Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-11-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. november 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. november 2017 · Nr. 136 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi – Vit vóru samd um frá byrj­an, at tað var neyð­ugt at lyfta lønina hjá sjúkr­a­røkt­ ar­frøð­ing­u­num. Vit vóru bara ikki heilt samd um, hvussu nógv hon kundi lyftast, sigur Krist­ina Háfoss Eirikur Lindenskov – Eg eri ómetaliga glað fyri, at vit hava rokkið eini semju. Tað segði Kristina Há­ foss, fíggjarmálaráðfrúa, tá Sos­i­al­ur­in hitti hana í Leig­ u­búðini í Tinganesi, har Fíggj­ar­mála­ráð­ið heldur til, beint eft­ir at hon og Ólvu­vá í Gong, forkvinna hjá sjúkr­ ar­økt­ar­frøð­ing­u­num, høvdu sett navn sítt und­ir øll tey skjølini í semj­uni millum Føroysku Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ingarnar og Fíggj­ar­mál­a­ráð­ ið. – Vit vóru samd um frá byrj­an, at tað var neyð­ugt at lyfta lønina hjá sjúkr­a­røkt­ar­ frøð­ing­u­num. Vit vóru bara ikki heilt samd um, hvussu nógv hon kundi lyftast, sigur Krist­ina Háfoss. – Men ein hækkin á enda­ løn­ina upp á 4.000 krónur um mán­að­in, tað er í øllum førum nakað, sum fer at muna, sigur hon. Landsstýriskvinnan greið­ir frá, at tey eisini hava ver­i­ð samd um, at tíðin er kom­in til at førleika- og á­byrgd­ar­við­bøt­ur­nar hjá sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­u­num eis­ini skulu vera eftir­løn­ar­ gev­andi. – Tí tað er ein so stórur part­ur av samlaðu lønini hjá sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ing­u­num, og so­leið­is verður tað fram­ yv­ir, sigur hon. – Og so hava vit flutt allar sjúkr­a­røkt­ar­frøðingarnar yv­ir í eina heilt nýggja løn­ ar­skip­an, sum er nógv meira gjøgn­um­skygd og sum er betri, og har eisini leið­ar­a­løn­ ir­nar verða hækkaðar, sig­ur hon og vísir á, at tey við hes­ um eisini gera eitt søgu­ligt lyft í lønini hjá sjúkr­a­røkt­ar­ frøð­ing­um. – Hetta síggi eg eisini sum ein lið­ur í tí, at tað eru fleiri løn­ar­bókar og fakbólkar, sum í fleiri ár hava havt øgi­ liga stóran tørv á, at vit taka hetta her tørnið, sum vit taka nú, og tað eri eg fegin um, sig­ ur hon. Lønarvøksturin hjá sjúkr­ a­røkt­ar­frøð­ing­u­num er knapt 5 prosent í mið­al yvir tvey ár, sigur lands­stýr­is­ kvinn­an. Og tað er tað tvífalda av tí, sum Starvsmannafelagið fekk. – Fær Fíggjarmálaráðið ikki trup­ul­leikar av tí? – Nei, tað er ikki heilt tað tví­falda, men tað líkist tí, og tað er eisini tí, at vit flyta yvir í eina heilt nýggja løn­ ar­skip­an. – Vit seta inn nøkur nýggj enda­stig, og hetta er ein liður í tí ar­beiðinum, sum vit hava sett við eini lønarnevnd, har vit fara at gera eina heilt nýggja lønartalvu fyri tann al­menna geiran, og vit síggja hetta sum eitt fyrsta stig í tí ar­beið­i­num, vísir fíggj­ar­ mála­ráð­frú­an á. Við hesum er Fíggjar­mál­ a­ráðið gingið frá tí prin­sipp­ inum um at halda karm­in, sum verður lagdur í sam­ ráð­ing­u­num við størsta fak­fel­agið á almenna ar­ beiðs­markn­að­inum, Stravs­ manna­fel­ag­ið, sum var 2,2 pros­ent. ­– Tá nú bæði teir priv­atu og almennu ar­beiðs­gev­ar­ar­ nir hava hildið fast við karm­ in, sum hevur verið lagd­ur, og tit nú hava brotið karm­ inum – fer tað ikki at elva til løn­artrýst frá hinum fak­fel­ øg­unum á almenna ar­beiðs­ markn­að­i­num, sum enn ikki hava gjørt sáttmála? Men hestum óttast lands­ stýr­is­kvinnan í fíggj­ar­mál­ um ikki fyri. – Tað er altíð ein av­bjóð­ ing, men vit fara inn í sam­ ráð­ing­ar við fakfeløgini við opn­um sinni. Tað er rætt, at sum útgangsstøði hevur Fíggj­ar­mál­aráðið hildið seg til karm­in, sum tað fyrsta fak­fel­ag­ið hev­ur lagt. Men vit settu okkum fyri tíðiliga í hes­um valskeiðnum, at vit vildu gera eina felags nýggja løn­ar­talvu og innplasera tey al­mennu størvini heilt av nýggj­um. – Tí vit síggja, at ikki bara sjúkra­røkt­ar­frøð­ing­ar, men eisini aðrir fakbólkar, eru broyttir nógv seinastu ár­ini. Bæði innihaldsliga í starv­ inum, við ábyrgd og út­búgv­ ing­ar­liga. Og kortini sita vit eft­ir við hesum 29 ymsu løn­ ar­talvu­num, sigur Kristina Há­foss. Tað heldur hon ikki er tíð­ ar­hóskandi. – Tí havi eg valt at siga, at hesaferð, so gera vit eitt veru­ligt lønarlyft. Vit síggja hetta sum eitt fyrsta stig í hesi nýggju lønartalvuni og løn­ar­nevnd­ar­ar­beiðinum, sum vit hava sett gongd á, hó­ast tað merkir, at sjúkr­a­ røkt­ar­frøð­ing­arnir nú kosta nakrar milliónir meira í løn­ ar­út­reiðsl­um fyri lands­kass­ an, sigur Kristina Háfoss. Fyrsta stig at hækk Báðar oddakvinnurnar í stríðnum hjá Sjúkrarøkgarfrøðingunum eru samdar um, at nýggi sáttmálin gevur sjúkrarøktarfrøðingunum eitt veruligt lønarlyft Landsstýriskvinnan tekur ímóti nevndarlimunum í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar