Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 at broyta grundlógina í landinum, so at hann kann halda fram sum forseti, sigur Richard Tusasibwe, og vísir á hvussu forsetin rindar fólkinum at taka undir við broytingini. - Fyri at broyta grundlógina, so hevur forsetin givið teimum 400 limunum í parlamentinum eina stóra peningaliga upphædd, og boð um, at fara aftur til teirra valdømir og mutra fólk, so tey taka undir við at broyta grundlógina. Sum nú er, so forðar grundlógin fyri, at forsetin kann vera yvir 75 ár, men ynskir hann at strika tí greinina, nú hann sjálvur er 73 ára gamal, sigur Richard Tusasibwe. Meðan Richard Tusasibwe hevur verið í Føroyum, hevur hann verið á vitjan á skúlum og aðrastaðni, har hann hevur greitt frá heimlandinum og skúlanum í heimbygdini. Harumframt hevur hann verið á vitjan í løgtinginum, har hann legði merki til nakað, ið hann metti lýsti væl munin á Uganda og Føroyum. - Eg vitjaði tykkara parlament og varnaðist, at har var eingin løgreglan ella herur. Um tú ætlar tær inn í parlamentið í Uganda, so verður tú møttur av bæði løgreglufólkum og hermonnum. Tað er ikki eitt stað, ið tú bara sleppur inn uttan víðari. So her hava tit veruligt frælsi, sigur Richard Tusasibwe. MISKIR HEIMAR - Hevur man verið í Uganda og londunum rundanum, so leggur man merki til, at tey eru so heilt ófatiliga rík. Tað er sum ein Edens havi.