týsdagur 21. november 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hallur av Rana
hallur@sosialurin.fo
Halgir
Winther
Poulsen
og
Richard
Tusasibwe hava ikki rættiliga nógv til felags.
Annar er uppvaksin í ein av tryggastu
londunum í verðini, meðan hin er uppvaksin í
einum krígsherjaðum, hungursraktum landi.
Annar er ein eldri harri, hin er ein maður í
besta aldri. Annar tekur tað nærum fyri givið,
at samfelagið veitir ókeypis skúlagongd,
heilsuverk og tekur sær av teimum veiku í
samfelagnum, meðan alt hetta fyri hin eru
sum býir í Siberia. Annars er uppvaksin í
Føroyum, hin í Uganda.
Men hóast teir ikki hava nógv til felags, so
sita teir báðir lið um lið yvirav mær í eini av
skrivstovunum í Miðlahúsinum ein mánadag
fyrrapart. Ørindini hendan dagin er tað, ið
teir hava til felags, nevniliga eitt ynski um at
veita undirvísing til børn í fátækadømi.
Safari førdi til samstarv
Neyðug er at fara aftur til ein safaritúr í
2010 fyri at finna út av, hvussu hesir báðir
so ymisku menninir hittust. Halgir Winther
Poulsen var við einum donskum ferðatoymi,
ið var farin á safari í Uganda, ið er heimland
til Afrikanska fílin, størsta súgdjór í verðini,
24 ymisk sløg av antilopum, sjimpansur,
áarross, leopardar, løvur, gorilla, giraffar og
yvir 1.000 fuglasløg.
- Ein dagin á túrinum kom Halgir til
okkara bygd. Ein av yngru dreingjunum, ið
gekk í skúlanum, tók í hondina á honum og
leiddi hann yvir til skúlan. Soleiðis kom eg
av fyrstan tíð í samband við Halgir, greiðir
Richard Tusasibwe frá, ið er skúlastjóri í
einasta skúlanum í bygdini, umframt at hann
hevur sína egnu ferðaskrivstovu, ið bjóðar
safaritúrar.
Tað gjørdist byrjanin til eitt langt
samstarv millum Halgir Winther Poulsen og
Richard Tusasibwe, og nú Richard Tusasibwe
var í Wien í samband við eina ráðstevnu,
ynskti hann at brúka høvi at vitja vinmannin
í Føroyum.
- Halgir hevur stuðlað skúlagongdini hjá
einum barni í sjey ár nú, og tá ið vit onkuntíð
hava havt tørv á tilfari til undirvísing, hava
vit millum annað fingið hjálp frá Halgiri.
Tað er tí eg eri her nú. Hann hevur verið sera
hjálpsamur, so tað er deiligt at kunna vitja í
hansara heimlandi, sigur Richard Tusasibwe.
Vil hjálpa lokalsamfelagnum
Richard Tusasibwe tók sjálvur stig til at
stovna skúlan fyri tíggju árum síðan, tá hann
kom aftur til heimbygdina eftir loknan lestur.
- Tá eg var liðugur í skúlanum, var eg
tann einasti, ið hevði eina útbúgving í míni
bygd. Tá fólk ikki hava nakran útbúgving,
so eru teirra møguleikar altíð avmarkaðir,
og tey hava trupult at koma burturúr
fátækadøminum, ið er ein stórur trupulleiki
í Uganda. So eg visti eg mátti gera okkurt fyri
at hjálpa lokalsamfelagnum, og soleiðis sá
skúlin dagsins ljós, greiðir Richard Tusasibwe
frá.
Skúlin varð settur á stovn í 2007 og ganga
í dag 270 næmingar í skúlanum, harav tey
flestu av teimum koma frá sera trongum
korum.
- Mín heimbygd er merkt av sera stórum
fátækadømi. Næmingarnir eru antin frá sera
fátøkum familjum ella eru tey foreldraleys.
HIV er ein stórur trupulleiki í mínum
heimlandi, og eru tað tí nógv børn, ið als
eingin foreldur hava og liva undir trongum
korum. Vit ynskja at veita hesum børnunum
eitt
útbúgvingartilboð,
sigur
Richard
Tusasibwe, ið upplýsir, at tað ber til at lesa
meira um skúlan á mwendoprojects.org.
