Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge – Høllin á Hálsi Kappingin var ikki heilt uttan órógv, tí tað vísti seg at í fleiri greinum høvdu fyriskiparnir lagt ov stórt trýst á sterku menninar. Longu í allar fyrstu greinini, har ein ramma við 375 kiloum skuldi berast 15 metrar, bleiv Laurence Shahlaei somikið skaddur í rygginum, at hann mátti gevast. Her kann nevnast, at hann vann greinina. Eftir hetta vóru litaviski Zydrunas “Big Z” Savickas og Bjarni Nielsen skiftivís á odda. Tá so Føroya sterkasti maður vann fimtu og næst seinastu greinina av teim­um seks, var hann á odda við hálv­um øðrum stigi. Hóast lagt var upp til tann heilt stóra tvídystin, tá Atlas steinarnir skuldu lyftast, so glapp alt úr hondini á Bjarna Nielsen, sum ongantíð var nær at bjóða Zy­drunas Savickas av. Tað endaði við einum flottum øðrum plássi til Bjarna Nielsen, meðan “Big Z” fór av­stað við sigrinum. - Fyrstu ferð eg var í Føroyum er í 2001, tá bleiv eg álvarsliga skaddur og mátti undur skurð her. Nú er hetta fjórðu ferð, at eg kappist í Før­oyum. Tí er tað eisini deiligt endi­liga at vinna eina kapping her, sigur Zydrunas Savickas. Bjarni Nielsen er fegin um annað plássið, men ásannaði eisini at tað manglaði tað seinasta í at koppa risanum úr Litava, men kanska tað verður eina aðru ferð. -Um stuðulin blívur við at verða so góður, so fari eg heilt sikkurt at vinna fleiri kappingar, segði Bjarni Niel­sen eftir kappingina. trondur@sosialurin.fo STYRKIKAPPING Burn Showdown strongman 2017 Tvídysturin millum Zydrunas Savickas og Bjarna Nielsen: 1: Framewalk (Ganga 15 metrar við tungari rammu) Zydrunas “Big Z” Savickas: 2,83 metrar Bjarni Nielsen: 11,51 metrar 2: Deadlift (Oftast upp á 75 sekund) Zydrunas “Big Z” Savickas: 6 ferðir Bjarni Nielsen: 4 ferðir 3: Arm over arm (Rógva bil 15 metrar) Zydrunas “Big Z” Savickas: 20 sek Bjarni Nielsen: 18 sek 4: Logpress (Lyfta upp um høvd, 10 kilo upp hvørja ferð) Zydrunas “Big Z” Savickas: 180 kilo Bjarni Nielsen: 170 kilo 5: Grip hold: (Halda kassum uppfrá sum longst) Zydrunas “Big Z” Savickas: 40 sek Bjarni Nielsen: 51,18 sek 6: Atlassteinar (Lyfta fimm steinar, frá 140 til 180 kilo) Zydrunas “Big Z” Savickas: 5 steinar á 49,6 sek Bjarni Nielsen: 3 steinar á 50,05 sek Stigatalvan: 1. Zydrunas “Big Z” Savickas 50 stig 2. Bjarni Nielsen 47,5 stig 3. Ole Martin Hansen 45,5 kilo 4. Joachim Gustavsson 42 stig 5. Mikkel Leicht 39 stig 6. John Pollock 35 7. Laurence Shahlaei 10 (Gavst aftaná 1. umfar) BJARNI KOPPAÐI ØLLUM UTTAN BIG Z Bjarni Nielsen, sum er Føroya sterkasti maður fýra ár upp í slag, bleiv nummar tvey í sterkmanskappingini til Burn Showdown í høllini á Hálsi. Hóast hann var upp í móti nøkrum av teimum sterkastu í heiminum, so glapp sigur honum ikki úr hondini fyrr enn í evstu løtu. Vinnari av kappingini bleiv favoritturin, Zydrunas “Big Z” Savickas