mánadagur 20. november 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FITNESS
André Olsen
Tað var stúgvandi fult av fólki
í høllini á Hálsi leygarkvøldið,
tá seinasti parturin av stóra
Burn Showdown tiltakinum var.
Samanborið við hinar partarnar av
Burn Showdown tiltakinum, var
leygarkvøldið mett sum hæddar
punktið, har fýra ymiskar kapp
ingar innan vakurleika vóru á
skránni.
Finnast skuldu Miss Føroyar
2017, vinnarin í bikini fitness,
vinnarin í women’s figure og
vinnarin í men’s physique. Og av
teimum fýra kappingunum, vóru
tað føroyskir vinnarar í tveimum
av teimum. Benita Winther Jen
sen av Sandi vann kappingina
um Miss Føroyar, meðan Aimée
Hansen úr Havn vann kappingina
innan women’s figure. Í hinum
kappingunum
var
talan
um
vinnarar úr Danmark.
Rørdur fyriskipari
Einasta kapping, ið ikki snýddi seg
líka nógv um venjing sum hinar
kappingarnar, var kappingin Miss
Føroyar, sum í ár á fyrsta sinni var
hildin í Føroyum. Í Miss Føroyar
kappinginini snýddi tað seg bert
um vakurleika. Stóri fyriskiparin
av at fáa Miss Føroyar til Føroyar í
Burn Showdown hevur verið Turið
Elinborgardóttir, sum sjálv hevur
luttikið til Miss Universe kapp
ingina fyri fáum árum síðani. Turið
Elinborgardóttir var bæði rørd og
glað, tá Miss Føroyar genturnar
leygarkvøldið kappaðust um at
vinna heiðurin.
-Eg eri fantastiska væl nøgd við
hvussu væl alt gekk, og tað hendi
fleiri ferðir undir kappingini, tá eg
sá genturnar standa á pallinum,
at eg gjørdist eitt sindur rørd og
táraði, sigur Turið Elinborgardóttir.
Hevur verið hart
at fyriskipað
Turið Elinborgardóttir sigur, at tað
bæði hevur verið hart og stressandi
at fingið alt Showdown tiltakið at
hanga saman, men at tiltakið sum
heild eydnaðist serstakliga væl.
-Tað
hevur
verið
hart
og
stressandi at fingið alt Showdown
tiltakið at hanga saman, tá tað eru
so nógvar ymiskar kappingar í
einum samtakið flættaðar saman,
men tað eydnaðist øgiliga væl. Øll
dámdu væl at tey kundu fáa ymiskt
blandað, og tað trekti eisini fleiri
málbólkar til tiltakið, sigur Turið
Elinborgardóttir.
Vónar at tiltakið
hevur skapt áhuga
Tað er longu nú greitt at kappingin
Miss Føroyar ikki er eindømi fyri
2017, og at kappast fer at vera aftur
komandi ár tá Miss Føroyar 2018
skal finnast. Turið Elinborgardóttir,
BENITA VANN
MISS FØROYAR
KAPPINGINA
Benita Winther Jensen av Sandi vann leygarkvøldið Miss Føroyar kappingina, ið var í høllini á Hálsi
í samband við stóra Burn Showdown tiltakið. Fyriskiparin av Miss Føroyar kappingini, sum í ár var
fyri fyrstu ferð í Føroyum, Turið Elinborgardóttir, kundi ikki verið betri nøgd við tiltakið