Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. november 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. november 2017 · Nr. 135 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Tóra Martinsdóttir er fyrsta føroya sterkasta kvinna, eftir at hon vinnur kappingina til Burn Showdown tiltakið um vikuskiftið. Hon vinnur í harðari kapping við Armgarð á Regni. Geir Thomsen vinnur amatørboksidystin móti Thomas Jensen. Hann verður samstundis fyrsti skrásetti vinnari av einum amatørdysti á føroyskari jørð. Tvøramaðurin vann 3-0, eftir tríggjar ferðir tríggjar minuttir. Jógvan Hendrik Samuelsen er nýggjur venjari hjá ÍF, meðan spælarar sum Bogi Reinert Petersen, Dánjal á Lakjuni og Fritleif í Lambanum leingja sáttmálan. Danmark og Svøríki vinna seg til HM endaspælið í Russlandi, meðan Írland og Italia standa eftir við ongum. Gianluigi Buffon takka fyri seg á landsliðnum. 07 Vestur boðar frá, at Ndende Adama Guéye skiftir til felagið frá ÍF. Føroyar vinna smálandakapping fyri talv í Andorra. Samlaði sigurin kemur í hús móti vertstjóðini. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Birgit Dahl Hansen Fødd: 29/8 1998 Ítróttur: Bodyfitness Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1: Tóra Martinsdóttir 2: Zydrunas Savickas 3: Benita Winther Jensen 4: Tórshavn Boksing 5: Tony Pulis 6: Jógvan Hendrik Samuelsen 7: Áki Johansen 8: Bjarni Nielsen Hey Birgit, hvussu var at luttaka í Showdown Body fitness? Tað var ein fantastisk kensla at standa á pallinum og at hava møgulleika at kappast ímóti so flottum luttakarum. Ikki bara kappingin, men øll venjingin fram ímóti hevur verið sera mennandi. Hvussu nógv venjing og fyrireiking liggur í eini slíkari luttøku hjá tær? Eg havi fyrireika meg í 17 vikur. Seinastu vikurnar eri eg farin upp hvønn morgun áðrenn skúlatíð, at gera konditiónsvenjing og havi vant styrki og konditiónsvenjing aftur um kvøldið, so tað fyllur ótrúliga nógv í gerandisdegnum. Tú gjørdi skjótt av aftaná kappingina og bestilti mat, var tað nakað til høvdu avtalað áðrenn? Ja, vit hava snakkað nógv um hvat vit ætla okkum at eta, og tað hevur hevur hildið motivatiónini uppi at vita at bomm og burgarir bíðaðu eftir okkum, tá vit vóru liðug á pallinum. Hvussu smakkaði ostaburgarin so? Hatta er tann besti ostaburgarin eg havi smakkað leingi, og pizzaðin eg fekk heim við var eiheldur so galin Hevur tú so lov at eta sum tú vilt nú, ella skalt tú kappast víðari? Um man fer beint til vanligan kost, kann tað vera ein ov stór broyting á kroppinum, so eg fari á eina 'reverse diet' soleiðis at feittprosentið spakuliga fer upp og eg kann byggja vøddamassa. Í løtuni havi eg ikki ætlanir um nakra kapping áðrenn Showdown verður aftur næstu fer. Um vikuskiftið var stóra Burn Showdown tiltakið í høllini á Hálsi. Hetta eru 14 kappingar undir einum taki upp á tveir dagar. Tað er seks stjørnur vert, at fáa eitt slíkt tiltak stáplað upp á beinini í Føroyum. Tað er nógv fyrireiking farin fram seinastu tíðina og tiltakið tykist sera fyri fyriskipað í tí stóra samanhanginum, tí allir luttakarar, dómarar og hjálparfólk komu vegin fram. At tiltakið er á fyrsta sinni sást í løtum, tá tað var ikki heilt samsvar millum allar lutirnar, men fleiri av luttarkarunum og teimum rundanum hava víst á, at tiltakið hevur avbera góðar umstøður í mun til aðrar kappingar, sum tey hava verið til. Tá verður millum annað víst til sokallaða Back-stage, gisting og mat. Av tingum, sum helst verða broytt til komandi ár er, at áskoðararnir sita tættari upp á boksi-ringin, at sterkmansmakkingin hjá monnum verður justerað eitt sindur niður og at tað verður lættari at fylgja við í crossfit, powerlyfting, kettlebell og vektlyfting, sum allar yvirlappaðu. Tað er einki at siga til, at eitt slíkt tiltak við so nógvum altjóða luttakarum kostar nógv, og tað sæst eisini aftur prísinum. Tað vil altíð blíva ein avbjóðing við slíkum tiltøkum, men í nógvum førum er talan um eitt tiltak í altjóða flokki við føroyskum íblástri. Vónandi eitt tiltaki, sum er komið fyri at verða. FARA UM: Tú vilt hava eitt hendingaríkt vikuskiftið og hevur áhuga fyri styrki, fitness og vakurleika kappingum IKKI FARA UM: Tú ikki tímur larm, ljóð og nógv fólk HVAT SIGUR TÚ: Vit hava brúk fyri einum slíkum tiltaki í Føroyum FAKTA: Burn Showdown 2017 er fyrsta tiltakið av sínum slag í Føroyum Ummælið: Burn Showdown 2017-11-19 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! 1 Hvør er føroya sterkasta kvinna? 2 Hvør vann sterkmanskappingina? 3 Hvør er Miss Føroyar? 4 Hvussu eitur føroyska boksifelagið? 5 West Bromwich hevur koyrt venjaran, hvussu eitur hann? 6 Hegga er nýggjur venjari hjá ÍF, men hvussu eitur Hegga ordiligt? 7 Hvør er nýggjur venjari hjá Giza Hoyvík? 8 Hvør er sterki maðurin á myndini?