týsdagur 21. november 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Samanfall er millum
smittu og Alzheimers
Nýggj gransking vísir, at smitta undir ávísum umstøðum kann hava samband við Alzheimers.
Tí skulu læknar vera serliga nærlagdir við amboðum, sum brúkt verða undir skurðviðgerð
Vilmund Jacobsen
Tað er framvegis nógv, sum vit
ikki vita um demenssjúkuna, Alz
heimers. Ættarbregði og umhvørvi
hava verið frammi sum møguligar
orsøkir.
Men, nú peikar ein nýggj rit
gerð á, at smitta undir ávísum um
støðum eisini kann vera ein møgu
leiki.
Granskarar hava kannað átta
fólk, sum í sínari tíð fingu inn
spræning við vakstrarhormonum,
sum varð tikið úr øðrum menniskj
um.
Slík vakstrarhormonir verða
ikki brúkt longur, men í staðin
verða hormonini gjørd syntetiskt
ella kunstiga og givin børnum, sum
ikki sjálvi framleiða harmonini og
sum tískil høvdu verið dvørgar, um
tey ikki fingu tey.
Vit hava áður sæð nakað líknandi
við hjartasjúkuni, Creutzfeld-Jacob,
har tað er viðurkent, at smitta
kann berast frá eitt nú sjúklingi til
røktarstarvsfólk. Sjúkan stavar frá
einari sonevndari “prion”, ið er eitt
protein ella eggjahvítaevni, sum
ikki kann niðurbrótast.
Evnið trokar seg inn í heilan, har
tað niðurbrýtur vanligu protein
irnar og meiðslar heilan.
Neyvari kanningar
Ein avleiðing av nýggja illgrunan
um til Alzheimers-sjúku er nú, at
granskarar í eini røð av londum
vilja kanna hesi viðurskifti neyvari.
Haraftrat skulu læknar vera serliga
nærlagdir við skurðviðgerðir, har
sjúkan møguliga kann smitta við
amboðum, sum brúkt verða undir
skurðviðgerðini.
Hóast danir líkjast nógv sínum
norðurlendsku
grannum,
hava
danir kortini fleiri ílegur felags við
suðurevropearar enn við eitt nú
sviar, norðmenn, finnlendingar og
íslendingar.
Norðbúgvar hava í fleiri førum
eitt serstakt gen-frábrigdi, sum
verjir móti Alzheimers-sjúku, og
hetta hevur gjørt granskarar ov
farnar.
Gagn av kostískoyri
Sjálvt um ein tvey ára klinisk roynd
við flótandi kosttilskoti til sjúkl
ingar við byrjandi Alzheimers-
sjúku ikki hevur víst nakra mun
andi effekt, so hevur royndin
kortini givið ábendingar um, at
kostískoyti kann viðvirka til at
varðveita fatanarligu og praktisku
virkisevnini í gerandisdegnum.
Alzheimers er ein líðan frameft
irfarandi sjúka í heilanum, sum at
enda oyðileggur heilan.
Sjúkukennini fyri Alzheimers
eru broytingar í kenslulívinum og
sinnisbroytingar.
Avleiðingarnar
eru minnisbrek, tunglyndi og at
ferðarórógv.
Sjálv um sjúkan ikki er arvalig,
er vandin fyri at fáa sjúkuna størri,
um annað av foreldrunum hevði
Alzheimer.
Ymiskar viðgerðir
Bæði sviar, norðmenn, finnlend
ingar og íslendingar hava nógv
oftari enn danir hetta serstaka
gen-frábrigdi, sum verjir móti Alz
heimers-sjúku.
- Hetta er rættiliga løgið, men
áhugavert. Í langa tíð trúðu vit ikki,
at granskingarúrslitið var rætt. Tí
fingu vit aðrar granskarar at gera
kanningarnar umaftur fyri at fáa
staðfest, um vit høvdu gjørt okkara
arbeiði rætt.
Jonas Mengel-From, lektari í tí,
sum verður rópt ”molekylær epi
demiologi” á Syddansk Universitet,
sigur, at úrslitið av áður gjørdu
kanning er rætt.
- Yvirskipað líkjast danir grann
unum úr eitt nú Svøríki og Noregi
ógvuliga nógv, men júst á hesum
øki eru danir meira líkir suðurev
ropearum. Úrslitið kann koma at
merkja, at Alzheimers møguliga
skal viðgerast ymiskt úr einum
landi í annað, sigur lektarin.
Blandaðar ílegur
DNA-granskarin og professarin,
Eske Willerslev, sum eisini hevur
verið við í umrøddu gransking,
sigur, at tað bara ber til at gita seg
fram til, hví danir skilja seg frá
øðrum norðbúgvum í hesum sam
bandi.
- Orsøkin kann vera, at danir
hava blandað sínar ílegur við fleiri
ymisk fólkasløg enn norðurlendsku
grannarnar fyri mongum túsund
árum síðan, og henda møguleika
er hann í holt við at kanna, sigur
DNA-granskarin.
Jonas
Mengel-From,
lektari,
vísir á, at hóast danir í minni mun
enn aðrir norðurevropearar hava
tálmandi genið - ella íleguna - móti
Alzheimers í sær, ber kortini ikki
til at staðfesta, at danir eru í størri
vanda fyri at fáa sjúkuna.
Alzheimers er ein líðan frameftirfarandi sjúka í heilanum, sum at enda oyðileggur heilan
Sjálv um Alzheimers ikki er arvalig, er vandin fyri at fáa
sjúkuna størri, um annað av foreldrunum hevði sjúkuna