Takksom fyri hjálp
Í Føroyum taka vit fyri givið, at skúlar antin
eru riknir av landinum ella fáa onkran
fíggjarligan stuðul frá landinum at reka
virksemið. Tað er tó ein púra ókendur leistur
fyri Richard Tusasibwe, ið má sjálvur fáa
fígging til vega til skúlan. So í staðin hevur
hann stovnað eitt felag, ið millum annað
hevur til endamáls at fáa útlendskt ferðafólk
at stuðla skúlanum við peningi.
- Vit fáa ikki nakra sum helst fígging frá
stjórnini til skúlan, og tí er tað neyðugt hjá
okkum at fáa stuðul aðrastaðni frá. Eg eri
ein ferðaleiðari á safaritúrum í Uganda. So
í øllum mínum túrum gjøgnum Uganda er
heimbygdin á skránni, har tey ferðandi vitja
okkara skúla, og verða spurd, um tey ynskja
at stuðla arbeiðinum, ið vit gera har. Nøkur
geva eina lítla upphædd, meðan onnur fara
heim og gerast mánaðarligar stuðlar, greiðir
Richard Tusasibwe frá.
Richard Tusasibwe dylur heldur ikki fyri,
at tað er av stórum týdningi fyri skúlan, at
útlendingar leggja leiðina framvið og geva
eitt íkast til raksturin.
- Tað hevur nógv at siga fyri okkum. Hesi
børnini liva í fátækadømi og í økinum er
eingin, ið kann rinda fyri skúlagongd. Tvey
ár eftir, at Halgir var á vitjan, høvdu vit ongar
bøkur til hvørki næmingar ella lærarar. Men
tá eg fortaldi tað fyri Halgir, so sendi hann
pening til bøkur, ið enn tann dag í dag verða
brúktar. So tað hevur nógv at týða fyri
okkum, at fólk aðrastaðni frá hjálpa okkum,
sigur Richard Tusasibwe.
Útbúgving er loysnin
Halgir Winther Poulsen greiðir frá, at hann
stuðlar skúlanum, tí hann ynskir at gera sítt
til, at støðan hjá íbúgvunum í Uganda verður
betri.
- Hevur man verið í Uganda og londunum
rundanum, so leggur man merki til, at tey eru
so heilt ófatiliga rík. Tað er sum ein Edens
havi. Tað er fult av virðismiklum mineralum
og hava tey enntá olju. Men alt hvørvur bara
í bankar í Sveis og aðrastaðni, greiðir Halgir
Winther Poulsen frá, og leggur afturat.
- Eg havi spurt hví tey ikki gera uppreistur,
men tað er vónleyst, tí herurin stuðlar
stjórnini. Tað einasta, ið eg dugi at síggja
kann hjálpa, er at útbúgva fólkið. Um tey fáa
sær eina útbúgving, so eru tey betri før fyri at
skilja hesi tingini. Tað er tað, ið verkætlanin
hjá Richard snýr seg um. So manglar bara,
at man finnur ein máta at steðga hasum
bankunum í Sveis at taka móti pengunum.
Mutur ein stórur trupulleiki
Hóast Uganda á nógvan hátt er eitt ríkt
land, so liva stórir partar av íbúgvunum
í fátækadømi, og er fíggjarligur mutur
ein stórur trupulleiki í landinum. Landið
hevur seinastu tretivu árini verið stýrt av
forsetanum Yoweri Kaguta Museveni, ið
seinastu árini er farin undir eina tilgongd at
broyta sjálva grundlógina, so at hann kann
verða sitandi sum forseti.
- Vit hava ein forseta, ið kom til valdið tá
eg var seks ára gamal. Í dag, tretivu ár seinni,
er hann enn okkara forseti, og nú roynir hann
SUM TVEIR YM
- Tá eg var liðugur í skúlanum, var eg tann einasti, ið hevði eina
útbúgving í míni bygd. Tá fólk ikki hava nakran útbúgving, so eru
teirra møguleikar altíð avmarkaðir, og tey hava trupult at koma
burturúr fátækadøminum, ið er ein stórur trupulleiki í Uganda. So
eg visti eg mátti gera okkurt fyri at hjálpa lokalsamfelagnum, og
soleiðis sá skúlin dagsins ljós. Tað sigur Richard Tusasibwe, sum í
hesum døgum vitjar ein av føroysku stuðlunum.
- Ein dagin
á túrinum
kom Halgir til
okkara bygd.
Ein av yngru
dreingjunum, ið
gekk í skúlanum,
tók í hondina
á honum og
leiddi hann
yvir til skúlan.
Soleiðis kom eg
av fyrstan tíð
í samband við
Halgir.