Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Søguligur sigur í boksing: Tróndur Arge – Høllin á Hálsi Høllin á Hálsi og Burn Showdown var karmur um fyrstu skrásettu boksi­stevnuna í Føroyum. Eitt sindur seinni enn ætlað fríggja­ kvøldið, komu boksararnir í ringin. Alt í alt vóru tíggju dystir á skránni, har av ein var ein sokallaður upp­ vísningsdystur, meðan sjey vóru ung­dómsdystir, meðan tveir vóru skrá­settir amatør boksidystir. Størsta løtan hetta kvøldið var heilt víst, tá Geir Thomsen úr Tórshavn boksing vann amatør­ dystin móti Thomas Jensen úr AK Jyden. Teir boksaðu báðir sín fyrsta skrásetta dyst í amatørbólkinum. Fleiri ferðir kókaði høllin, tí báðir boksarnir vóru komnir í ringin fyri at bjóða av, heldur enn at eitt nú verja. Geir Thomsen vann eftir tríggjar umgangir á tríggjar minuttir, har dómararnir vóru samdir. Tað merkir, at hann vinnur 3-0 og er fyrsti føroyski boksarin at vinna ein skrásettan amatørdyst í Føroyum. Hví geri eg hetta? Dysturin hjá Geir Thomsen var tað triðj seinasti á kvøldinum, men hóast ungi tvøramaðurin hevur havt nógva tíð at hugsa seg um og rannsaka seg sjálvan, so runnu fleiri tankar frammanfyri honum á veg inn í ringin. -Tankarnir fóru at flúgva á veg inn. Eg fór millum annað at hugsa um hví eg geri hetta, men tá eg kom í ringin var eg klárur, sigur Geir Thomsen. Hann bleiv vigaður inn á 72 kilo, meðan mótstøðumaðurin vigaði inn á 74,5. Markið fyri hendan dystin var 75 kilo. Thomas Jensen er eisini nakað hægri og hevur longri armar enn Geir Thomsen, sum tí mátti verða snildur fyri sleppa framat at sláa. -Eg royndi at avlesa hann í fyrsta umganginum og síggja hvussu hann reageraði upp á tað, sum eg gjørdi. Har fann eg útav, at eg millum annað kundi flyta meg til høgru ella vinsru og fáa nøkur sløg inn, sigur Geir Thomsen. Fór í svart Í fyrsta umgangi gekk javnt á, men í bæði øðrum umgamgi og triðja umgangi tóktist sum, at Geir Thomsen var omaná, men tað merkti hann ikki sjálvur. -Eg hevði einki yvirblikk, tá klokkan ringdi fyri seinastu ferð, tí eg var so fokuseraður í ringinum. Eg føldi heldur ikki, at nakrantíð visti at eg hevði hann, tí hann fekk allatíð nøkur sløg inn eisini og tað bleiv svart fyri meg eina løtu. Tí bleiv eg eisini ótrúlig glaður, tá mítt navn bleiv rópt sum vinnari, sigur Geir Thomsen, eftir at hann hevur fingið handað heiðursmerkið fyri sigurin. Tvøramaðurin er eisini glaður fyri dystin og at hann fór at boksa. -Mær dámdi tað gott, men eg skal líka undirstrika at tað er hart. Eg helt hetta var ein góður kampur. Vit góvu hvørjum øðrum mót­støðu, og eg haldi eisini at áskoðarar dámdu tað, sigur Geir Thom­sen, sum nakrar ferðir fekk áskoðararnar upp úr stólunum. - Tað er fantastisk at uppliva brølið í høllini, tá eg rakti nakrar ferðir, men tað er týdningarmikið ikki at leypa framav og brúka alla orkuna tá, greiður tvøramaðurin frá. Tað er ikki ókeypis, at hava verið í ringinum til ein boksidyst. Hóast Geir Thomsen vann 3-0, so fekk hann eisini nøkur sløg í andlitið og á kroppin, men tað ræðir hann ikki. -Eg eri eitt sindur eymur í støðum, men tað er fínasta slag. Eg haldi fram at boksa, sigur Geir Thomsen, sum nú er niður­ skrivaður í føroyska ítróttar­søgu, sum tann fyrsti føroyski skrá­setti amatørboksarin, ið hevur vunnið ein dyst til eina skrásetta boksi­ stevnu í Føroyum. Christan tapti Hin skrásetti amatørdystirn var millum Christian Christiansen úr Tórshavn Boksing, og Tor Petersen úr AK Jyden. Hetta var sætti dysturin hjá Christiani Christian­ sen í amatørboksing, meðan hann hevði tað trupult móti Tor Peter­ sen, sum hevði munin í vekt, hædd og armslongd Í sínum dysti nummar 12 í amatørboksing vann Tor Petersen greitt 3-0, eftir tríggjar umgangir á tríggjar minuttir. Christian Christiansen, sum er skjótur og snildur boksari, slapp ongan­tíð framat Tor Petersen, sum við góðari verju og sterkur neyvum sløgum hevði tamarhald á dysti­num. Christian Christiansen hevur havt tað trupult við økslini í seinastuni og tað sást eisini aftur. Tríggir føroyskir dystir Til boksistevnuna vóru eisini tríggir venjingardystir, har báðir partar vóru føroyingar. Fyrstir á pallin vóru Benjamin Højgaard og Jonas Fossadal. Hetta var ein U12 dystur, sum Benjamin Højgaard vann 3-0. Síðani var ein spennandi dystur millum Jonathan Malaikey og Christian Eli Joensen. Her vóru dómar­arnir ikki samdir og tað endaði tí við 2-1 sigri til Jonathan Malai­kev. Triðja venjingardystin hjá Tórshavn boksing vann Alex­ander Dahl Olsen á Allani á Argja­garði. Restin av dystunum vóru millum danskar boksarar. Dómarar og gestir lata væl at Boksistevnan er í samstarvið við AK Jyden í Danmark, umframt at boksarar úr øðrum boksifeløgum í Dan­mark eisini vóru við. Dómarar og eygleiðarar vóru frá Dansk Amatørbokse-Union. Bæði dómarar og gestirnir lótu væl at tiltakinum og umstøðunum til kappingina. trondur@sosialurin.fo GEIR THOMSEN HEVUR SLIGIÐ BOKSING Í GONGD Í einum hendingaríkum og ferðmiklum boksidysti, gjørdist Geir Thomsen fyrsti føroyski amatørboksarin, at vinna ein skrásettan dyst á føroyskari jørð. Til samans vóru níggju dystir í fleiri aldurs- og vektbólkum BOKSING