mánadagur 20. november 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
André Olsen
Fyri fyrstu ferð nakrantíð
var Burn Showdown um
vikuskiftið roynt í høllini
á Hálsi, har fleiri ymiskar
kappingar vóru á skránni
fríggjakvøldið, leygardagin
og leygarkvøldið. Jákup Súni
Berg, ið eigur fyritøkuna
Burn, og sum var høvuðs
fyriskipari av tiltakinum,
sigur, at tey eru ógvuliga væl
nøgd við tiltakið. Eisini hava
afturmeldingarnar
verið
góðar – bæði frá áskoðarum
og íðkandi.
-Vit eru øgiliga væl nøgd
við tiltakið. Alt riggaði væl.
Har vóru nógvir áskoðarar
– bæði ljós og ljóð viðurskifti
vóru í topp, og scenan var
góð. Eisini var tað gleðiligt
at so stórur spenningur var
í fleiri av kappingunum. Eg
havi eisini bara fingið góðar
afturmeldingar higartil –
bæði frá áskoðarum og teim
um íðkandi, so tað fløvar
sjálvandi at hoyra, sigur
Jákup Súni Berg.
Útgerð í heimsflokki
Jákup Súni Berg sigur, at
stórur dentur hjá fyriskipar
unum hevur verið lagdur á,
at útgerðin skal vera í heims
flokki.
-Tað er eingin ivi um at
útgerðin sum kappast var í
til tiltakið var í heimsflokki,
og harafturat vóru eisini IBF
góðkendir dómarar til allar
kappingarnar. So vit hava
lagt stóran dent á at gjørt
tiltakið orduligt, sigur Jákup
Súni Berg.
Kundi tonkt sær at
sloppið fyrr inn
Sum heild riggaði alt í høllini
væl til alt tiltakið. Tað
einasta, ið ikki helt í mun
til skránna var tíðin leygar
dagin, sum var eitt lítið
vet aftanfyri skránna. Tó
gekk tað ikki útyvir seinna
partin av leygardegnum, tí
ein pausa frá 17:00 til 19:00
leygarkvøldið bjargaði tí.
-Vit vóru eitt sindur aftan
fyri tíð leygardagin, men tað
var bjargað við eini pausu
sum var løgd í skránna. Tí
gekk tað ikki útyvir seinna
partin av degnum. Og eg
haldi ikki at nakar keddi
seg, hóast tíðin eitt skifti
leygardagin var eitt sindur
aftanfyri.
Áskoðararnir
vóru undirhildnir alla tíðina,
tí ymiskar kappingar vóru
á skránni. Tað einasta, ið eg
kundi tonkt mær eitt sindur
øðrvísi til komandi ár, er
kanska at vit sleppa inn í
høllina at fyrireika ein dag
fyrr, sigur Jákup Súni Berg.
Dato er sett á til
komandi ár
Jákup Súni Berg váttar eisini,
at Burn Showdown aftur
fer at vera í 2018, og at dato
longu er sett á tiltakið. Hann
væntar at tiltakið komandi
ár kann verða uppaftur stør
ri.
-Ja, tiltakið verður aftur
komandi ár, og dato er longu
sett á. Tiltakið verður 16 og
17 nov 2018. Vit eru longu
nú farin í gongd við fyri
reikingarnar, og vit ætla at
fáa stór nøvn heim. Eisini
vænti eg at tað verður lættari
at gera tiltakið uppaftur
størri komandi ár, tí tá vera
tað tvær hallir at kappast
í, umframt at vit fáa brúkt
royndirnar frá í ár, sigur
Jákup Súni Berg at enda.
andre@sosialurin.fo
Burn
Showdown
á altjóða
stigi
Jákup Súni Berg, ið er høvuðsfyriskipari av stóra Burn Showdown
tiltakinum, sum hevur verið um vikuskiftið, váttar at Burn Showdown
aftur verður komandi ár, og at tiltakið fer at vera minst líka stórt
BURN SHOWDOWN VERÐUR
AFTUR KOMANDI ÁR
Tú skal skal næstan hava búð undir einum
steini, fyri at vita at Burn Showdown hevur
verið um vikuskiftið. 14 kappingar undir
einum taki upp á eitt vikuskiftið við bæði
føroyskum og útlendskum luttakarum.
Tað hevur eisini givið ljóð úti í okkara lítla
samfelag.
Fleiri av hesum kappingunum hava verið
hvør sær fyrr, meðan okkurt ongantíð hevur
verið í Føroyum fyrr. Tí er tað hugaligt, at
fyriskiparnir hava klárað at skapt ein pall,
har øll kunnu verða við í einum og sama
tiltaki.
Tað er allar æru vert, at fyriskiparnir eru
farnir í holt við eina so stóra verkætlan.
Høvðusfyriskiparin, Jákup Súni Berg,
hevur sagt við Sosialin, at hann hevur eitt
mál um at hendan kappingin skal verða
eitt tað fyrsta, sum luttakararnir skriva í
kalendar, tá árið byrjar. Eg tosaði við fleiri av
luttakarunum og afturgangandi var, at tey
kundu hugsað sær at komi aftur næsta ár.
Tað gevur eisini ein serligan dám, at tað eru
so nógvar ymiskar kappingar og tí møtast
eisini fólk úr ymiskum pørtum av heiminum
og yvir ymiskar ítróttargreinar. Tað eru
fleiri smálutir, sum kunnu gerast væl betri til
komandi ár, men sum heild er talan um eitt
framúr stórt og flott tiltak, ið heilt víst kann
bílva ein fastur partur av ítróttarmyndini í
Føroyar, men eisini í altjóða myndini. Fleiri
av ítróttargreinunum hava stórar ætlanir
fyri framtíðina.