Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STYRKIKAPPING Tróndur Arge Um vikuskiftið hevur stóra Burn Showdown tiltakið verið í høllini á Hálsi. Tað byrjaði fríggjadagin við Føroya sterkastu kvinnu, sum er á fyrsta sinni. Luttakararnir vóru umframt Tóru Martinsdóttir, Arm­ garð á Regni og Jóna Nicolajsen, og kappast varð í fimm greinum. Tá samanumkom stóð Tóra Martinsdóttir eftir við flest stigum, eftir harða kapping frá Armgarð á Regni. Jóna Nicolajsen, sum bara hevur lyft í heilt stutta tíð, stríddi alt hon var ment og setti fleiri persónlig met endaði aftast. Fantastisk og undarligt ÍtróttarSosialurin: Tóra, tú ert fyrsta kvinnan, sum vinnur kapp­ ingina Føroya sterkasta kvinna. Hvussu kennist tað? Tóra: Tað er fantastiskt og undar­l­igt. Eg eri sera væl nøgd við úrslitið. Eg vóni at hetta verđur ein kapping, sum er komin fyri at verða, og at fleiri kvinnur koma til. Tá tað bleiv kunngjørt, at tað fór at verða ein slík kapping í ár, visti tú beinanvegin at tú fór at melda teg til? Tóra: Eg skrivaði beinavegin til venjaran hjá mær, Bjarna Nielsen, og spurdi meg fyri. Eg var eitt sindur í iva. Fyrst í septembur tók eg so endaliga avgerð um, at vera við og so koyrdi tað har frá. Hevur tú altíð havt áhuga fyri styrki venjing? Tóra: Eg havi spælt hondbólt og fótbólt frá tí eg var 5-6 ár, men tað steðgaði, tá eg so bleiv við barn í 2013. Eg meldaði meg til Burn klassik í heyst 2016, har Bjarni Niel­ sen var venjari. Hann lokkaði meg til eina powerlifting kapping, sum varð byrjanin til alt. Hvussu nógv venjing liggur aftanfyri hendan sigurin og hevur tað ávirkað gerandisdagin? Tóra: Mær dámar sera væl at venja styrki. Viðvíkjandi arbeiði og dóttr­ini, so tilrættis leggi eg sum oftast venjingarnar um kvøldið. Tá venji eg saman viđ sjeikinum, ið hevur veriđ ein drúgvur stuðul. Um vikuskiftini kemur dótturin fegin við inn at venja, so hetta er blivið til eitt slag av alternativum familju­hugna. Um eg skal seta tal á venjingar­tímarnar, so eru tað einir hundrað tímar brúktir. Tað var javnt millum teg og Armgarð á Regni ein stóran part av kappingini, men er ein løta har tú følur at tú fert at vinna? Tóra: Undir kappingini hugsi eg ikki so nógv um Armgarð. Vit heppaðu upp á hvørja aðra faktiskt. Eg geri mítt besta og eitt sindur afturat, og tað gekk tíbetri. Eg havi fyri­munin í deadliftinum, tí eg skuldi lyfta síðst. Atlas steinurin var síðst í kappingini, og har visti eg, at eg var hampuliga væl fyri. Hvussu hevur tú tað aftaná eina so harða kapping? Tóra: Eg var og eri móð og eym um stórt sæð allan kroppin, men tað eri eg eitt sindur von við, eftir venj­ingarnar upp til kappingina. Nú ert tú so vinnari av Føroya sterkasta kvinna og søgulig í før­ oyskari ítróttarsøgu, men hvat bjóðar framtíðin upp á innan styrki­ítrótt fyri teg? Tóra: Í skrivandi løtu, so áni eg tað ikki. Eg má sláa meg saman við Bjarna Nielsen, og so fáa vit at síggja. Men eg ætli ikki at steðga her! Kappingar: 1: Loglift (Lyfta 45 kilo upp um høvd upp á 90 sekund: Tóra Martinsdóttir: 11 ferðir Armgarð á Regni: 12 ferðir Jóna Nicolajsen: 0 ferðir 2: Koppa dekk (Koppa stórum dekki átta ferðir, skjótast vinnur) Tóra Martinsdóttir: 29,57 sek Armgarð á Regni: 33,84 sek Jóna Nicolajsen: 34,19 sek 3: Hála bil (Ganga 15 metrar við bili upp á sleip) Tóra Martinsdóttir: 11,73 sek Armgarð á Regni: 13,03 sek Jóna Nicolajsen: 15,41 sek 4: Deadlift (Trý lift, hægst vekt vinnur) Tóra Martinsdóttir: 172,5 kg Armgarð á Regni: 155 kg (170 kg bleiv ikki góðkent) Jóna Nicolajsen: 120 5: Atlas steinur (Lyfta atlasstein so oftani sum gjørligt upp á 90 sekund) Tóra Martinsdóttir: 4 steinar Armgarð á Regni: 3 steinar Jóna Nicolajsen: 1 stein Samlaða stigatalvan: 1: Tóra Martinsdóttir 14 stig 2: Armgarð á Regni 11 stig 3: Jóna Nicolajsen 4 stig Fakta: Navn: Tóra Martinsdóttir Fødd: 26. feburar 1998 Heimstaður: Sandavágur Maki: Brynjalv Nicolajsen Børn: Annika Ró (3 ár) Venjari: Bjarni Nielsen Styrkilyfting: Lyft til kappingar síðani desembur 2016 Tóra vil ordiliga fegin takka venjaranum Bjarna Nielsen, sjeikinum, Brynjalv Nicolajsen og familju og vinfólkini fyri stuðulin FANTASTISKT OG UNDARLIGT Tað sigur 19 ára gamla Tóra Martinsdóttir úr Sandavági, sum um vikuskiftið vann kappingina Føroya sterkasta kvinna. Við sigrinum hevur hon skrivað føroyska ítróttarsøga, tí hon er tann fyrsta at vinna heitið Tóra er føroyka sterkasta kvinna: