í bonk­press í sínum vektklassa hjá kvinnum, og síðani tók hon eisini metið í deadlift í sínum vektklassa. Tað hoyrdi tó ikki til kappingina, tí kapp­ingin var skipað í tveir partar – ein sum æt equipped og ein sum æt raw. Hjá kvinnum vann Armgarð á Regni equipped kappingina, meðan Annika Nørspans vann raw kapp­ingina. Hjá monnum vann Bogi Andreasen equipped kapp­ing­ina og Oddur Højgaard vann raw kappingina. Anna og Jóannes vunnu í crossfit Seinasta, ið var á skránni í fyrra partinum av leygardegnum, var kapping í crossfit, ið alsamt fleiri føroyingar íðka í dag. Har vóru tvær kappingar á skránni, har tann besti innan tær báðar kapp­ ingarnar vann samlað. Tað endaði við at Anna Kalsø vann kappingina hjá kvinnunum, meðan Jóannes Jacobsen vann kappingina hjá monnunum. Niðanfyri ber til at síggja øll úrslitini frá fyrra partinum av leygardegnum: Kettlebell: Kvinnur Biathlon (Jerk+Snatch) 1. Gitte R. Clausen LongCycle 1. Unnur S. Fonn One Arm LongCycle 1. Terja Ósá Menn LongCycle 1. Sonni Eliassen 2. Svein Rógvi Nielsen Ljósstein 3. Eyðun Jensen Snatch 1. Allan Fallrø 2. Magnus Pauli Glerfos Weightlifting: Kvinnur: Jenny Poulsen Elsa Jacobsen Menn: Rudi Persson Sámal Jakobsen Leif á Bøgarði Crossfit: Kvinnur 1. Anna Kalsø(200 Stig) 2. Rakul Torgarð (130 Stig/144,5 endurtøkur) 3. Sadie Nielsen (130 stig/135 endurtøkur) Menn 1. Jóannes Jacobsen (180 stig) 2. Samal Jacobsen (150 Stig) 3. Marius Thomasen (110 stig) Powerlifting: Kvinnur: Equipped: Armgarð á Regni Raw: Annika Nørspang Joan Eidesgaard Bára Gunnarsdottir Justinussen Menn: Equipped: Bogi Andresen Poul Hallur Davidsen Steingrímur Nielsen Raw: Oddur højgaard Bjarni nielsen Rói holgerson FLEIRI SETTU NÝGGJ MET Tað var serliga innan styrki og orku at kappast var tíðliga leygardagin, tá fleiri kappingar vóru á skránni í senn STYRKIKAPPING